hósdagur 21. mars 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019
SOSIALURIN 34
17
- Ætlanin er at leggja allir sangirnar í Barnasangbókina út, so at børnini kunnu
hoyra teir. Tankin er at fáa børn at hyggja eftir føroyskum tilfari, heldur enn at
hyggja eftir útlendskum, greiðir Árni Øregaard frá, ið er margmiðlasmiður hjá Nám
HALLUR AV RANA
S
tutt undan jólum gav
Mentamálaráðið
út
sangbókina
Barna
sangbók Føroya. 114 av
best umtóktu føroysku barna
sangunum eru í bókini og er
ætlanin, at hon skal latast øllum
nýføðingum í vøggugávu frá
landinum.
Um sama mundi sá Youtube-
rásin Barnasangbók Føroya
dagsins ljós, har allir sangirnir
í nýggju sangbókina so líðandi
verða lagdir út sum videofilmar.
Higartil hava sangirnir á
rásini verða spældir 273.106 ferð
ir og eru mest spældu sangirnir
”Mæ, mæ, mæ”, ”Mítt lítla fitta
lambamæ”, ”Lítla fitta nissa mín”
og ”Góða mamma, kom nú”.
Føroyskt framum
útlendskt
Meðan tað er Mentamálaráðið,
ið hevur givið Barnasangbókina
út, er tað Nám, ið hevur staðið
fyri at lagt sangirnar út. Tað
verður gjørt við at leggja teir út
á Youtube, nam.fo og snar.fo.
- Ætlanin er at leggja allir
sangirnar í Barnasangbókina út,
so at børnini kunnu hoyra teir.
Tankin er at fáa børn at hyggja
eftir føroyskum tilfari, heldur
enn at hyggja eftir útlendskum,
greiðir Árni Øregaard frá, ið er
margmiðlasmiður hjá Námi.
Higartil eru 99 av teimum 114
sangunum lagdir út á Youtube
og kemur restin so líðandi,
greiðir hann frá.
- Vit hava fingið góða hjálp frá
Kringvarpinum, ið hevur givið
okkum tær upptøkur, ið tey
hava sitið inni við av ymiskum
sangum. Harumframt hava vit
fingið tilfar frá Bubu, Tatanka,
Kular Røtur, Trølla Pætur og
øðrum, ið hava havt ymiskar
sangir á Youtube og aðra staðni,
greiðir margmiðlasmiðurin frá.
Góð móttøka
Viðvíkjandi teimum sangum,
ið einki video hevur verið til,
hevur Nám gjørt ymisk video
til sangirnar. Í nøkrum førum
er talan um myndir og í øðrum
førum er meira gjørt burturúr.
Ein tann nýggjasti sangurin,
ið er lagdur út, er ”Fimm smáar
apur”. Teknarin Allan Korsager
Davidsen hevur gjørt ein
animatiónsfilm til sangin, ið
Guðrun Sólja syngur. Filmurin
tekur støði í tekningini, ið hann
gjørdi til sangin í Barnasang
bókini.
Árni Øregaard greiðir frá,
at fólk hava tikið væl ímóti
nýggju rásini, ið er vorðið eitt
savningarstað fyri føroyskar
barnasangir.
- Móttøkan hevur verið
øgiliga góð. Flestu fólk, ið
hava børn undir sjey ár, hava
antin vitjað rásina ella hoyrt
um hana. Vit hava bara fingið
jaligar aftursvar um rásina og
at nýtt føroyskt tilfar er komi á
Youtube, sigur hann.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Barnasangbókin á Youtube
Meira talgilt tilfar til børn
HALLUR AV RANA
S
einastu mánaðirnar
er nógv nýtt føroyskt
barnatilfar lagt út á
Youtube og alnetið, har
av nógv av tí hevur sín uppruna
í, at Mentamálaráðið í 2018 valdi
at seta sjóneyka á málmenning
hjá børnum.
Aðrastaðni á hesi opnuni
ber til at lesa um tvær av hes
um verkætlanunum, ið eru
Barnasangbókin á Youtube og
bokstav.fo, ið er nýggja síðan
hjá klovninum Bubu.
Og um vit ynskja at næsta
ættarliðið skal læra føroyskt, so
er slíkt tilfar neyðugt. Tað sigur
Eyð Berghamar Steinbjørns
dóttur, MA í føroyskum, sum í
fjør skrivaði eina MA-ritgerð um
máltøku hjá føroyskum børnum
við serligum atliti at íkasti úr
útlendskum máli.
- Tað hevur týdning, at børn
læra móðurmálið fyrst. Tá tey
læra seg eitt mál, hevur tað
týdning hvussu ofta tey hoyra
tey íkastini, ið tey fáa, fyri at tey
taka tað til sín og tey íkastini
gerast partur av teirra máli. So
kann man siga, at um tey hoyra
mest íkast á enskum á Youtube
og hoyra tað upp í saman, so
verða tað kanska tey íkastini,
ið tey læra fyrst, greiðir hon frá.
Flestu eru á Youtube
Í samband við MA-ritgerðina
gjørdi Eyð Berghamar Stein
bjørnsdóttur eina kanning
millum føroysk børn, ið staðfesti,
at sjálvt tey yngstu kendu væl til
enska málið.
- Kanningarnar hjá mær stað
festu, at børn niður í vøggu
stovualdur lærdu seg barna
sangir, tøl og litir á enskum.
So tað er eingin ivi um, at tey
allarflestu føroysk børn í dag
brúka Youtube, sigur Eyð Berg
hamar Steinbjørnsdóttur.
Tí metir hon, at tað hevur
stóran týdning, at føroyskt tilfar
verður framleitt, ið kann leggjast
út á Youtube og aðrastaðni, har
føroysk børn ferðast í talgilda
heiminum.
- Vit skulu hava meira av øll
um tilfari til børn talgilt. Tað er
at gleðast um, at Barnasang
bókin er á Youtube. Hon var
í gerð meðan eg skrivaði MA-
ritgerðina, og hugsaði eg tá,
hví hon ikki eisini bleiv løgd út
talgilt, tí tað var serliga har tað
manglaði. So tað var gott, at man
tók stig at fáa hetta í lag beinan
vegin, sigur hon og leggur aftur
at.
- Tað spjaddi eisini beinan
vegin nakrar ringar í vatninum,
so nýtt tilfar bleiv framleitt, har
ímillum Fimm smáar apur, ið nú
eru á føroyskum. Tað kundi verið
gjørt nógv meira av tí slagnum,
tí eg veit at nógv føroysk børn
hyggja eftir slíkum sangum á
bæði enskum og donskum.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
- Kanningarnar hjá mær staðfestu, at børn niður í vøggustovualdur lærdu seg
barnasangir, tøl og litir á enskum. So tað er eingin ivi um, at tey allarflestu
føroysk børn í dag brúka Youtube, sigur Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttur