Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019 SOSIALURIN 34 28 TRÓNDUR ARGE – TA´ QALI, MALTA Í tríggjar dagar hevur før­ oyska landsliðið fyrireikað seg á Malta, til fyrstu roynd­ina í nýggju EM- undan­kapp­ingini. Umstøður eru kendar, tí føroyska liðið var á Malta so seint sum í november í fjør, har vit spældu javnleik 1-1. Boðini úr føroysku leguni eru, at vit eru betri enn Malta og tí eiga at kunna vinna. Somu tankar hava vit havt fyrr. Á heimavølli móti Andorra og Lettlandi í sein­ astu HM-undankapping, og til áðurnevnda dystin móti Malta, sum var í Nations League. Vit hava heilt víst flutt okkum langt, men verðin flytur við. Vit eru aftur favorittar, men stóra av­bjóðingin hjá okkum hevur verið at skapa málmøguleikar, tá vit hava bóltin meiri enn mót­ støðu­liðið. Nú er uppgávan hjá lands­ liðs­venjaranum, Lars Olsen, at finna eina lykil, ið kann lata maltesisku verjuna upp og geva okkum trý stig. Síðani brøgdini móti Grikkalandi hava avrikini verið eitt sindur misjøvn, nú Lars Ol­sen fer í holt við sítt seinasta skeið við hesum sáttmálanum. Skal fyrrverandi danski lands­liðs­liðskiparin flyta før­ oyska landsliðið eitt seinasta fet, so krevur tað eitt gott avrik á Malta, hóast umstøðurnar kundu verið betri. Vit hava spælarar í norsku, ís­ lendsku og føroysku kappingini, sum ikki eru í dystarvenjing, meðan spælararnir í donskum fót­bólti hava spælt tríggjar dyst­ ir. Maðurin í toppform er Jóan Símun Edmundsson, ið hevur fingið nógvar góðar minuttir í beinini í Arminia Bielefeld, sum hevur fingið eina góða byrjan upp á seinnu hálvu í 2. Bundes­ liguni. Tað er ein broyting í mun til upprunaliga hópin. Sonni Ragnar Nattestad, sum nú spælir í FC Fredericia í næstbestu deildini í Danmark, er skaddur. Í hansara stað er komin Bartal War­dum, sum er úttikin til lands­liðið á fyrsta sinni, saman við málverjanum Karstini Han­ sen. Teir hava báðir spælt við U21-landsliðnum, men eru farnir um aldursmarkið fyri at spæla U-landsliðsfótbólt. Fyrsta venjingin gav ábendingar Týsdagin hevði landsliðið sína fyrstu venjing á Malta. Vant var á vøllinum sum Hibernians hevur sum heimavøll. Eitt nú spældi B36 á hesum vøllinum, tá teir spældu móti Valletta fyri nøkr­um árum síðani. Venjingin gav ábendingar um, at Lars Olsen ætlar at halda fast í somu spælskipan sum seinasta dyst móti Malta, sum var í november 2018. Sonni Ragnar Natte­stad hevur givið avboð og í hansara stað kemur helst Od­ mar Færø. Síðani sær tað út til, at Rógvi Baldvinsson verður á verju­ kenda miðvøllinum saman við Brandi Hendrikssyni, meðan Hallur Hansson verður meiri fram­rættaður. Á vengrunum verða tað Sølvi Vatnhamar í høgri og René Shaki Joensen í vinstru. Fremsti maður verður óiva Jóan Símun Edmundsson. -Eg havi sent ein part av lið­ num, men enn kann nógv henda. Eg haldi vit kunnu siga, at eg havi lagt meg eftir at spæla 4-4- 1-1. Vit skapa ov lítið móti teim­ um, tá vit spældu seinast og tá samanumkom, so vóru teir vanda­miklari móti endanum. Tað skal ikki henda aftur. Vit mugu verða vandamiklari á bólti­num, sigur Lars Olsen Venjingin mikudagin