Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2019síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019 SOSIALURIN 34 29 november í fjør. -UEFA Nations League var ein kapp­ing, har vit spældu ímóti lið­um, sum eru á sama støði sum vit ella kanska beint omanfyri, og tí var tað eitt vónbrot, at vit endaðu aftast í bólkinum. Tað sum órógv­aði fólk mest, var ikki sjálvt úrs­ lit­ið ímóti Før­oyum, eitt stig er hóast alt eitt stig. M e n tað var mest av ø l l ­u m av­rik­ið hjá malt­ es­iska lið­ num, sigur tíð­inda­mað­ urin og legg­ur aftur­at: -Venjarin hevði undan dystinum sagt, at liðið fór at spæla álopsfótbólt og við tí fara eftir sigrinum, sum kundi syrgja fyri, at vit ikki endaðu niðast. Men soleiðis bleiv tað ikki. Eg vil siga, at ein part av dysti­num hevði maltesiska liðið trupul­ leikar av, at føroyingarnir vóru kropsliga sterkari, sigur Gian­ luca Lia við Kringvarpið. Stigini skulu koma móti Malta Føroyar eru í bólki saman við Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia og Malta. Tí bendir nógv á, at vit mugu fáa okkara stig móti Malta, tí øll hini londini eru á pappírinum væl sterkari enn vit. Vit eru eitt betri landslið enn Malta, men vit mugu prógva tað á Ta´Qali leikvøllinum, eins og vit gjørdu í 1997, tá Todi Jónsson tryggjaði okkum sigurin í evstu løtu í HM 1998 undankappingini. -Vit vóru í somu støðu, sum Før­oyar eru í í dag. Vit eru eitt sindur betri enn Malta og skulu vinna á teimum. Eg minnist at Jens Kristian Hansen spældi meg og rann seg leysan. Uni Arge var eisini har og bað um bóltin, men onkursvegna endaði eg við at skjóta sjálvur og skora. Tað er kanska tí tú ert áleypari, at tú velur at skjóta sjálvur. Tað var ein sigur, ið vit sum lið kanska høvdu brúk fyri tá, segði Todi Jónsson við Fótbóltspanelið hjá FM1 fyrr í ár. Seinni sama summar vunnu Før­oyar 2-1 á Svangaskarði móti Malta, eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum. Todi Jóns­ son legði upp til fyrra málið og skoraði tað seinna. Beint eftir hálv­leik bleiv Jan Dam útvístur og Malta minkaði um munin upp á brotsspark. -Vit kundu kanska havt vunn­ ið dystin 5-0, um vit ikki fingu hasa útvísingina. Tá kendi eg á mær, at vit vóru omaná og tað var fantastiskt at spæla. Tað var nógv energi rundanum vøllin og vit fingu nøkur góð mál, sigur Todi Jónsson í somu samrøðu. Føroyar hava eisini spælt tveir venjingardystir móti Malta. Í 2004 vunnu vit 3-2 á Toftum við málum frá Jákupi á Borg, Rógva Jacobsen og Fróða Benjaminsen. Smá tíggju ár seinni taptu vit við somu siffrum í venjingardysti á Malta. Eftir 3-0 til Malta í fyrra hálv­leiki, so minkaðu Hallur Hans­son og Rógvi Baldvinsson um munin í seinna hálvleiki. Sostatt hava Føroyar og Malta spælt seks ferðir móti hvørjum øðrum. Vit hava vunn­ ið fýra ferðir, spælt ein javnan og tapt ein. Tað sigur okkum so mikið sum, at Føroyar saman­ lagt hevur munin á Malta, men seinnu árini hava vit havt trupul­leikar við liðnum, ið vejla at verja móti okkum. Nú skulu vit finna lykilin til at spæla dystirnar, har vit eru favorittar TRONDUR@SOSIALURIN.FO Í samband við lands­liðs­ út­tøkuna hjá Jóan Símuni Edmundssyni, hevur heimasíðan hjá Arminia Biele­feld biðið Jóan Símun Edmunds­son sett eitt dreyma­lið av mót­støðu­ spælar­um, sum hann hevur spælt móti á landsliðnum. Talan er í flestu førum um heims­stjørnur, men onkur óvæntaður spælari er eisini við. Í sínum hálvt hundrað landsdystum hevur hann spælt móti londum sum Italia, Týsklandi, Portugal, Svøríki og Fraklandi. Tað setur sín dám á liðið. Í málinum stendur Gian­ luigi Buffon, sum vardi málið hjá Italia til undankappingina til EM 2012. Italia vann 1-0 á Tórsvølli og 5-0 í Italia. Í verjuni eru Philipp Lahm, týskur heimsmeistari og lið­ skipari, portugisiski Pepe, italski Giorgio Chiellini og David Alaba úr Eysturríki. Á miðjuni eru tað italska parið, Andrea Pirlo og Thiago Motta, og verjukendi mið­ vallarin úr Portugal, William Carvalho. Her sigur tofta­ maðurin, at Andrea Pirlo er tann spælarin, ið hevur berg­tikið hann mest, meðan William Carvalho eftir hansara tykki er undirmettur. Í álopinum er talan um stóru stjørnurnar. Cristiano Ronaldo, Zlatan Ibrahimovic og Franck Ribery. Her sigur Jóan Símun millum annað, at Franck Ribery vísti honum hvussu góður ein spælari kann blíva. Toftamaðurin fekk sína debut móti Frak­ landi í 2009. Orð eru óneyðugt um hinar báðar – teir eru heims­stjørnur og tað er ikki uttan orsøk. Í hesum sambandi hava vit eisini biðið Atla Gregersen og Gunnar Nielsen sett síni dreya­lið, nú teir røkka sínum lands­dysti nummar 50. Dreymaliðið hjá Jóan Símuni Gianluigi Buffon Philipp Lahm Andrea Pirlo Cristiano Ronaldo Giorgio Chiellini Pepe William Carvalho Franck Ribery David Alaba Thiago Motta Zlatan Ibrahimovic Gunnar Nielsen Gilli Rólantsson Sølvi Vatnhamar Odmar Færø Brandur Hendriksson Atli Gregersen Rógvi Baldvinsson Hallur Hansson Jóan Símun Edmundsson Viljormur Davidsen René Shaki Joensen Vit gita: