hósdagur 21. mars 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019
SOSIALURIN 34
19
sóu tað skilagóða í hesum, og vil
eg meta, at meirilutin innan før
oyska løgfrøðiumhvørvi stuðlar
nýggju útbúgvingini
Var skeptikari
Tá farið var undir at bjóða ein
løgfrøðiútbúgving á Akureyri
fyri fimtan árum síðan, vóru tað
eisini atfinningarsamar røddir
har móti nýggju útbúgvingini.
Og sjálvur var Mikael heldur ikki
sannførdur um, at tað neyðugt
við enn einari løgfrøðiútbúgving
í Íslandi.
- Tá eg kortini bleiv partur av
henni, var tað tí, at eg hugsaði,
at um hon varð veruleiki, vildi
eg gera mína ávirkan galdandi.
Eg var eisini sannførdur um, at
um man skuldi hava eina løg
frøðiútbúgving aftrat, so mátti
hon skilja seg frá tí, ið longu var,
og bjóða nakað nýtt, ið passaði
betri til tørvin hjá einstøkum
lesandi, greiðir hann frá.
Partur av kritikkinum í Før
oyum móti nýggj útbúgving
ini, og sum eisini var frammi í
Íslandi, tá útbúgvingin á Akur
eyri bleiv sett á stovn, er um tað
er nóg mikið av størvum til øll
tey nýggju lesandi.
Í Íslandi var hetta at byrja við
ikki ein trupulleiki, men tá tvey
onnur universitet byrjaðu egnu
útbúgvingar innan lóg, broyttist
støðan. Við fýra ymiskum løg
frøðiútbúgvingum gjørdist tal
ið av løgfrøðingum so stórt, at
arbeiðsmarknaðurin tornaði. Av
tí sama er talið av lesandi nógv
minkað.
Hava eina skyldu
Professarin ætlar sær ikki at
dylja, at søgan kann endurtaka
seg í Føroyum, men hann er
sannførdur um, at tað nokk
skal eydnast teimum flestu at
fáa starv.
- Summi meta, at eitt uni
versitet ikki skal hugsa um
arbeiðsmarknaðin, men lata
marknaðin taka sær av um
fólk fáa arbeiði. Tað haldi eg er
ov lætt. Eitt universitet hevur
skyldu móti tí lesandi, at upplýsa
hvørjir møguleikar eru fyri at
fáa arbeiði eftir loknan lestur,
sigur hann og leggur afturat.
- Tað er ikki stórur eftirspurn
ingur eftir løgfrøðingum ella
advokatum í Føroyum. Tey sum
ynskja lesa lóg mugu hava tað í
huga. Føroyar hava tørv á væl
útbúnum løgfrøðingum, men
um alt man hugsar um, er at
fáa starv, so skal man hugsa seg
væl um áðrenn man fer at lesa
lóg. Men vónandi eru tað fólk, ið
lesa lóg av røttum orsøkum, ið
halda fram, og tey fáa arbeiði,
trúgvi eg.
Hann vísir eisini á, at nýggja
útbúgvingin ikki einans er
ætlað, at útbúgva løgfrøðingar
og advokatar, men at hon opin
til ein breiðan skarða av føroy
ingum.
- Tey sum arbeiða innan lóg
og umsiting í Føroyum kunnu
nýta fleiri av skeiðunum til fak
liga menning, víðari útbúgving
og til upplæru ella endurlæru
í ávísum økjum. Skeiðini verða
eisini partur av útbúgvingini
hjá øðrum lesandi, so sum innan
samfelagsvísund og sjúkra
røktarfrøði, sigur hann.
Harumframt er møguligt hjá
løgfrøðilesandi í øðrum uni
versitetum at taka góðkendu
skeiðini og verða fleiri skeið
eisini opin fyri almenninginum,
ið ynskja taka eitt skeið,
- Alt hetta er longu galdandi
fyri tey skeið, ið longu verða
bjóðað í master útbúgvingini,
men bachelor útbúgvingin letur
upp fyri enn fleiri møguleikum.
Hetta er ein týdningarmikil
partur av íkastinum hjá Setri
num til føroyska samfelagið, og
verður tað helst so, at tey lesandi
á løgfrøðiútbúgvingini vera ein
minniluti av teimum, ið fáa gagn
av nýggju útbúgvingini, sigur
professarin.
Fleiri fyrimunir
Eitt tað fremsta endamálið
við nýggju útbúgvingini skal
síggjast í ljósinum av teimum
átøkum, ið blivu sett í verk, tá
fráflytingin var á breddanum.