gav ongar ábendingar um liðið, men í gjár tóktist aftur greitt, at tað verður áðurnevnda liðið, ið byrjar inni. René: Vit skulu spæla bólt Hann spældi sjálvur báðar dyst­ irnar í Nations League móti Malta í fjør. Hann skoraði bæði í 3-1 sigrinum á Tórsvølli, og í 1-1 javn­leikinum á Malta. -Eg haldi vit spældu væl í fyrra dystinum og helt eisini, at mítt avrik var gott. Tað var stutt­ligt at vinna, men tað er ein blandað kensla við útidystinum. Vit kendu á okkum, at vit høvdu fleiri góðar støðar, men tað blívur ikki til tað síðsta, sigur René og leggur afturat: -Tað var eisini eitt sindur so­ leiðis fyri meg. Eg skoraði til 1-0 eftir tveir minuttir, men stutt seinni eri eg íblandaður, tá teir skora til 1-1. Tað var ein løgin kensla, men vit tosa eisini um at tað kendist væl, tá vit spældu bóltin. Tá eru vit omaná, men tá vit byrja at gúppa og spæla upp á teirra premissur vísa vit, at vit kunnu koma í trupulleikar móti øllum. Eisini móti Malta, sum saktans kundi havt skorað í seinna hálvleiki, sigur mið­ vallarin í Grindavík. Føroyar spæla leygardagin fyrsta dystin í hesi EM-undan­ kapp­ingini. Vónirnar eru góðar og hesa ferð er Jóan Símun Edmundsson við. -Um vit spæla upp til okkara besta, so eiga vit at kunna vinna á teimum. Tað sær út til, at vit hava fleiri spælarar í toppformi. Brandur, Hallur og Jóan Símun eru í toppformi, eg haldi eisini at eg eri betri fyri enn seinast vit spældu her, sigur René Shaki Joensen. René á høgra bakk Lars Olsen hevur úttikið 20 av 23 møguligum spælarum. Sermerkt er, at bara ein høgri bakkur er úttikin. Tað er Gilli Rólantsson. Landsliðsvenjarin sigur, at hann vónar at Gilli spælir báðar dystirnar á tamb, men helt fyri á tíðindafundinum at René Shaki Joensen kundi verið ein avloysari, um tað verður neyðugt. René hevur seinastu dystir­nar spælt á vinstra vongi. -Eg má vera erligur og siga, at eg veit ikki hvat eg eri eftir­ hondini. Í seinastuni havi eg følt at miðjan er mítt pláss, men eg haldi eisini tað er super at spæla á vinstra vongi. Eg vil tó ikki siga, at høgri bakkur er mítt pláss longur. Tað var tað kanska fyrr, men eg hevði nokk havt tað trupult, um eg brádliga spældi har, sigur havnarmaðurin á lands­liðnum. Hann hevur fleir ferðir boðað frá, at hann ynskir at koma til eitt størri felag enn Grindavík í Íslandi, men nú heldur hann fram í felagnum hetta árið. -Eg havi sáttmála, men gjørdi eina roynd at koma víðari. Eitt nú hava vit ikki ein fysioterapeut á liðnum í ár. Tað eru helst nógv ting, sum eg kundi havt nega­ tivar tankar um, men velji ikki at hugsa um tað. Nú skal eg bara fáa sum best burturúr fram til sep­tember, sigur René Shaki Joen­sen at enda. Malta vil meir Gianluca Lia er journalistur hjá blaðnum Times of Malta. Hann sigur í samrøðu við Kringvarpið, at bæði miðlarnir í Malta og fjepp­ararnir vóru vónbrotnir eftir javnleikin ímóti Føroyum í Upptakt: Tríggjar ferðir hava vit spælt javnleik, tá vit hava skula vunnið. Nú skulu vit aftur vinna, men vit mugu finna lykilin. – Vit skapa ikki nokk av málmøguleikum, sigur Lars Olsen ÍTRÓTTUR LARS SKAL FINNA LYKILIN