hósdagur 21. mars 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019
SOSIALURIN 34
30
Hvussu minnist tú tín
fyrsta dyst og fyrstu
landsliðsúttøkuna?
Tað var móti ìslandi á útivølli.
Heðin Askham var venjari og
var fyri nógv kritikki, tí hann
tók eitt so ungt landslið út. Tað
var fantastisk at vinna dystin,
tí umstøður vóru eitt sindur
avbjóðandi við at Jákup Mikkel
sen ikki var úttikin. Tað vr eisini
fanstastiks at spæla otislandi, tí
eg eri sjálvir hálvur íslendingur.
Annars var mín fyrsta
landsliðsúttøka longu sum 17 ára
gamal, tá landsliðið var á venj
ingarlegu í La Manga. Eg hevði
kamar saman við legenduni Óla
Johannesen og Henrik Larsen
var venjari.
Hvat er tín besti
landsdystur sum
einstaklingur?
Eg haldi tað er rímiligt at siga, at
tað var móti Týskalndi áútivølli.
Eg havði verið skaddur í 18 mán
aðir og hevði ongan dyst spælt.
Hevði kanska spælt ein hálv
leik og so spældi eg móti øllum
kanónunum hjátýsklandi. vit
voru aftanfyri 1.0 í hálvleiki
num g var allastaði. Í mun til
umstøðurnar, so er hatta nokk
mí besti, sj´lvt um eg eisini haldi
at eg havi spælt onkaran annan
góðan landsyst.
Hvat er tín ringasti
persónligi landsdystur?
Í mun til vónbrotið, so var tað
kanska heimadysturin móti
Rumenia. teir hvødu ikki so
nógv og so gjærdi eg ein feil. Eg
haldi teuir hava eitt innlegg, sum
blívur til mál. Tað var ein tóm
kensla eftir tann dystin.
Besti dystur sum lið?
Teir fyrstu eg hugi um eru dýst
irnir móti Grikkalandi. Ta vóru
ongar vónir, men so vinna vit. Eg
haldi eisini avrikið av gjøgnum
ført, tí Grikkaland hevði ikki so
nógv. Tað hava eisin verið nógv
góð avrik, men vit eru eisini
komin hartil at úrslitið er so
avgerandi. Tað setti eisini gongd
í nakað við tí sigrinum. Tað var
dysturin, sum vendi stemn
inginum, so vit fingu stuðulin
aftur. Tað var eitt týdningar
mikiðurslit fyri Føroyar.
Ringasti dystur sum lið?
Vit hava fingið nakrar sekkir.
Tað er eitt sindur ringt at velja,
men hugsa vit um vónirnar hjá
okkum, so kanska dysturin móti
Aserbadjan á útivølli. Teir hava
bóltin og vit klára ikki at verða
við.
Hvussu kennist at
skula spæla landsdyst
nummar 50?
Eg havi slett ikki hugsa um tað
áðrenn hesa úttøkuna. Eg helt
ikki tað var komið so langt, en
eg eri takksamru fyri allar dyst
irnar eg havi spælt. Eg kann
onkuntíð iðra meg um, at eg
havi mist so nógvar dystir vegna
skaðar, men av tí sama so eri eg
kanska eisini meiri takksamur
fyri teir dystirnar, ið eg havi
fingið.
Lýs Atla sum spælara
og persón
Vit hava nógv at takka Atla
fyri sum hópur. Hann er eitt
samlingspunk í verjuni og er
róligur, hóast hann eiisni hevur
galskap. Hetta hevur verið eitt
ungt landslið, sum hevur havt
brúk fyri einum samlingspunkti.
Stamman hevur verið ung
og tá hevur tað vrið týdningar
mkikið at hava havt eitt samlig
punkt sum Atla, sum við sínum
eginleikum hevur fingið liðið at
halda saman á vøllinum.
Hann er ein góður vinmaður,
sum eg havi kent frá tíðini tá eg
spældi í Danmark og Frem. vit
hava havt nógvar góðar løtur
saman. Atli er Atli. Hann er ein
góður vinur, sum tú altíð kann
tosa við. Hann er stutt og greitt
tað, sum vit kalla fyri ein stór
kanón. Hann kann siga sína
meining, tá tað er neyðugt, men
er eisini ein skiljandi persónur.
Tú hoyrir altíð um hann er í
nánd og mangan er tað látur
har hann er.
TRÓNDUR ARGE – TA ‘QALI, MALTA
L
iðskiparin á føroyska
landsliðnum fekk ikki
sínar fyrstu minuttir
í landsliðstroyggjuni,
fyrr enn hann var 27 ára gamal.
