Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019 SOSIALURIN 34 20 TVINGSILSSØLA Fríggjadagin 12. apríl 2019, kl. 13.00 verður í Føroya Rætti, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla yvir ognini matr. nr. 306k Bygningur nr. 1, Vágur, bygningur á leigaðum grundøki – Bryggjan 6, 900 Vágur – (AS nr. 2-34/2019). Talan er um ein vinnubygning á leigaðari grund í tveimum hæddum. Bygningurin stendur á leigaðurm grundøki og er innrættaður soleiðis: Veghædd: Durur við trappu uppá miðhædd, talvurúm/ goymsla, móttøkuhøll, goymslurúm, goymslurúm/ turkarí, umframt ein tilbygningur, sum er eitt rúm, og sum hevur inngongd fyri seg. Miðhædd: Gongd við trappu niður í veghædd, tvær skrivstovur, pakkirúm til turran fisk, arkiv/ goymslurúm, lítið goymslurúm og industrikøkur. Sambært tingbókini er grundøkið matr. nr. 306k Vágur, sum bygningurin stendur á, 820 fermetrar til víddar. Tvingsilssølan er umbiðin av Óla M. Hansen, adv., Magnus Heinasonar gøta 10, 100 Tórshavn, tlf. 669900 (mál nr. 2157001), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina. Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum hjá Føroya Rætti. Føroya Fútarættur, 18. Mars 2019. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Hans Eli Dahl gjørdist sjúkur og andaðist 6. mars 2019, 75 ára gamal. Hjartans tøkk til starvsfólkini á B6 og portørarnar á landssjúkrahúsinum fyri ta virðiligu umsorgan, tit vístu bæði Hans Eli og okkum avvarðandi. Takk til Theodor D. Olsen, prest, fyri góð orð í kapellinum og í kirkjuni. Takk fyri blómur, kransar og minnisgávur til palliativu eind á B6. Takk til tykkum úr mannskórinum fyri vakran sang. Takk tit øll sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Takk tit øll sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Takk øll somul. Familjunnar vegna Birna Edith, Hansina, Jens Pauli og Bjarni við familjum Heilsurøktara At byrja 1. mai 2019, ella eftir avtalu. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag, kvøld,náttar- og vikuskiftisvaktir. Starvið er á Gerðisgarði í Skálavík. Gerðisgarður er ein bústovnur ætlaður borgarum við demenssjúku. Starvsbrøkurin er 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Køksfólk. At byrja 1.mai 2019, ella eftir avtalu. Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag, í dag tímum. Starvið er á Gerðisgarði í Skálavík, og á útiøkinum. Gerðisgarður er ein bústovnur ætlaður borgarum við demenssjúku. Starvsbrøkurin er 0,5 svarandi til 20 tímar um vikuna. Summarfrítíðaravloysarar: Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum , heilsuhjálparum, vaskifólki og køksfólki at arbeiða í tíðarskeiðinum 1. juni til 31. august 2019. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag, kvøld,náttar- og vikuskiftisvaktir. Vaktirnar eru á øllum stovnum í økinum og á útiøkinum. Førleikakrøv fyri øll sum søkja • Útbúgving og/ ella royndir , prógv og autorisatión • At tú er jalig /jaligur og hevur lætt við at umstilla teg. • At tú brennir fyri arbeiðinum við eldri og menniskjum við skerdum førleikum • At tú hevur koyrikort. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og avvarðandi feløg. Um tú ynskir at vita nærri um størvini, er tú vælkomin at seta teg í samband við økisleiðaran Randarsól Kristiansdóttir, telefon 793601 ella teldupost ot@ot.fo Umsókn Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 02.04-2019. Umsóknin skal sendast til : Økistænastuna í Sandoyar Sýslu, Miðgøta 8, Fo-210 Sandur ella á teldupost ot@ot.fo Att: Randarsól Kristiansdóttir ØKISTÆNASTAN Í SANDOYAR SÝSLU søkir eftir einum heilsurøktara, køksfólki og summarfrítíðaravloysarum fyrst og fremst www.in.fo udagur 20. september 2017 Nr. 109 91. árg. kr. 20,00 í leysasølu og granska Vísindavøka s4 Skúvoy: Lundin hevur havt tað go s4 LANDSROYNDIR: KØVA ÁHUGA HJÁ BØRNUM AT GRANSKA rarar í náúruvísindaligum ru grein um kenna seg noydd ar at j d t á t f kli f n b 22. SEPTEMBER 2017 Eyðun hevur Parkinson: SJÚKAN RÍKAR MÆR LÍV søla reið- u Síða 4