hósdagur 21. mars 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019
SOSIALURIN 34
22
HERI MOHR
Í
2017 gav Bókaforlagið Sprot
in út bókina KJAK UNDIR
KRÍGNUM, og Bergur Rønne
Moberg, lektari í føroyskum
bókmentum á Føroyamálsdeildini,
Fróðskaparsetur Føroya, var
ritstjóri.
Undirritaði
fekk
bókina í jólagávu 2018 frá einum
langabbasoni, abbasoni og hans
ara maka.
Bókin er sundurliðað soleiðis:
•
Upplýsandi inngangur:
Politikkur og onnur
virðisøki.
•
51 greinir eftir William
Heinesen og Heðin Brú
frá 27. februar 1943 til 23.
december 1944.
Aftast á permuni lesa vit:
Greinirnar í hesum savni stóðu
regluliga sum framhald í Føroya
Social-demokrat í 1943 og 1944.
William Heinesen og Heðin Brú
høvdu skrivað.
Talan er um eitt heildarkent
íkast til kjak um føroyskan polit
ikk og føroyska mentan undir
seinna heimsbardaga.
Greinirnar hava tveir gløggir
eygleiðarar skrivað, og teirra
styrki er, at teir duga at síggja
grundleggjandi mynstur í føroysk
ari mentan og serliga í aktuellu,
politisku kjakmentanini, sum fær
eina yvirháling fyri og aðra eftir.
Við teimum mongu yvirskipaðu
sjónarmiðunum um føroyskan
politikk, mentan, fólkalyndi o.a.
hevur tilfarið væntandi bæði al
mennan áhuga hjá søgufrøðing
um, bókmentasøgufrøðingum og
øðrum fakfólki.
Bergur Rønne Moberg hevur
sum sagt skrivað drúgvan, upp
lýsandi inngang til tess at lýsa
eitt intellektuelt og flokspolitiskt
óheft íkast mitt í eini grovligari
politiserandi tíð.
Tann 6. mars 1943 kunngjørdu
William Heinesen og Heðin Brú,
at ”allar ómerktar greinir í hesi
deild eru skrivaðar av okkum.
Innsendar greinir vilja altíð verða
merktar við fullum rithøvunda
navni.”
Ritstjórin er av teirri áskoðan,
at bókin er eitt heildarkent tiltak
at lýsa føroyskan politikk og
føroyska mentan undir seinna
heimsbardaga. Tí, sum hann sig
ur, greinirnar eru skrivaðar av
tveimum gløggum eygleiðarum,
hvørs styrki er, at teir ’duga at
síggja grundleggjandi mynstur í
føroyskari mentan og ikki minst
í aktuellu politisku kjakmentanini,
sum fær eina yvirháling fyri
og aðra eftir.’ [Undirritaði kann
skoyta uppí, at W.H. og H.B. sóu
fullvæl, eins og fleiri onnur, at
okkara ungi, vakri tjóðskaparakur
varð yvirgingin av illgresi, sum
hóskandi kann kallast harðrent
tjóðskaparreyp].
Ritstjórin vil vera við, at Willi
am Heinesen og Heðin Brú vilja
hava tjóðskaparretorikkin niður
á jørðina, tí virknaðurin av hesum
retorikki stimbrar ikki føroyska
sjálvkenslu og ger ikki Føroyar
størri, men elvir tvørturímóti til
trongskygni og smáligheit.
Hóast Jóannes Patursson eis
ini fær skolu oman yvir seg, er
hann tó tað stóra undantakið í
føroyskum politikki og søgufatan:
'Tað vakrasta og virðismesta
í Jóannesar Paturssonar virki
hongur ivaleyst saman við hans
ara hugi at gera Føroyar størri.
Hetta skal ikki fatast soleiðis, at
vit benda á nýtt landnám; haraft
urímóti kunnu vit gera okkara
land rúmari við at greiða Føroya
søgu fyri okkara landsmonnum,
við at vísa okkara føðiland sum
eina eind innan fyri tað norð
urlendska samanhangið og at
royna at leita fram á eitt grund
arlag, har vit kunnu byggja eina
nýggja tjóðskaparliga mentan á
eitt nútíðar føroyskt samfelag,
har vit sjálvi skulu hava ræðið.
Fáur maður her heima hevur
verið so eldhugaður fyri hesum
verki sum Jóannes Patursson.
Á mangan hátt hevur hann
verið framman fyri sína tíð.
Hansara vekingararbeiði hevur
altíð verið merkt av óræddari
styrki, og hansara sjálvkensla
sum føroyingur og norðbúgvi
hevur virkað frígerandi á teir
nógvu føroyingar, ið hava kent
tað mannminkandi altíð at vera
undir fremmandum fyrisæti.´
(Nøkur orð um Føroya fólks søgu,
2.10.1943).
