hósdagur 21. mars 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019
SOSIALURIN 34
24
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
1. partur
E
in tann størsta vanlukk
an, sum man vera hend
fyri eina einstaka bygd
eftir støddini, er skaða
dagurin í Hesti, tá ið 11 menn
mistu lívið. Hetta hendi fyri júst
100 árum síðani. Her skal takast
aftur í hesa søgu.
Jóan Chr. Poulsen skrivaði í
Hestsøgu um skaðadagin:
„Fyrsta apríl 1919 fóru tríggir
bátar í havið, tvey seksmannafør
og eitt fýramannafar.
Harðasti streymur var og
mysing, men ørgrynni av fiski.
Skjótt drógu allir upp í bátarnar
og koyrdu segl á aftur at landi.
Tá ið tað seinna seksmannafarið
„Roysningurin“ var komið nakað
inn, helt ein av bátunum seg
síggja fýramannafarið sigla langt
undan teimum, og var leiðin hjá
teimum inn á Hælin (sunnast
á Hestoynni.). Vestfalskyrrindi
vóru, og teir munnu helst ikki
hava torað inn í Kolturssund fyri
íðuni, ið væntaðist at vera í tann
dagin. Bæði seksmannaførini
fóru inn á Kolturssund og komu
fram í øllum góðum. Tá ið „Roysn
ingurin“ var komin á land, og teir
sóu, at fýramannafarið var ikki
komið, kom ótti á teir, men lítið
varð tosað, tí eingin vildi leypa
ræðslu á tey, ið avvarðaðu. Tá ið
tað var blivið hálvmyrkt, og eing
in bátur var komin, var eingin í
iva um, at ein vanlukka var hend.
Góvu sítt lív fyri at
bjarga øðrum
Sjey menn tóku seg saman at fara
at leita eftir teimum. Lykt høvdu
teir við sær. Um ta tíðina, tá ið teir
vóru komnir út fyri Hælin, varð
ein sovorðin bøla niða, at ein sá
einki burtur frá sær, og munnu
teir tá hava rógvið seg á land.
Onkur heldur, at teir eru
komnir í samband við hin bátin
og umkomnir undir bjargingini.
Tá ið hesin seinni báturin heldur
ikki kom aftur, var tað onkur,
ið eggjaði til at manna enn ein
bát og fara at leita eftir teimum.
Men tá segði ein maður, ið mist
hevði son á tí seinna bátinum,
nei. „Tí,“ segði hann, at „um ein
bátur fór avstað afturat, so kom
hann heldur ikki aftur.“ Teir fóru
so til gongu út í Hælin og róptu,
um nakar var har. Har kom einki
aftursvar.
Morgunin eftir varð farið at
leita við báti. Uttan fyri Hvanna
gjógv fleyt stýrið av fýramanna
farinum við stýrisvølinum í. Tætt
við land innan fyri Sáturnar fleyt
ein ár og fótalunnar og tiljur, ið
hoyrdu til báðar bátarnar.
Aftan á henda mannskaðan
var ligið heima frá útróðri í fleiri
dagar, og fyrsta dagin, ið farið
var aftur til útróðrar, gjørdist
ódnarveður á suðri. Henda dagin
vóru fá eygu í bygdini turr, so
leingi eingin bátur sást koma.“.
Ingibjørg misti pápan
Men hetta er eisini enn ein søga
um, at fólkið megnaði at fóta sær
hóast slík bakkøst.
Tað var so heppið, at tað eydn
aðist í 2009 at koma tal við Ingi
bjørg Hansen, f. 1915, sum misti
pápan skaðadagin, og sum mundi
vera seinasta barn, sum tá var á
lívi av teimum, sum mistu pápan.
Ingibjørg greiddi frá:
„Mamma kallaðist Marianna
f. Joensen. Hon átti trý systkin:
Johanna Maria, kallað Mia, var
ógift og búði hjá ommu. Amalia,
kallað Malla, giftist til Havnar
við Nikláa Skála, kendur sum
fergumaður. Thomasia doyði 15
ára gomul av meningitis, og so
var tað Jógvan, sum var ógiftur
og búði í Hesti.
Pápi var Dánjal Danielsen.
Beiggjarnir hjá honum vóru Ant
on, sum gekk burtur við „Oliviu“,
og Jens, sum fall í bakkanum í
1894, bara 18-19 ára gamal.
