hósdagur 21. mars 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019
SOSIALURIN 34
25
Komandi partur
Seinni partur av frásøgnini um skaðadagin í Hesti kemur
um tvær vikur. Komandi partur verður um bretskan
hermann, sum fekk føroyska konu, sum verður 100 ár.
Eftir í bygdini vóru bara nakrir
fáir eldri menn, einkjur og børn.
Tó var ein ungur maður eftir,
Hans Frederik Joensen, sum til
vildarliga ikki var heima henda
dagin. Vit vóru konfirmeraðir
saman.
Teir næstu mánaðirnar kom
eg ofta út í Hest í samband við
tey mongu skiftini, sum vóru
eftir teir farnu. Eg kendi meg í
nógv ár knýttan til menniskjuni
í Hesti. Vinkonan hjá mammu
kallaðist Herdis f. Hentze. Hon
var vist trímenningur mammu,
og tað var úr Dalsgarði í Skálavík.
Herdis átti nógv børn. Tað elsta
var tá umleið 12 ára gamalt. Hetta
var Jóan Petur Joensen, sum fyrst
gjørdist lærari í Ålborg, og seinni
gjørdist hann fyrsti skúlaráðgevi
í Føroyum.
Herdis helt fram at taka sær
av garðinum og vitanum í Hesti.“
Teir, sum fórust
Tað vóru jú tvær manningar,
sum fórust. Ingibjørg var kelda
til lýsingina av monnunum.
Í fyrra bátinum vóru hesir:
1. Esmar Poulsen f. 1873, ætt
aður úr Kollafirði, men vaks upp á
Bakka úti í Hesti. Hann fór ungur
til skips við Jensi í Dali og eisini
við Pola í Dali. Hann førdi skip hjá
Pola, men eisini skip, sum teir áttu
í felag. Honum gekk væl at fáa
fisk. 1907 var seinasta árið, hann
var burtur. Aftan á tað hevði hann
handil og róði út. Esmar var giftur
við Elisabeth Helenu f. Jacobsen f.
1867 av Selatrað. Hon hevði verið
á Føroya Læraraskúla í 1887, sum
var fyrsta árið, kvinnur fingu
læraraprógv. Hon var lærarinna
í Hesti frá 1897-1900, sama ár,
sum tey giftust í Kirkjubø. Tey
áttu eingi børn. Elisabeth Helena
doyði í 1916 av tuberklum.
Tey bæði vóru limir í teirri
lítlu brøðrasamkomuni, sum var
í Hesti um hesa tíðina, men sum
seinni fánaði burtur aftur. Ingi
bjørg mintist, at teir í brøðrasam
komuni í Havn komu út í Hest at
halda møti.
2. og 3. Hans Poulsen í Sakra
stovu, 46 ár, og eldri sonurin Jo
hannes Pauli, 17 ár.
Har vóru einkja, Maria, og trý
børn eftir, sum vóru 14, 11 og 3 ára
gomul.
Hans var formaðurin á bát
inum og var systkinabarn pápa
Ingibjørg.
4. Daniel Danielsen, 46 ár. Pápi
Ingibjørg.
Á seinna bátinum
fórust hesir:
• Jóan Jakku Zachariassen, 37
ár, var giftur við Sissal, dótt
ur Trónd á Trøð í Skálavík.
Tey áttu ein drong, Mart
in, sum var 4 ára gamal. Hon
flutti úr Hesti aftur og setti
seg niður í Skopun. Sum tann
konan, Malena, mamma Jóan
Jakku, gekk nógv ígjøgnum.
Hon misti mannin og sonin í
Bakkanum í 1905. Hon misti
aftur ein son við „Oliviu“ í 1912.
Nú misti hon so aftur ein son,
Jóan Jakku, í 1919. Hon misti
tískil mann og tríggjar synir í
vanlukkum.
• Jógvan Joensen, Uppi í Stovu,
var 53 ár. Hann passaði eisini
vitan í Hesti. Konan, Herdis, og
trý børn sótu eftir hann. Tey
vóru 18, 13 og 8 ár.
Sonurin Johannes Martin
giftist við Sannu av Velbastað,
dóttur Theu Malenu og Óla
Olsen. Hon var sjálv bara 9 ára
gomul, tá ið hon misti mamm
una. Sanna var eitt álitisfólk
og skilafólk. Hjá henni helt
prestur til, tá ið hann kom
út í Hest. Sanna gjørdist 94
ára gomul. Her fylgdi eisini
óeydna. Abbasonur Jógvan,
Jógvan Joensen, sonur Sannu,
datt oman í Hesti og doyði
fyri nøkrum árum síðani.
Sanna var mamma Theu,
sum giftist við Carl Johansen,
serliga kendur frá Havnar
Arvbeiðsmannafelag.
• Hjalgrim Hentze, keypmaður,
var 33 ár. Hann var giftur við
Charlottu, dóttur Zacharis
Zachariassen, sum datt oman
í 1905. Hjalgrim og Charlotta
áttu eina gentu, Marta, sum
var eitt ár eldri enn Ingibjørg,
og ein son, Hjalgrim, sum var
hálvtannað ár. Hann fekk
navnið hjá pápanum, eftir tað,
at hann var deyður. Hjalgrim
giftist við Nancy, dóttur Wensil
Petersen, og hann gjørdist
eisini leiðari í hesi fyritøku.
Her er eisini tann serliga søgan,
at Hjalgrim bjóðaði sær at fara
við bátinum fyri systursonin
Hans Poulsen, sum annars
skuldi við. Hans var bara 18
ár. Hann var komin í bátin, og
Hjalgrim segði við hann: „Far
tú upp aftur og lat meg fara
við”.
• Frants Danielsen var 19 ára
gamal. Hann var sonur Onnu
Sofíu og Hans Danielsen. Har
vóru fleiri onnur systkin.
• Sámal, sonur Klæmint Jo
hannesen Norðan fyri Vegg.
Hann var 17 ár.
Har vóru fleiri systkin. Sámal
var mammubeiggi Jens Paula
Heinesen.
• Antines Kolbjørnsen var giftur
eini einkju, Kristinu. Hon
hevði verið gift við Johannesi,
beiggja Jóan Kristian Poulsen,
hann doyði av tuberklum.
Hon átti tvey børn, Hans og
Fridu, við honum. Hon var
tá fyri kortum gift uppaftur
við Antinesi, so nú misti hon
seinna mannin eisini, men
Hans, sonurin, varð bjargaður
av mammubeiggjanum.
• Jógvan Frederik Joensen var
mammubeiggi Ingibjørg. Hann
var ógiftur.
Hetta hevur verið ein vanlukka
fyri hesa lítlu bygd, sum eingin
kann ímynda sær.
Ingibjørg Hansen er høvuðskelda
til hesa frásøgn. Hon misti
pápan skaðadagin.
Hesir fórust við tí seinna bátinum
Minnisvarðin í Hesti
Antines Kolbjørnsen
Jógvan Joensen
Hjalgrim Hentze
Sámal Johannesen
Frants Danielsen
Jóan Jakku Zachariassen
Jógvan Frederik Joensen
Meira kæraleika hevur eingin enn tann,
at hann letur lív fyri vinir sínar.
Johannes evangelium 15,13