hósdagur 21. mars 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019
SOSIALURIN 34
18
HALLUR AV RANA
N
ýggja landsstýris
kvinnan í menta
málum,
Hanna
Jensen, var nóg illa
sessað í nýggja stólinum í aðal
ráðnum, tá hon í síðsti viku
kunngjørdi, at hon hevði góð
kent eina nýggja bachelor út
búgving í lóg.
Seinnu árini hevur mestsum
ein breið politisk semja valda um
at økja um talið av útbúgvingum
á Fróðskaparsetrinum, men
tann semjan tóktist at hvørva
sum døgg fyri sól, tá serliga
partar av Sambandsflokkinum
funnist at nýggju útbúgvingini.
Útbúgvingin
Millum teirra, ið hevur lagt
lunnar undir nýggju útbúgv
ingina, er Mikael Marlies Karls
son, professari emeritus á Uni
versity of Iceland, fyrrverandi
dekanur í deildini fyri Lóg
og Sosialvísind í University
of Akureyri og adjungeraður
professari í løgfrøði á Setrinum.
Hann hevur 50 ára royndir
frá universitetsheiminum,
harímillum saman við øðrum
at tilrættisleggja og seta á
stovn løgfrøðiútbúgvingina á
University of Akureyri, sum
undirvísari á University of
Iceland og universitetum í
Evropa, USA og Kina. Harum
framt hevur hann tilrættarlagt
fleiri aðrar útbúgvingar í Íslandi.
Tað var eisini í Akureyri, at
tilknýtið til Føroyar og Fróð
skaparsetrið byrjaði, tá hann
hitti ein lesandi, ið hevði stórar
ætlanir.
- Ein føroysk løgfrøðiútbúgv
ing á Fróðskaparsetrinum var
ein serlig verkætlan hjá Kára á
Rógvi, sála. Kári var ein fram
úrskarandi og framskyggin
persónur, ið eg hevði gleði av
at kenna frá hansara tíð í Ís
landi, tá hann legði síðstu hond
á sítt doktaraheiti. Hann fekk
millum annað íblástur úr løg
frøðiútbúgvingini, ið vit høvdu
skipað í Akureyri, men hann
metti, at onkrar tillagingar
máttu gerast fyri eina slíka út
búgving á Setrinum, greiðir
hann frá og leggur afturat.
- Hann megnaði eisini at fáa
eina master útbúgving og eitt
grundskeið í lóg upp at standa
á Setrinum. Hetta er nakað, ið
nógvir føroyingar hava havt
gleði av. Aftaná at Kári doyði
fekk eg eina áheitan, vegna mín
ar royndir og góða samstarv við
Setrið, at hjálpa at halda fram
við verkætlanini hjá Kára. Og
fyri meg hevur hetta verið ein
áhugaverd og gevandi uppgáva.
Læra av mistøkum
Mikael metir at hansara drúgvu
royndir eru dýrabarar fyri Setrið.
Ikki bara hevur hann royndir
við hvat riggar í Akureyri, men
kennir hann eisini til tað, ið ikki
riggar, og tey mistøk, ið blivu
gjørd, tá útbúgvingin bleiv sett
á stovn har.
- Eg havi royndir við at seta
eina nýskapandi løgfrøðiút
búgving á stovn, ið hevur prógv
að sítt virði, hóast fólk vóru
ivasom. Men vit gjørdu nøkur
mistøk tá, ið vit kunnu læra av í
Føroyum, sigur Mikael, tá undir
ritaði hittir hann til eitt prát yvir
Skype um nýggju útbúgvingina.
Ein tann størsti feilurin, tá
løgfrøðiútbúgvingin bleiv sett
á stovn í Akureyri var, at man
fór í holt við útbúgvingina uttan
nakað samskifti við tey, ið longu
vóru á økinum, vísir Mikael á.
Tí mælti hann til, at man setti
seg í samband við føroyskar ad
vokatar, løgfrøðingar, dómarar
og onnur í føroyska løgfrøðium
hvørvinum, tá stig bleiv tikið til
nýggju útbúgvingina.
- Í samrøðum við hesi fólk
spurdu vit, um útbúgvingin
var nakað tey stuðlaðu. Svarini
vóru ómetaliga jalig. Nøkur vóru
ivasom, men tey flestu hildu tað
vera eitt gott hugskot. Millum
annað tí tørvur er á føroyskum
løgfrøðingum, ið eru lærd at
arbeiða innan føroyskar stýris
skipanir og lógarverk, sigur
Mikael og leggur afturat.
- Satt at siga hevði eg ikki
mælt til, at vit hildu á við hesum,
um hesi fólk vóru neilig. Men tey
EINGIN LØGFRØÐI
ÚTBÚGVING
UTTAN STUÐUL
- Satt at siga hevði eg ikki mælt til, at vit hildu á við hesum, um hesi fólk vóru
neilig. Men tey sóu tað skilagóða í hesum, og vil eg meta, at meirilutin innan
føroyska løgfrøðiumhvørvi stuðlar nýggju útbúgvingini, sigur Mikael Marlies
Karlsson, ið er ein teirra, ið hevur tikið stig til nýggju bachelor útbúgvingina í lóg
- Ein føroysk
løgfrøðiútbúgving
á Fróðskapar
setrinum var ein
serlig verkætlan
hjá Kára á Rógvi,
sála. Kári var ein
framúrskarandi
og framskyggin
persónur, ið eg
hevði gleði av at
kenna frá hansara
tíð í Íslandi,
tá hann legði
síðstu hond á sítt
doktaraheiti