hósdagur 21. mars 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019
SOSIALURIN 34
7
definerað hugburðin hjá ung
dóminum um føroyskar klass
ikarar varð allarhelst av álvara
staðfest í summar, tá hann varð
biðin um at spæla á G! festivalinum.
Bjørn minnist við einum smíli aft
ur á festivaldebutina í Gøtu, sum
var merkt av iva og illveðri. Men
júst hesi bæði tingini vístu seg at
ganga upp í eina hægri eind hetta
kvøldið.
- Eg hugsaði, at tað kundi ikki
bera til at spæla teir somu gomlu
sangirnar, sum eg spældi í send
ingini, mitt um náttina á G! festi
valinum. Har fóru jú bara at vera
ung fólk, tí tey eldru fólkini fóru
óivað ikki at vera uppi so leingi. Tí
royndi eg at tríva í Elvis og okkurt
boogie-woogie fyrst fyri at leggja
stemningin, sigur Bjørn, sum var
í sínum rætta elementi, tá hann
diskaði fyri vátum festivalkropp
um, ið leitaðu sær lívd í glopra
regninum.
- Tað var sum sild í tunnu! At
so nógv fólk komu at kroka gjørdi
tað bara upp aftur betri og fest
ligari. Tað eydnaðist bara øgiliga
væl, sigur hann.
Munur á Elvis og
Hvalbiarbrøðrunum
Tá mann tosar við Bjørn um før
oyskan tónleik frá 50’unum, fær
mann eina kenslu av, at hann
tosar frá minnum, sum var
hann har sjálvur. Hann kennir
Gud og hvønn mann, sum hevði
nakað við gamla føroyska tón
leikapallin at gera, og kann bæði
ramsa sangheiti, nøvn, árstøl og
staðsetingar upp, sum kom tað úr
hansara egna buksulumma.
Tað hevur stóran týdning, at
vit í Føroyum eru tilvitað um tón
leikasøguna, meinar Bjørn.
- Tú mást kenna fortíðina fyri at
skilja nútíðina. Tað er umráðandi,
at vit føroyingar eru varugir við
okkara tónleikasøgu, tí vit hava
eina serstakliga ríka tónleikasøgu;
tað er heilt sikkurt. Tað eru nógvar
áhugaverdar hendingar, sum eru
imponerandi í mun til hvussu um
støðurnar vóru at gera tónleik í
Føroyum fyrr, sigur Bjørn Hentze
Bech, sum heldur tað vera spell, at
so lítil partur av hesum er festur
á blað.
- Samanborið við onnur lond er
millum lítið og einki skrivað um
føroyska tónleikasøgu. Tað er lætt
at granska um Elvis, Frank Sinatra
ella the Beatles, tí har er nokk av
tilfari um skrivað um teirra søgu.
Men um mann skal kunna seg um
Hvalbiarbrøðurnar ella onkrar
aðrar slóðarar, so finnur mann
næstan einki.
Skjalfestir við at
tosa við keldurnar
Við hesari avbjóðingini í huga
valdi Bjørn sum 18 ára gamal at
taka sakina í egnar hendur.
- Hvørja ferð, eg hoyrdi onkran
gamlan sang í útvarpinum, sum eg
ikki hevði hoyrt fyrr, fór eg inn á
skránna og hugdi, hvat hetta var
fyri sangur. Eg hevði sett meg
í samband Hans Egholm, sum
hevur havt fleiri sendingar um
gamlan føroyskan tónleik, og
hann fortaldi mær fegin alt, hann
visti, um hesar ymsu sangirnar.
Hans Egholm plagdi at hava
upplýsingarnar, men tað var ikki
altíð, at hann mintist alt aftur um
júst tað, sum Bjørn vildi vita. Fyri
at fáa greiðu á restini setti Bjørn
seg sjálvur í beinleiðis samband
við høvuðspersónarnar.
- Eg havi ringt til Levi Niclasen
frá Hvalbiarbrøðrunum, Nicolinu
og Eyðbjørn av Kamarinum,
Simma og Konni, Elin Mouritsen,
Robert McBirnie og so framvegis.
Uppá hendan mátan havi eg fingið
alt møguligt at vita um hesar
ymsu pláturnar. Skal mann finna
út av nøkrum, so má mann spyrja
seg fram, sigur Bjørn, sum so hvørt
hevur skrivað upplýsingarnar frá
sínum keldum niður.
A
Bjørn Hentze Bech býr
í dag í Havn, men hann
vaks upp í Porkeri
Her diskar Bjørn á G! festivalinum við gomlum slagarum