Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019 SOSIALURIN 34 16 BUBU LÆRIR BØRN STAVRAÐIÐ - Føroyskt er undir einum øgiligum trýsti, tí tað er so nógv av útlendskum tilfari, ið er lætt at fáa hendur á í dag. At vit kunnu hjálpa til, at tilvitanin hjá bæði vaksnum og børnum um føroyskt gerst betri, er bara gleðiligt, sigur Finn Johannesen, ið við restina av toyminum handan klovnin Bubu hava gjørt heimasíðuna bokstav.fo HALLUR AV RANA S einastu fimm árini hevur klovnurin Bubu vunnið hjørtuni hjá føroyskum børnum við sínum sang­ um um at busta tenn, klovna­ fim­leik, bíbliusøgur og hvussu nógvar hendur hann hevur. At tilfarið hjá Finn Johanne­ sen og restina av toyminum handan klovnin Bubu er væl um­tókt í føroyskum heimum gerst greitt, tá hugt verður eftir Youtube-rásina hjá klovninum Bubu. Síðan 16. mai 2014 eru video­løgini á kanalini spæld 3,844,225 ferðir. Tað endurspeglar ikki bara, at fólk hava tikið væl móti til­ fari­num, men eisini at fólkini handan Bubu eru virkin og lata nógv úr hondum. Læra bókstavirnar Í síðstu viku bleiv nýggjasta til­ farið hjá toyminum al­manna­ kunn­gjørt, tá heimasíðan bokstav.fo sá dagsins ljós. Talan er um eina heimasíðu, har Bubu gjøgnum sang, søgur og skemt lærir børn tað føroyska stav­ raðið frá a til oy. Hugskotið til verkætlanina kom í samband við, at 2018 var árið fyri málmenning, og setti toym­ið handan Bubu sær fyri at gera okkurt í hesum sambandi. - Tá vit tosa um málmenning, tosa vit altíð um, at tað danska og enska er so útbreitt og vit mangla føroyskt tilfar. Men í staðin fyri bara at tosa um tað, valdu vit at gera nakað við tað, sig­ur Finn Johannesen, ið saman við Eyðbjørn Jacobsen hevur stað­ið fyri verkætlanini. Undir trýsti Tað munnu vera fá børn í Før­ oyum, um yvirhøvur nøkur, ið ikki kenna klovnin Bubu. Men við nógvum uppmerksemi fylgir eisini ein ábyrgd, vísir Finn Johannesen á. - Vit hava eina ábyrgd í sam­ felagnum. Vit er eitt slag av mein­ingarmyndari. Vit hjálpa børn­um at busta tenn og gera tað lættari. Vit eggja børn til rørslu og arbeiða við ljóðum í munni­num. Vit hava ein leiklut í sam­felagnum og tað er ein virkin leiklutur, ið vit eru ernir av, og sum vit ynskja at halda fram við, sigur hann. Bokstav.fo skal síggjast sum íkastið hjá teimum í stríðnum fyri at varðveita føroyska málið, ið er undir áhaldandi trýsti. - Føroyskt er undir einum øgi­ ligum trýsti, tí tað er so nógv av útlendskum tilfari, ið er lætt at fáa hendur á í dag. At vit kunnu hjálpa til, at tilvitanin hjá bæði vaksnum og børnum um føroyskt gerst betri, er bara gleði­ligt, sigur hann og leggur aftur­at. - Vit leggja dent á menning og stimbran av barninum. Tað sum er umráðandi, tá vit gera tilfar, er rørsla og mál. Góð móttøka Tað er umleið ein vika síðan, at nýggja heimasíðan bleiv al­ manna­kunngjørd, og hevur mót­ tøkan verið sera góð, upplýsir Finn Johannesen. - Tað sum er sera jaligt er, at foreldur og lærarar halda at til­ farið er gott og kann brúkast. Tað eru vit glaðir fyri. Tað er eisini øgiliga stuttligt at síggja, at fólk brúka tað til undirvísing, sigur hann. Nýgg ja heimasíðan er bara fyrsta stigið í nýggja til­ farinum hjá Bubu og vissar Finn Johannesen fyri, at hann og restina av toyminum hava ætlanir um at halda fram við at fram­leiða føroyskt tilfar til børn. - Vit ætla okkum at halda fram at arbeiða við føroysku barna­tilfari, ið stimbrar málsligu menn­ingina hjá børnum. Næsta stig er at gera eitt slag av eydnu­ hjóli við bókstavum á, ið eg kann ferðast um landið við. So kann eg syngja løg, ið eru knýtt at bókstavunum, so at man fær ljóðini meira fram. Á tann hátt fáa vit flutt hetta frá teldu­ni og út til fólk, sigur Finn Johanne­ sen. HALLUR@SOSIALURIN.FO TEMA: V.U. Hammershaimb 200 ár V.U. Hammershaimb 200 ár