Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019 SOSIALURIN 34 13 mál­menning hjá børnum er. Vit skulu lesa fyri børnum og vera málsligar fyrimyndir hjá børn­ um, sigur hon. Tað, at vit hugsa um børnini, tá vit tosa um at varðveita tað føroyska málið, er eisini grund­ leggjandi fyri, um vit ynskja at varðveita tað. Í so máta var málárið 2018 eitt gott átak, men vit kunnu ikki steðga har. - Vit mugu alla tíðina minna fólk á, at málið hjá okkum ikki er ein sjálvfylgja. Og um vit ynskja at menna okkara mál, mugu vit gjalda fyri tað. Vit mugu leggja eina ætlan. Hvat er tað, vit vilja við málinum, spyr hon. Lið um lið Seinastu tíðina hevur verið kjakast um eitt rák, har man innan hægri útbúgving er farin burt­ur frá føroyskum. Í staðin tosar man enskt fyri at røkka út­lendskum lesandi. Tað er eitt rák, ið Sólvá Jónsdóttir ikki er so fegin fyri. - Eg dugi ikki at síggja, at vit ikki kunnu hava bæði. Vit kunnu ikki siga, at føroyskt ikki skal nýtast í samband við hægri lesn­ að. Alt máløkið, ið eitur hægri útbúgving og gransking, er eitt ov stórt øki at missa. Tað ber saktans til at hava fleiri mál lið um lið, sigur hon. Hon dugir heldur ikki at síggja vandan í, at smábørn læra enskt ella annað mál tíðliga, tí tað eigur bara at vera ein fyrimunur. - Tað bilar einki, um børn eisini læra enskt. Tað er bara ein avbjóðing, um tey ikki eisini læra føroyskt. Tað ræður um, at fremmandamálið ikki kemur ístaðin fyri føroyskt, sigur hon. HALLUR@SOSIALURIN.FO GÓÐIR VIÐ MÁLIÐ - Sjálvt um føroyskt er eitt sterkt og full­ fíggjað mál, so er føroyskt samstundis eisini eitt veikt mál, tí vit eru so fá. Tað skal so lítið til, at málið viknar. Og tað eru ávís máløkir, har føroyska málið ikki stendur so sterkt