Tá hevði hann næstan uppgivið
at koma á landsliðið. Gunnar
Nielsen hevur hinvergin verið
rundanum landsliðið í eina tíð,
men her hava skaðar gjørt, at
málverjin nýstani røkkur sín
landsdyst nummar 50.
Tað skal líka leggjast afturat,
at tað í skrivandi løtu ikki
fyriliggur fyri vissu, at Gunnar
Nielsen og Atli Gregersen byrja
inni móti Malta, men ongar
ábendingar eru um annað.
Atli við í øllum sigrunum
Síðani Atli Gregersen kom á
landsliðið, hevur hann verið
partur av øllum stigunum,
ið landsliðið hevur fingið.
Ein einføld útrokning fyri, at
landsliðið við Atla Gregersen
á lið fær stig í 33 prosent av
dystunum. Her eru tó fleiri
venjingardystir móti lægri
styrkismettum liðnum, men
talan er eisini um sigrar móti
Grikkalandi, Lettlandi, Estlandi
og Andorra í EM og HM
kappingum, meðan javnleikirnir
telja eitt nú Norðurírland og
Ungarn.
Atli Gregersen verður 37 í
summar, men sigur at hann
ongantíð hevur verið betri fyri
enn nú. Tað er ikki óhugsandi,
at hetta er seinasta árið hjá
Atla í landsliðstroyggjuni,
men hann prógvar til hvørja
landsliðsúttøku, at huginum
bilar einki. Síðani Fróði
Benjaminsen gavst hevur hann
saman við Gunnari Nielsen verið
aldursforsetin á landsliðnum,
sum skal royna at halda skil á
fleiri av ungu spælarunum.
Hóast Atli Gregersen er
miðverji og hevur eginleikar
at standa rætt og stýra
viðspælarunum, so er hansara
størsta styrki helst evnini at
spæla bóltin upp sum miðverji.
Hann er róligur á bóltinum og
torir eisini at spæla bóltin fram
á miðjuna, tá møguleikin er har.
Gunnar er tann triði í røðini
Føroyska landsliðið hevur
verið vælsignað við góðum
málverjum. Fyrst var tað Jens
Martin Knudsen, sum vit
topphúgvuni og teimum nógvu
bjargingunum, sum bergtók
nærmast allan heimin.
Síðani tók Jákup Mikkelsen
yvir, tá hann eitt nú saman
við Herfølge tók danska
fótbóltsheimin á bóli og vann
danska meistaraheitið. Hann
átti mangan lívið í okkum og
var ein nýmótans málverji,
sum hevði góðar dygdir við
beinspælinum.
Triði í røðini er Gunnar
Nielsen, sum eitt sindur óvæntað
fær plássið til ein venjingardyst
í Íslandi. Havnarmaðurin, sum
er hálvur íslendingur, tekur
av nmøguleikanum. Hann
verður eisini í sínum ungu við
Blackburn og Manchester City,
har hann menniast saman við
heimselituni.
Gunnar
Nielsen
hevur
fleiri ferðir fingið hægstu
spælarameting, tá landsliðið
hevur spælt. So sannførandi
hevur hann verið í fleiri av
hansara 49 landsdystum.
Enn er Gunnar Nielsen bara
32 ára gamal. Tað er ongin aldur
sum málverji, so tað er væl
hugsandi at hann spælir væl
fleiri landsdystir.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Landsdystur nummar 50:
Gunnar Nielsen:
ÍTRÓTTUR
Aldursforsetarnir á føroyska landsliðnum spæla sín landsdyst nummar 50, tá Føroyar í
morgin seta hol á nýggju EM-undankappingina. Sosialurin hevur hitt teir báðar til eitt prát
á Malta. Felags fyri báðar er, at teir kundu havt hugsað sær at hava spælt fleiri landsdystir
GUNNAR OG ATLI
RUNDA HÁLVT
HUNDRAÐ DYSTIR
Manuel
Neuer
(Týskland)
Philipp
Lahm
(Týskland),
Bernardo
Silva
(Portugal)
Cristiano
Ronaldo
(Portugal)
Giorgio
Chiellini
(Italia)
Antonio
Cassano
(Italia)
Pepe
(Portugal)
Andrea
Pirlo
(Italia)
David
Alaba
(Eysturríki)
Xherdan
Shaqiri
(Sveis)
Zlatan
Ibrahimovic
(Svøríki)