hósdagur 21. mars 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019
SOSIALURIN 34
14
VIT SPROTA SUM
ONGANTÍÐ ÁÐUR
Talið av brúkarum av orðabókunum hjá Sprotanum hevur verið
methøgt hvørt einasta ár, síðan Sprotin byrjaði at skráseta hagtøl í 2013
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
Á
ðrenn talgildu orða
bøkurnar hjá Sprota
num mátti mann
leita í tjúkkum og
tungum orðabókum, hvørja ferð,
mann skuldi finna eitt bend
ingarsnið ella eina umseting.
Hesa mannagongdina kennir
ungdómurin í dag illa nokk til, tí
hann er vælsignaður við talgildu
loysnini, sum má sigast at hava
kollvelt orðabókanýtsluna og
hugburðin til orðabøkur yvir
høvur.
Øll stavsetingin í orða
bókunum hjá Sprotanum er
grundað á stavsetingina hjá V.U.
Hammershaimb. Tá Hammers
haimb í 1846 fyrstu ferð fekk
føroyska skriftmálið á prent
og í 1854 skrivaði føroysku mál
læruna, hevði hann neyvan
roknað við, at vit í 2019 fóru
at hava so lætta atgongd til
málið. Menningin seinastu 20
árini hevur gingið skjótt, og vit
hava ikki bara fingið betri at
gongd til egið mál, men eisini
til fleiri onnur mál. Í dag eru
21 orðabøkur á Sprotanum, og
føroyingar hava veruliga tikið
hesar til sín.
Hetta fyribrigdið at leita eftir
orðum á Sprotanum er blivið so
mikið sjálvsagt, at tað í 2014 varð
viðurkent sum eitt sagnorð – at
sprota. Um tú sprotar sagnorðið
sprota, so verður greitt frá
merkingini: “nýta talgildar
orðabøkur á orðabókaportali
num Sprotanum, eg sprotaði tað
úr donskum til føroyskt”.
PATURE@SOSIALURIN.FO
TEMA: V.U. Hammershaimb 200 ár
V.U. Hammershaimb 200 ár
Tey flestu brúka móðurmáls
orðabókina hjá Sprotanum
til at leita eftir føroyskum
orðum, har til ber at síggja
bendingarsnið og annað, sum
er viðkomandi fyri føroyska
mállæru. Tað orðið, sum er
oftast leitað eftir, er síggja.
Síðani koma orðini vera, biðja,
fáa og liggja.
Tað eru eisini sera nógv,
ið brúka orðabøkurnar hjá
Sprotanum at umseta við.
Higartil í ár eru góðar 760.000
leitingar framdar á donsk-
føroysk orðabókini, og ensk-
føroysk orðabókin hevur
góðar 650.000 leitingar í ár
- og hesi tølini veksa hvønn
dag. Talið av leitingum frá
føroyskum máli yvir í bæði
danskt og enskt er meira enn
helvtina lægri.
Føroysk-føroysk orðabók
Leitorð: 67.406
Framdar leitingar í
2019: 1.484.486
Føroysk-donsk orðabók
Leitorð: 54.614
Leitingar í 2019: 253.241
Donsk-føroysk orðabók:
Leitorð: 80.491
Leitingar í 2019: 763.854
Føroysk-ensk orðabók
Leitorð: 79.473
Leitingar í 2019: 385.236
Ensk-føroysk orðabók
Leitorð: 66.050
Leitingar í 2019: 651.002
Nógvar
leitingar
tilsamans
Vøksturin av brúkarum um árið frá 2013 til í dag er sera stórur. Serliga stóra
lopið er frá 2014 til 2015, tí meðan 238.000 brúkarar vóru í 2014, vaks talið
av brúkarum heilt upp til 391.000 í 2015. Hetta er ein hækking upp á meira enn
150.000 brúkarar upp á bara eitt ár. Í fjør var met við sløkum 519.000 brúkarum
Føroyskt-føroyskt:
síggja
vera
Biðja
fáa
Danskt-føroyskt:
Forhold
Fokus
Proces
Bestå
Enskt-Føroyskt:
process
Shallow
scarce
disruptive
Her eru fýra tey mest leitaðu orðini
í trimum teimum mest brúktu
orðabókunum hjá Sprotanum
Oftast leitað orð