Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019 SOSIALURIN 34 21 Harði dysturin um veiðugjøldini er nú byrjaður So at siga allir partar síggja nógvar forðingar í uppskotinum um veiðugjøld ÁRNI GREGERSEN T að verður ein harður dystur at fáa uppskotið um veiðugjøld, sum Høgni Hoydal, lands­ stýris­maður, hevur lagt fram, sam­tykt í tinginum og góðtikið av teim­um, sum skulu brúka lógina. Eitt líknandi uppskot er lagt fyri tingið fyrr, men tað kom ikki gjøgnum skipanina og fall brutur. Nú er uppskotið lagt fram aftur við smærri broytingum, men fram­vegis møtir uppskotið stórari mót­støðu. Samgongan hevur sett sær fyri, at ein skipan við veiðigjaldi skal set­ast í verk, so at øll, ið hava og gagn­nýta føroysk fiskirættindi, skulu lata landinum eitt gjald. Í lóg­ini um fyrisiting av sjófeingi frá 2017 er staðfest, at rættindahavari skal gjalda tilfeingisgjald, ið sam­ svar­ar við tilfeingisrentuna. Hetta tilfeingisgjaldið kann vera antin sum gjald avgjørt á upp­boði ella veiðigjald sum av­ gjørt í hesi løgtingslóg. Í uppskotinum verður staðfest, hvat munurin er á tilfeingisrentu og tlfeingisgjaldi: Tilfeingisrenta er tað avlop, sum er eftir tá ið kapitalur og ar­ beiðs­megi eru lønt í sam­svari við av­kast til kapital og løn til ar­beiðs­ megi í øðrum vinnu­greinum. Tilfeingisgjald er tað gjald, sum eig­arin av tilfeinginum – í hesum førinum landið, - tekur inn av til­ feingis­rentuni. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur landsstýrismaðurin, at ein skatting av tilfeingisrentu ella av eyka stórum vinningi av fiski­ skapi kann ikki samanberast við van­ligan partafelagsskatt. Tilfeingisgjaldið kann dragast frá skattskyldugu inntøkuni hjá felagn­um ella persóninum sam­ bært skattalógini. Uppskotið um veiðu­gjalds­skip­ an­ina ger, at neyðugt er at gera ein ser­skildan tilfeingisroknskap fyri tey feløg, sum reka fiskiskap. Ov torført Í stóran mun vísir vinnan á, at tað fyrst og fremst torgreiddu skip­ an­ina, sum veiðugjaldið verður út­roknað eftir. Í einumav hoyringsskrivinum verð­ur funnist at, at ein rokn­ skap­argreining fra einum grann­ skoð­arafelag, skal brúkast sum grundarlag fyri at áseta útrokn­ ing­argrundarlagið.. At ein slík roknskapargreining verður sum grundarlag undir skatta­lóggávu, er eisini óvanligt. Felagið Nótaskip finst eisini, at upp­boðssøluprísurin verður bland­aður uppí útrokningarnar. - Eftir okkara meting gevur tað ikki nakra meining, at knýta hesi við­urskifti saman, tí tey hava onki við hvørt annað at gera, og hetta ger skipanina sera fløkta. Verður bjóðað sum hig­ar­til á upp­boðs­ sølunum, so verða allir rættinda­ hav­ar­ar rakt­ir av hækkandi veiði­ gjøld­um – eisini teir, sum ikki bjóða á uppboðssøluni. -Eisini kann verða víst á, at áset­ir landsstýrismaðurin ein minsta­prís á uppboðssøluni, sum er hægri enn roknaða veiðigjaldið, so førir hetta til eina hækking í veiði­gjaldinum, um selt hevði verið fyri minstaprís, skrivar fel­ agið Nótaskip. Heldur ikki Fiskivinnuráðið tek­ur heldur ikki undir við upp­ skot­inum. Ráðið heldujr, at hend­ an skipanin er umsitingarliga óneyð­uga tung og ráðið finst eisini at, at ein roknskapargreining, sum skal er ætlað til annað, skal brúkast, sum annars ikki er gjørd til endamálið. Reiðarafelagið tekur heldur ikki undir við leistinum fyri einum veiðugjaldi. Spurnartekin verður eisini sett við, um avreið­ing­ar­skip­ an­in og hagtølini hjá Vørn eru egnað og klár til at umrokna alla veiðu til runda vekt, sum gjaldið tek­ur støði í. Víst verður á møguligar óhepn­ ar avleiðingar av, at veiði­gjaldið skal tillagast upp­boðs­sølu­prísin­ um. Við at seta minsta­prís­in á uppboðssøluni, kann lands­stýris­ mað­urin óbein­leiðis hækka veiði­ gjaldið. Fiskimannafelagið tekur ikki und­ir við uppskotinum og al­ menni myndugleikin, Vørn, sig­ur at uppskotið krevur eyka um­sit­ ing hjá myndug­leik­unum og hjá vinn­uni. Orðaskiftið Í Løgtiginum var 1. viðgerð av upp­ s­kotinum í gjár. Kanska var ikki so nógv nýtt at hoyra. Samgongu­ ting­fólk vardu í stóran mun upp­ skotið, meðan andstøðan helt seg til hoyringssvarini frá vinnuni og var ímóti uppskotinum. Tað tykist tó rættuliga greitt, at stórur partur av tingmanningin heldur at uppskotið og grund­ar­ lagið at koma fram til gjaldið er ógvu­liga torført at skilja. Málið er beint í vinnunevndina. Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, stendur aftanfyri uppskotið, sum fekk 1.viðgerð í gjár. Nótaskipini eru ímóti og tey vita eisini, at tey koma at bera ein stóran part av veiðugjøldunum. Fleiri finnast eisini at, at skip sum royna undir Føroyum, eisini skulu gjalda tilfeingisgjald.,