Tað er ynskið um at halda upp á
okkara ungdóm, so tey ikki flyta
av landinum og møguliga aldrin
venda heim aftur.
- Um fólk ynskja at taka sína
útbúgving í Danmark, so ger
nýggja útbúgvingin ongan mun.
Tað fer ikki at forða teimum.
Endamálið við útbúgvingini er
heldur ikki at økja munandi um
talið av løgfrøðingum í Føroy
um, men heldur at halda upp á
ein bólk av fólkum, ið veruliga
ynskja at vera verandi í Føroy
um, og sum fáa gagn av eini út
búgving við støði í føroyskum
viðurskiftum. sigur Mikael og
leggur afturat.
- Hetta er ikki einasta orsøkin
til nýggju útbúgvingina á Setri
num, men eitt universitet skal
altíð hava í huga sínar skyldur
til samfelagið og avleiðingina av
sínum tilboðum
Hann vísir tó á, sum nógvir
kritikarar eisini hava, at tað er
neyðugt at nýggja útbúgvingini
verða skipað á øðrvísi hátt enn í
størri universitetum, ið hava eitt
størri fólkagrundalag.
- Tað ber ikki til at stovna
eina løgfrøðiútbúgving í einum
lítlu universiteti í einum lítlum
samfelagi, ið hevur sama
bygnað sum í einum størri sið
bundnum løgfrøðiskúla sum í
Keypmannahavn. Tað krevur
serfrøðingar innan revsilóg,
umsitingarlóg o.s.fr. Tað hevur
man bara ikki ráð til í Føroyum,
ásannar hann.
Mikael leggur tó dent á, at
hetta merkir ikki, at lesandi á
Setrinum á nakran hátt fáa eina
verri útbúgving enn aðrastaðni.
- Eg trúgvi at tey fáa eina betri
útbúgving, har tørvurin hjá tí
einkulta lesandi er í fokus. Her
verður dentur lagdur á at menna
teirra eginleikar innan greining,
grundgeving og samskifti
við støði í løgfrøði-, sosial- og
mentanarumhvørvinum í Før
oyum. Tað er eisini ein styrki, at
tað verða limir í føroyska løg
frøðiumhvørvinum, ið undirvísa
í fleiri fakum, og fáa tey lesandi
sostatt beinanvegin eitt tilknýti
til tað umhvørvið.
Snikkað til føroysk
viðurskifti
Men tað er nú heldur ikki ætlanin
við nýggju útbúgvingini, at hon
skal vera í beinleiðis kapping við
danska tilboðið.
- Ein metingarnevnd mælti
fyri nøkrum árum síðan til,
at Setrið skal leggja dent á
føroysk viðurskifti sum mál,
samfelag, fiskivinnu o.s.fr. Tað
taki eg undir við og haldi tað
serliga er týdningarmikið inn
an lóg. Á nógvan hátt líkist
føroyska lógarverkið tí danska,
men á nógvan hátt er tað eisini
ólíkt. Ætlanin er tí, at lesandi
á Setrinum, fáa eina betri út
búgving í føroyskum viður
skiftum, greiðir professarin frá.
Hann vísir eisini á, at hóast
nógvar danskar lógir eru í gildi
í Føroyum í dag, so er tað ymiskt
hvussu tær verða brúktar og
tulkaðar í Føroyum og Danmark.
- Sjálvt um talan er um eina
danska lóg, so verður hon
tulkað og virkar á annan hátt
í Føroyum. Tí konteksturin og
siðvenjan er øðrvísi í Føroyum,
vísir hann á.
Munurin á hvussu lógarverk
ið virkar í Føroyum og Danmark,
endurspeglast eisini í nýggju út
búgvingini, har man hevur valt
at leggja dent á nøkur skeið, ið
eru meira viðkomandi fyri før
oyingar.
- Her verður undirvíst í før
oyskari fiskivinnulóggávu,
arbeiðslóggávu, innanríkis
stýrisskipanum, sosiallóggávu
o.s.fr. Um man arbeiðir sum
advokatur í einum felag, stovni
ella aðalráði, so er tað vitan inna
hesi evni, ið eru týdningarmikil,
um man arbeiðir í Føroyum,
sigur hann og leggur afturat.
- Harumframt leggur útbúgv
ingin dent á at skilja saman
hangin í løgfrøði og hvussu
hon virkar í verki, so at lesandi
megna at grunda um støðuna
hjá lógarskipanina í saman
hanginum av siðvenju, mentan,
søgu og samfelagsbygnaði. Hetta
eru alt viðurskifti, ið hava týdn
ing fyri hvussu vit skilja lóg og
hvussu hon verður nýtt í verki.