Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019 SOSIALURIN 34 23 útskolaðir. Sonurin: (Hugsar) Jú, men, pápi – hví vildi Tróndur í Gøtu ikki hava Føroyar at koma undir Noreg? Pápin: Jú, Óli, tað komst av tí, at tá vóru Føroyar fríar! Føroyar vóru eitt land, eitt fullveldisríki, ið ikki vildi lúta fyri harðræði Haralds kongs hins hárfagra ella nøkrum øðrum kongi ella høvdingi. Tróndur bardist sum ein hetja fyri at Føroyar ikki skuldi missa sítt tjóðskaparliga frælsi. Hann var ein góður føroyingur, ein tann mætasti, vit hava átt. Sonurin: Men so Leivur Øssursson… hví mundi hann so geva ræðið frá sær og taka Føroyar í len frá Magnusi kongi hinum góða? Pápin: (Etur og grundar) Eg veit ikki, tú, eg veit ikki. Tað sá kanska ikki so gott út. Men kortini…vit gjørdust tó partur av hinum norska ríkinum, móðurland okkara, tað, ið vit eru sprottin úr frá fyrstan tíð. Skaðin var ikki so stórur kortini, Óli. Tvørturímóti. Skaðin kom fyrst, tá ið vit saman við Noreg komu undir danskt kongsvald. Tá sukku vit niður í sand og øsku. Hetta veitst tú eins væl og eg, Óli. Danskurin tók alt frá okkum, mál og mentan, jørð og ogn. Ein vísindamaður hevur roknað út, at teir gjøgnum tíðirnar hava tikið 100.000.000.000.000 ella okkurt sovorið. Tað eru tøl, ið tala. Sonurin: Íðan, pápi – guldu vit ikki eisini skatt til Noreg á sinni? Pápin: (Etur) Jú, men tað vita vit so lítið um. Tað hevði ikki so nógv uppá seg, sært tú. Tað var í hvussu er frægari enn at gjalda til Danmarkar. Sonurin: Pápi, her stendur, at danski komgurin Kristian ll í 1525 royndi at avreiða Føroyar til Onglands. Pápin: Ja, eg síggi tað. Trúlest og svikafult var hatta slagið altíð. Sonurin: Men um vit tá vóru komin undir Ongland, pápi? Vildi tað so ikki hóast alt verið frægari enn at vera undir donskum kongum? Pápin: Sjálvandi góði. Hetland og Orknoyggjarnar fóru jú tann vegin, og har stendur jú væl til, har eru jú bæði havnir og vegir. Sonurin: Men tey tosa enskt, er tað ikki so? Pápin: Á jú – men er enskt ikki fittligt mál? Tað er í hvussu er frægari enn danskt. Sonurin: Men, pápi … hví helt Heindrikur kongur Vlll seg undan? Pápin: Á, eg veit ikki. Hann var ein blúgvur maður.. Hann vildi ikki hava eitt avreitt land… Sonurin: Men so stendur her, at Fríðrikur kongur lll í 1658 bjóðaði svenska konginum Karl Gustav at leggja Føroyar undur Sviaríki. Pápin: Stendur tað har, so er tað beint. Har sært tú sjálvur, hvussu ómenniskjansligt tað hevur farið fram ímóti okkum. Sonurin: Jú men, pápi – um vit vóru undir Sviaríki … hevði tað so ikki verið frægari fyri okkum enn at verða undir Danmark? Pápin: (Etur og hugsar) Tað mátti so verið. Sviaríki er eitt stórt ríki. Svenskararnir høvdu helst alt fyri eitt givið okkum tað fullveldi, vit høvdu uppiborið. Men Karl Gustav kongur vildi sjálvandi ikki taka av. Hann var ein heiðursmaður, hann tók ikki við skammiligum tilboðum. Sonurin: Men, Pápi… so kom Kielarnáttin. Pápin: (Heldur uppat at eta) Ja, so kom Kielarnáttin. So kom Kielarnáttin. Snakka mær ikki um. Tá hendi tað ringasta, sum enn er hent í okkara longu søgu. Tá varð Noreg avreitt til Sviaríkis, og Føroyar … Føroyar vórðu slitnar burtur úr sambandinum við Noreg. Tá seig bølaniðan yvir alt landið. Sonurin: Men um nú Føroyar høvdu fylgt við Noregi og komu inn undir Sviaríki, pápi? Tá hevði jú alt verið í lagi, tí tá høvdu vit enn í dag verið undir Noregi. Og í 1905 høvdu vit saman við Noregi kvett sam­bandið við Sviaríki og verið frælsir og fríir menn. Pápin: (Tegir, etur og hugsar). Sonurin: So hevði mangt verið øðrvísi, pápi. So høvdu vit verið norðmenn út í odd og egg. Vit høvdu ikki