´At klandurslyndið í okkara
partapolitiska lívi er ein tann
størsti meinbogin fyri øllum
mentunarligum og samfelagslig
um vøkstri í Føroyum, er tíverri
eink nýtt. Fyri seks árum síðani
skrivaði Jørgen-Frantz eina sera
forvitnisliga grein um hetta málið;
hendan greinin hevur alsamt í
dag boð til øll tey mongu her á
landi, ið royna at vinna fram til
eina greiniligari fatan av okkara
tjóðskaparligu, samfelagsligu
støðu, og sum av álvara eru farin
at leiðast við tí ævinliga persóns-
politiska svassinum, sum okkara
bløð flóta yvir við.
Her skulu vit loyva okkum
at taka upp aftur nøkur brot úr
hesari grein´….. (Tikið úr greinini
Orð til umhugsunar, 6.11.1943).’
Samanumtikið má haldast,
at tað er heppið, at greinirnar,
sum William Heinesen og Heðin
Brú skrivaðu í 1943-1944 – báðir
høgt í metum sum heimskendir
rithøvundar – nú eru gjørdar
livandi aftur við bókini KJAK.
Málsligar viðmerkingar í inn
ganginum:
´Ymiskt, sum sambært før
oyskum rætskrivingarreglum er
skeiv bending og skeivur stav
ingarháttur, er ikki rættað. Grein
arteksturin sleppur stórt sæð at
standa, sum hann upphavliga
varð prentaður. Staving sum
´menturnar-traditiónum´ verður
sostatt ikki rættað. Tað, sum helst
er ávirkan frá havnarmáli, sleppur
eisini at standa: ”júst í okkara
friðleysi og brárisni tíð.”
Somuleiðis við danismum:
´týdningarmikilt.’ Skeivar fall
bendingar eru heldur ikki rætt
aðar sum t.d.: ”í teimum ringu
útkomulíkindunum, tann nýggja
handilsøldin býður meginpartin
av øllum føroyingum, og fyrst og
fremst ungdómin.” Sumt sær út
sum prentvillur, men er tað helst
ikki, sum eitt nú danska orðið
´kreds,’ ið verður stavað ´kres,’
uttan um, sum verður stavað ’utan
um,’ ´kambfjøður´, sum verður
stavað ´kamfjøður´osfr. Haraftur
ímóti er tað, sum fatað verður
sum beinleiðis villur, rættað:
´felagsskappur´-´felagsskapur´
´dómkirkjubyggin´- ’dómkirkju
bygging´osfr. Punktum eru skilað
til ymsastaðni, tí frávera av teim
um kann loypa ólag í lesingina.’
Tað, sum undirritaði her hevur
skrivað, havi eg í stóran mun tikið
úr innleiðingini hjá ritstjóranum
Bergi Rønne Moberg.
Men, men!
Niðast á síðu 168 í bókini –
greinin eitur ”Tað Nationala” – er
ein ólesilig fløkja, sum ikki hongur
saman.
Ein grein eitur Frammiúr Før
oyingar. Orðið frammiúr kemur
fleiristaðni fyri í bókini.
Tað er eisini vanligt, at saman
sett orð, til dømis lands-menn,
fyrikoma í bókini við bindistriku.
Tað er sera óheppið og órógv
andi hjá teimum, ið lesa bókina, at
hava kenslu av, at handritið ikki
hevur verið endaliga rættlisið,
áðrenn tað varð latið til prent
ingar.
Annað upplagið av KJAK undir
krígnum eigur skjótast gjørligt at
verða givið út rættlisið – ætlað
til skúlabrúks eins og allar hinar
bøkurnar hjá Williami Heinesen
og Heðini Brú.
Frægast er kanska at makulera
restina av fyrsta upplagi.
Til tess at lýsa, hvussu okk
ara nevndu rithøvundar við hol
bergskum kannustoyparahumori
og handalagi myndaðu føroyskan
politikk 1943-1944, verður greinin
SØGUTOS 8.7.1944 við hesum
skrivað in extenso:
Teir leikandi eru:
Pápin …. Ramligur fullveldismaður
Sonurin.. 14 ára gamal skúlanæm
ingur
Sonurin:
(Situr og lesur í ”Dagblaðnum”).
Pápi, her stendur at lesa, at
Føroyar í 16. øld vóru ”et sandt
og vist Norges krones land og
ledemod.” Íðan, vóru vit so ikki
føroyingar tá?
Pápin:
(Situr og fær sær døgurða). Hvat
sigur tú, Óli? Jú vist vóru vit
føroyingar, tað hava vit altíð verið,
og tað eru vit tíbetur enn.
Sonurin:
Jú men, hvussu kundu vit so
samstundis vera ”et Norges krones
land og ledemod og Norges riges
rette medbyggere og indfødte
mænd?”
Pápin:
Lat meg síggja! Jú, hetta hava
skilamenn skrivað, so tað man
vera rætt (grundar eitt sindur) Ja,
Óli…vit vóru norðmenn. Vit eru tí
betur sprotnir av góðum norskum
runni, tí eru vit ikki enn av látri
KJAK UNDIR KR
Eitt bókaummæli:
BÓKAUMMÆLI