Skaðadagin í 1919, tá ið eg misti
pápa mín, havi eg eina hóming
um. Eg fylti fýra ár í september,
sum vanlukkan hendi í apríl. Pápi
fórst við tí fyrra bátinum, sum
hvarv. Eg minnist, at tað kendist,
sum um tað var nakað, sum var
undarligt. Mamma situr undir
mær um morgunin. Omma kem
ur inn, og nú sigur mamma: „Eru
teir komnir?“ „Nei,“ sigur hon,
„mamman hevur heldur ongan
fingið aftur.“ Tá var mammu
beiggi, Jógvan Joensen í Kova,
sum var 33 ár, farin við tí seinna
bátinum, sum var farin at leita
eftir tí horvna fýramannafarin
um.
Omma hevði tá mist sín ein
asta son við seinna bátinum.
Mamma visti ikki tá, at hesin
báturin eisini var farin. Tá hevði
eg mist pápa og mammubeiggja.“
Frásøgn í Dimmalætting
Um hesa hending skrivaði Dimma
lætting m.a.:
„Hvorledes Ulykken er fore
gaaet, er der naturligvis umuligt
at sige med bestemthed, men
Sandsynligheden taler for, at
Ottemandsfareren er forulykket
ved at ro paa et af de farlige
Undervandsskær ud for „Hælin“.
Man har sandsynligvis næret
Haab om, at Besætningen af
Firemandsfareren kunde have
reddet sig i Land her og er af den
Grund i den mørke Nat kommet
saa nær Land, at Ulykken er sket.
Under Bestræbelserne for mulig
vis at redde de andre, har Seks
mandsfarerens Besætning ikke
tænkt saa meget paa sin egen
Sikkerhed. For de i Hestø Bygd
længselsfuldt ventende Hustru
er, Børn og Forældre blev det
en frygtelig Nat i Spænding og
Uvished, men da det saa endelig
blev klart, at alt Haab var ude,
kendte Sorgen og Trøstesløs
heden ingen Grænser. Omtrent
Halvdelen af Bygdens Mænd
revet bort paa en eneste Nat!
Sjældent er en færøsk Bygd
bleven ramt saa haardt af Skæbn
ens tunge Haand. For Bygden
Hestø med sine ca. 80 Indbyggere
føles denne sørgelige Ulykke som
et uudsigeligt Tab, der vil sætte sit
Præg paa Bygden for lange Tider.“
Kristian Djurhuus
fór út at ugga
Kristiani Djurhuus, sum seinni
gjørdist løgmaður, arbeiddi tá á
dómaraskrivstovuni. Hann sigur
soleiðis frá í sínum endurminn
ingum, sum hava verið endur
givnar í hesi røð:
„Morgunin eftir vanlukkuna
komu boð til myndugleikarnar
í Havn um tað, sum var hent.
Biðið varð um, at „góð menniskju“
kundu koma út í Hest at tosa við
tey, sum sótu eftir. Frú Ebba Müll
er var millum teirra, sum skuldu
royna at fáa onkran út í oynna.
Hon ringdi til mín á skrivstovuni
og heitti á meg um at fara. Eg helt
meg ikki vera egnaðan, helt eisini,
at eg var ov ungur (hann var 24
ára gamal) til eina slíka uppgávu.
Men eg var staðiliga biðin um at
fara, so eg eftirlíkaði.
Tá ið eg fortaldi um hetta
heima, vóru bæði konan, Margr
etha, og míni foreldur eins ivandi
og eg.
Men pápi mín var samstundis
glaður um, at eg hevði fingið
hesa áheitan, tí hann hevði
havt eitt byggiarbeiði í Hesti
nøkur ár frammanundan. Tá
var hann blivin vinur við báðar
teir saknaðu bátsformenninar.
Mamma var samstundis vinkona
við konu annan bátsformannin.
Eg varð fluttur yvir í Hest við
einum motorbáti, men eg eri ikki
førur fyri at útgreina, hvat ið eg
kendi á mær, tá ið eg kom upp á
land. Eg føldi meg sum eitt óver
dugt lítið menniskja, men ein
stillislig bøn til hin Almáttuga má
hava verið blivin hoyrd, tí tá ið eg
kom inn í raktu heimini, veruliga
vóru tey øll rakt, var tað eins og
orðini komu mær av munni á ein
slíkan hátt, at eg føldi, at hesi
fólk, eg tosaði við, høvdu funnið
troyst og styrki at bera sín stóru
og tyngjandi sorg.
Bygdin var vissuliga hart rakt.
1. apríl eru 100 ár liðin síðan hesa vanlukku.
Tí fara vit at taka aftur í tað, sum er
skrivað um hesa syrgiligu hending.
SIÐSØGA
Eitt 100 ára minni:
SKAÐADAGURIN Í HESTI
Sjáldan hevur ein bygd mist so nógv ein einstakan dag.
Kristian Djurhuus varð 24
ára gamal sendur út í Hest at
troysta tey, sum sótu eftir.