tosað føroyskt, men norskt. Pápin: Nú fert tú skeivur, Óli. Víst høvdu vit tosað føroyskt, sum vit tosa nú. Í Noregi tosaðu tey tá longu danskt. Sonurin: Á, ja. Men so høvdu vit ið hvussu er einki samband havt og einki sjálvstýri. Ella … vit høvdu bert havt samband, pápi. Er tað ikki so? Tí tá hevði eingin tjóð­skap­ar­rørsla verið í Føroyum. Hevði tað, pápi? Pápin: Tú spyrt og tú spyrt, Óli. Á nei, kanska. Sonurin: Og – fullveldi, pápi, tað høvdu vit ikki havt fyri neyðini. Pápin: So er, Óli. Sonurin: Og amtmaðurin hevði verið norskur. Pápin: Ha? Sonurin: Amtmaðurin … Pápin: Ja, eg hoyri, eg hoyri. Lat meg hugsa meg eitt sindur um. Sonurin: Her stendur … Pápin: Tig. – Nei, sært tú, Óli; um vit høvdu verið verandi undir Noregi, so høvdu norðmenn sjálvandi alt fyri eitt givið okkum fullveldi og latið løgtingið rátt í Føroyum. So vóru vit eitt føroyskt ríki, Óli! Sonurin: So vóru vit ikki ein norskur landslutur? Pápin: Vit vóru eitt føroyskt fullveldisríki, sigi eg. Ert tú við? Sonurin: Men um nú norðmenn ikki høvdu givið okkum fullveldi? Pápin: So skuldu vit tikið tað! So skuldu vit verið teimum ein líka harður kleppur sum Tróndur á sinni, tá ið hann feldi teir norsku skattauppkrevjararnar, ja, gjørdu enda á sjálvum Sigmundi Bresti­ syni, kongsmanninum, ið vildi týna Føroya tjóð…! Ella eins og tá vit saltaðu fútarnar niður seinni í tíð­ini! Føroyingurin letur seg ikki soleiðis viðfara! Sonurin: Pápi, nú hvøldu tygum suppuna! Pápin: Tað verður harvið. (Hugsar) Tó, tungt hevði tað verið at barst móti frændum og skyldmonnum okk­ara. Tað hevði verið mest sum bróðurmorð! Nei, Óli, latið okk­um vera takksamar fyri at lagnan hevur spart okkum fyri slíkt og givið okkum sambandið og javnaðarmenninar og Louisi­an­ar­arnar at berjast ímóti. Soleiðis skal tað vera. Tað er bara at standa stinnur. Meira enn so! – Rætt gert tú at tú spyrt og fært at vita. Tú ert eingin býttlingur, Óli, tú bregður ikki burtur úr ætt, lítli mín. Sum tú sært – ”Dagblaðið” hevur altíð grein í sínum máli.. Teir vita hvørjar dýrgripir vit eiga í 1525 og 1658, 1814 og 1906. Um 1906 ikki hevði fallið í okkara lut, so høvdu vit einki Dagblað átt, ongan Fólkaflokk, einki at gramla um, einki at reypa av. – Væl gagnist, Óli. Í maj 1944 eitur ein grein ”Eru Føroyar láturverdar? ´Líkaleiðis er tað við tí flokki, ið verður róptur radik­alt sjálvstýri, ”fólka­flokkurin.” Hann hev­ur at kalla ikki bjargað ein­um dusti av tí anda, ið upprunaliga var í føroyskari sjálv­stýris­rørslu. Andslívið tykist hann yvirhøvur ikki at miða ímóti – útyvir at ”Dag­blaðið” nú og tá kem­ur við einari nýggjari føði­lands­yrking, so turrgeld, at sjálvt rossini mugu tára.’ Seinasta greinin í bók­ini eitur ”Hægsta virði er andi.” Hon er ummæli av bókini ”Moriendo” hjá J. H. O. Djurhuus. Hetta yrk­ ingarsavnið er um deyðan. ´Ein mildari tóni kemur tó fram her. Hugtakandi er tað millum øll hesi gravminnini eisini at finna eitt fyri Símun av Skarði; hetta er ikki ein kaldur og strunkur marmorsteinur – nei, hetta er ein jarðklettur, ið er tilgrógvin við lívsins mosa og korka, ein før­oyskur steinur. Og so er innihaldið ikki um deyðans trega, men um lívsins dýra­barastu og haldbestu gávu: ungdóm og anda.’ Hægsta virði er andi – So tú vár ungdóm vandi. ´Til síðst vilja vit av øllum alvi styðja ”Dagblaðið” í tess ráðum til øll, sum hava útkomu til tað, at keypa bókina [Moriendo]. Fært tú einki burturúr henni sjálvur, so goym hana til børnini hjá tær. Tey fáa kanska gleði av henni, tá ið tey vaksa til og verða meira vitandi enn teirra fedrar. J. H. O. Djurhuusar yrkingar hava framtíðina fyri sær.’ RÍGNUM