Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019 SOSIALURIN 34 15 Sprotin dagførir hagtøl hvønn mánað, og tískil ber til at siga júst, hvussu nógvir brúkarar nýta orðabøkurnar um mánaðin. Tøl eru skrásett hvønn mánað frá januar 2013, og tað sæst, at orðabókanýtslan hongur saman við skúlaárinum hjá skúlanæmingum. Serliga nógv virksemi er á Sprotanum, tá næmingar og lesandi hava próvtøkur. Tá frítíðirnar eru, sæst týðiliga, at nýtslan dalar munandi, og serliga ger hetta seg galdandi um summarið, har brúkaratalið hvørt ár hevur verið minst í juli. Hóast brúkararnir fækkast nógv í skúlafrítíðunum, er tað kortini stórur vøkstur ár undan ári í hesum slaku tíðarskeiðinum. Hesi seinastu árini eru brúkararnir, ið ikki eru beinleiðis tongdir at skúla og lestri, fleirfaldaðir. Tað merkir óivað, at tey, ið arbeiða við máli í gerandisdegnum, hava tikið talgildu orðabøkurnar til sín. Orðabøkurnar nógv brúktar í skúlunum Skúlanæmingar og lesandi gera munin ANITA ELLENDERSEN, LÆRARI Í FØROYSKUM OG ENSKUM, SANKTA FRANS SKÚLI: - Vit kunnu heilt einfalt ikki vera orðabøkurnar fyri uttan. Tær eru sera týdningarmiklar í móðurmálsundirvísingini. Til dømis eru bendingarnar í tí føroyska málinum sera truplar hjá nógvum børnum, og tá er hent at kunna læra bendingarsniðini. - Orðabókin er eitt ótruliga gott amboð í málmenningini, bæði tá tað ræður um at skilja og læra seg nýggj heiti, benda og sjálvandi umseta. Orðabøkurnar verða nógv brúktar í undirvísingini yvirhøvur. JOAN GARDAR, LÆRARI Í ENSKUM OG TÝSKUM, MIÐNÁM Á KAMBSDALI: - Sprotin er eitt gott amboð hjá næmingunum, serliga tí tær eru á netinum og ókeypis. - Men eg haldi ikki, at orðabøkurnar geva nóg neyvar frágreiðingar í nógvum førum. Tað, sum tó er ein fyrimunur, er, at tær eru á føroyskum máli og at leitast kann úr føroyskum yvir í eitt annað mál. Vit kunnu ikki altíð biðja næmingarnar leita í donskum orðabókum, tí donsku førleikarnir hjá næmingunum eru ikki teir somu sum fyrr, nú danskt er vorðið vallærugrein. - Tá næmingar leita eftir orðinum ‘borð’ í FØ-TÝ, stendur tað at vera eitt hvørkikynsorð, sum á týskum er eitt kallkynsorð. Tey mugu altso leita í TÝ-FØ fyri at fáa kynið á týska orðinum, og tað er ein vansi. Bendingarsnið eru heldur ikki í fremmandaorðabókunum, so her mugu næmingarnir leita í t.d. Gyldendal. JÓNA MIDJORD, LÆRARI Í ENSKUM, FØROYSKUM OG TÝSKUM, MIÐNÁMSSKÚLIN Í SUÐUROY: - Orðabøkurnar hjá Sprotanum hava ómetaligan stóran týdning fyri undirvísing í máli. Næmingarnir hava veruliga tikið orðabøkurnar til sín og hava lætt við at leita nýta funkurnar, sum skipanin hevur at bjóða. ATLI V. JOHANNESEN, SKÚLASTJÓRI Í SKÚLANUM Í EYSTURKOMMUNU: - Í byrjunardeildini og miðdeildini hava vit ein strangan politikk viðvíkjandi nýtslu av telefonum, sum vil siga, at lærarin avger, hvørjar tøkniligar eindir verða brúktar. Vit hava flokkar, har tað er ein eind pr. barn, og har verða orðabøkurnar nógv brúktar. Orðabøkurnar hava stóran týdning og eru til stóra gleði fyri bæði lærara og næming. Fyrr tímdu børn ikki so væl at leita í orðabókum, men í dag við talgildu loysnini er tað blivið nógv lættari at leita, og tað ger eisini, at børn vera betur kunnað. MARIN SIGVALDSDÓTTIR BLÁBERG, SKÚLASTJÓRI Í VESTMANNA SKÚLA: - Eg haldi, at Sprotin hevur gjørt eitt fantastiskt arbeiði. Mann dugir longu illa at ímynda sær, hvussu tað var áðrenn netorðabøkurnar. Vit síggja, at fleiri næmingar hava Sprotan opnan, tá tey gera skrivligt arbeiði í skúlastovunum. At orðabøkurnar eru ókeypis hevur gjørt, at flest allir føroyingar eru tilvitaðir um orðabøkurnar. Vit spyrja nakrar lærarar, sum dagliga undirvísa í máli, hvønn týdning orðabøkurnar hjá Sprotanum hava fyri undirvísingina í máli. Eisini spyrja vit tveir skúlastjórar