hósdagur 21. mars 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019
SOSIALURIN 34
8
- Syrgiligt tá ung ikki
kenna gamla tónleikin
- Eg havi upplivað, at fólk
standa sum eitt spurnartekin,
tá eg tendri “Eg siti so eina”. Og
summi kenna ikki eingongd
Faroe Boys. Við hesari gongdini
er vandi fyri, at teir góðu gomlu
sangirnir fara at doyggja út,
sigur Bjørn Hentze Bech
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
D
agliga gongur Bjørn
Hentze Bech í 2. g á Glasi
í Havn. Javnaldrarnir
halda generelt, at hans
ara passión fyri gomlum føroysk
um tónleiki er kul – men har er eitt
mark:
- Tá eg eri í ball, eri eg ikki akk
urát tann, sum er mest umbiðin
at vera DJ… Hini plaga at siga ting
sum “hetta er eitt ball, so tað skal
ikki vera morgunballstemningur
her!”, flennir ein sjálvironiskur
Bjørn, sum annars eisini letur
vinfólkini stýra tónleikinum í
bilinum.
Men hvat heldur Bjørn um
nýggja tónleikin, sum er at hoyra
á hittlistunum í dag?
- Altso… je toli tað… Immun
verjan hjá mær klárar tað, sigur
Bjørn og brestir út úr at flenna.
- Tvætl! Jú jú, eg kann saktans
lurta eftir nýmótans tónleiki
eisini. Men fyri tveimum árum
síðani kláraði eg illa nokk at
fara inn í diskotekini í Havnini,
tí tónleikurin var so gyseligur
allastaðni. Men fyri ikki at vera
hesin óinteressanti og keðiligi
fýrurin, so havi eg roynt at bitið
tað í meg. Jú, eg haldi, tað gongur
okey, hóast mær betur dámar teir
gomlu klassikararnar, sigur Bjørn
við einum skálkabrosi.
Tey ungu leggja ikki í
Bjørn Hentze Bech upplivir ofta,
at javnaldrar hansara og tey,
sum eru yngri enn hann, ikki
kenna nakað serligt av tí gamla
tónleikinum. Hann skilir rætt og
slætt ikki, at mann kann búgva í
Føroyum uttan at kenna nakran
føroyskan klassikara.
- Tey ungu vita, hvørjir the
Beatles vóru, men eg haldi, tað er
syrgiligt, at summi ung allíkavæl
ikki kenna okkurt gamalt før
oyskt. Eg sigi ikki, at mann nýtist
at kenna alt, men mann kann í
minsta lagi hava onkran áhuga.
Einaferð spældi eg Sunnukvøld
í Plantasjuni fyri einum, sum
var eitt sindur yngri enn eg. Við
komandi segði “handan havi eg
ongantíð hoyrt fyrr”…. eg bleiv
grønur um oyruni. Tað var ikki
tað stuttligasta at hoyra,
tí hatta eiga øll at kenna.
Eg havi eisini upplivað, at
fólk standa sum eitt spurn
artekin, tá eg tendri “Eg siti
so eina”, og summi kenna ikki
eingongd Faroe Boys.
Við einum skeivum smíli
veipar Bjørn eitt sindur við ørm
unum, meðan hann forklárar, og
tað lýsir úr honum, at hetta er
nakað, sum liggur honum nær at
hjarta.
- Mann má bara góðtaka, at
fólk flest lurta eftir tí, sum tey eru
uppvaksin við. Men tað er syrgi
ligt, um hetta ættarliðið bara er
í ferð við at gúppa alt tað gamla
burtur, tí við hesari gongdini er
vandi fyri, at teir góðu gomlu
sangirnir fara at doyggja út.
Rasmus er meira
enn ein sangur
Bjørn heldur ikki, at fólk í dag duga
nóg væl at virðismeta
tónleikin
frá undanfarna ættarliði. Hann
tekur eyðkenda sangin “Rasmus”
hjá Simma og teimum frá 1958
sum dømi.
- Tá mann spyr fólk, hvat tey
kenna til hendan sangin, siga tey
ofta bara “hatta er ein sangur, sum
verður sungin í veitslum.”
- Men Rasmus er ikki bara ein
sangur, sum mann situr og lurt
ar eftir við einari øl í hondini.
Tað er eisini ein sangur, sum fólk
dansaðu til fyrr. Rasmus í Gørðum
var eisini tað fyrsta popp
lagið, sum rakk út um
landoddarnar.
Donsku Blueboys og norsku
Søstrene Bjørklund, Per Asplin og
Mikkel Aas spældu jú øll sangin
inn, sigur ein hugtikin Bjørn
Hentze Bech og byrjar at syngja
og vagga, sum var hann til eitt
borðhald:
- Kjenner du Rasmus, Rasmus
den runde”….