Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019 SOSIALURIN 34 12 TEMA: V.U. Hammershaimb 200 ár V.U. Hammershaimb 200 ár HALLUR AV RANA K omandi mánadag eru 200 ár liðin, síðan Venceslaus Ulricus H a m m e r s h a i m b varð borin í heim í Sandavági. Hammers­haimb er mettur at vera faðir at føroyska skrift­ málinum, og fær hann mangan æruna fyri, at føroyskt bleiv varðveitt sum skriftmál. Í fólkateljingini hjá Manntali í 2011 varð staðfest, at 90 ymisk mál eru í Føroyum. Men hóast nógv mál eru umboðað her á oyggj­um, so er tað føroyskt, ið bindur tjóðina saman, og vísti sama kanning, at hjá 91 pro­sent av fólkinum er føroyskt móður­ málið. Tað er tó eingin sjálvfylgja, at føroyska málið í dag er í hesi sterku støðu. Ein øgrynna av fólkum hava ging­ið í fóta­ sporunum hjá Hammers­haimb, hjúklað um málið og vunnið tí rættindi hesar tvær øldirnar. Men sum Hjalmar P. Petersen, komandi professari í málvísindi, greiddi frá samrøðu við Sosialin í januar, so er stríðið ikki av enn. Sam­bært honum er ein vandi fyri, at føroyskt kann verða trokað burtur sum høvuðsmál í Før­oyum. Tøkniliga menningin av samskiftisamboðum og ein stór tilflyting av útlendingum, hava gjørt, at enskt gerst ein alsamt størri partur av gerandis­máli­ num í Føroyum, og ávaraði mál­ frøðingurin tá um, at um man ikki gevur hesum ans, so kann enskt gerast høvuðsmál um nøkur fá ættarlið. Hevur tað gott Sum menniskjur hava vit mangan lyndi til at lurta eftir teimum mest dapru spá­dómun­ um. Søgan um at føroyskt er hótt av øðrum málum ella líkasælu er ikki nakað nýtt. Men um metast skal um støðuna hjá føroyskum í dag, so stendur sum heild væl til, hóast stórar avbjóðingar eru. Tað metir í øllum førum Sólvá Jónsdóttir, ið er forkvinna í Mál­ ráðnum. - Føroyskt í sær sjálvum hevur tað gott í Føroyum í dag. Før­oyskt er eitt mál, ið kann brúkast í øllum viðurskiftum, men tað er rætt, at vit hava nógvar avbjóðingar. Sjálvt um føroyskt er eitt sterkt og full­ fíggjað mál, so er føroyskt sam­ stund­is eisini eitt veikt mál, tí vit eru so fá. Tað skal so lítið til, at málið viknar. Og tað eru ávís mál­økir, har føroyska málið ikki stendur so sterkt, sigur hon, tá hon verður spurd um støðuna hjá føroyskum í dag. Við eitt máløki sipar hon til eitt øki í samfelagnum, har mál­ brúkarar møtast og brúka eitt ávíst mál sínamillum. Tað kann vera innan ítrótt, mill­um ung, innan teldur, á undir­vísingar­ stovn­um, í handilslívinum ella á sjúkrahúsum. Framtíðin Forkvinnan vísir á talgilda heim­ in sum eitt máløki, har neyðugt er at vera árvakin, tí tað ávirkar kom­andi ættarlið, ið skal bera málið víðari. - Størsta avbjóðingin við talgilda heiminum er, at hann ávirkar okkara allar smæstu. Teirra málmenning kann ávirk­ ast rættiliga nógv av, at tey sita nógv við snildfonum, teldlum og líknandi. Tað mesta tey fáast við á hesum er á øðrum málum enn føroyskum, og tað kann merkja nógv fyri framtíðina hjá før­ oyskum, ávarar forkvinnan. Hon vísir á, at man hevur sæð eina broyting í føroyska sam­felagnum tey seinnu árini. Har tað fyrr vóru tey vaksnu í lívi­num hjá einum barni, tað vil siga foreldur, ommur og abba o.s.fr., ið vóru teirra málsligu fyri­myndir, hava tey nú í nógv størri mun aðrar fyrimyndir. - Vit eru kanska ikki líka nógv sosialt saman og tosa kanska ikki líka nógv saman. Tað ger, at tann málsliga fyrimyndin, sum foreldur og onnur vaksin hava verið fyri børn, er broytt. Nú hava tey eisini málsligar fyri­ myndir í talgilda heiminum. Tað er Youtube, filmar og annað, ið tey síggja á netinum. Nú er tað vanligt, at smábørn duga litir­ nar á enskum, áðrenn tey duga teir á føroyskum. Tað er ein stór avbjóðing, tá tað eru tey allar yngstu, ið verða so nógv ávirkað, áðrenn tey hava ment sítt móðurmál, sigur forkvinnan. Málmenning Havandi hetta í huga var tað eitt gott hugskot, tá Mentamálaráðið valdi 2018 til at snúgva seg um málmenning hjá børnum, metir Sólvá Jónsdóttir, ið vísir á fleiri góð átøk, ið spruttu burtur úr tí. - Tað virkar sum føroyska sam­felagið vaknaði. Sum dømi kann nevnast nýggi spælilistin á Youtube, ið er gjørdur í samband við Barnasangbók Føroya. Tað er eitt gott átak, ið eg veit, at bæði foreldur og starvsfólk í barna­gørðum hava tikið til sín og brúka nógv. Bubu er komin við sínum, og Kringvarpið ger virkuliga nógvar góðar barna­ sendingar til tey smáu, har­ í­millum sendingarnar hjá Jensinu Olsen, vísir Sólvá Jóns­ dóttir á. Hóast hesi góðu átøk, so hevði forkvinnan í Málráðnum kortini ynskt, at meira spurdist burtur­úr, tá man setti árið av til mál­menning. Sjálv metir hon, at fíggingin stóð ikki mát við hugsjónina. - Man kundi ynskt, at tað vóru fleiri ítøkilig átøk, og at fleiri pengar vórðu settir av. Um man vil gera ein veruligan mun, so má man rinda fyri tað. Man má rinda fyri gransking í mál­ menning hjá børnum og mál­ tøkni. Um føroyskt skal vera við í talgilda heiminum, so mugu vit vera við í øllum tí talgildu tøkn­ini. Vit mugu hava tekst- til-talu forrit, raddakennara og slíkt. Tað er ymiskt í gongd, men vit mugu skunda okkum, tí menningin gongur við fullari ferð, sigur hon. Tað er føroyska málið, ið er taparin, um man frá almennari síðu ikki megnar at játta neyðuga peningin til tøkniligu menn­ingina. -Á iPhone kann man tosa við Siri, men hon skilur ikki før­oyskt. Tað merkir, at børn og vaksin byrja at tosa enskt og danskt við snildfonirnar. Tí før­oyingar vilja brúka nýggju tøkn­ina eins og øll onnur. Men vit megna ikki at fylgja við, sigur hon. Eru góð við málið Men meðan avbjóðingarnar eru fleiri, so er ein styrki hjá før­oyska málinum, sambært for­kvinnuni, at føroyingar eru góðir við sítt mál. - Føroyingar eru góðir vit før­ oyska málið. Vit brúka tað nógv og kjakast nógv um tað. Tey flestu siga eisini, at tey ynskja at verja og brúka tað. Tað er øgiliga gott, og í sær sjálvum ger tað málið sterkt. Men um vit ynskja tí væl, krevur tað, at vit upplýsa um málið og minna fólk á, hvussu týdningarmikil FØROYINGAR ERU - Vit brúka tað nógv og kjakast nógv um tað. Tey flestu siga eisini, at tey ynskja at verja og brúka tað. Tað er øgiliga gott, og í sær sjálvum ger tað málið sterkt. Men um vit ynskja tí væl, krevur tað, at vit upplýsa um málið og minna fólk á, hvussu týdningarmikil málmenning hjá børnum er. Vit skulu lesa fyri børnum og vera málsligar fyrimyndir hjá børnum, sigur Sólvá Jónsdóttir, forkvinna í Málráðnum Vit eru kanska ikki líka nógv sosialt saman og tosa kanska ikki líka nógv saman. Tað ger, at tann málsliga fyrimyndin, sum foreldur og onnur vaksin hava verið fyri børn, er broytt. Nú hava tey eisini málsligar fyrimyndir í talgilda heiminum. Tað er Youtube, filmar og annað, ið tey síggja á netinum Á iPhone kann man tosa við Siri, men hon skil­ur ikki føroyskt. Tað merkir, at børn og vaksin byrja at tosa enskt og danskt við snildfonirnar. Tí føroy­ingar vilja brúka nýggju tøknina eins og øll onnur. Men vit megna ikki at fylgja við