Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019 SOSIALURIN 34 31 Hvussu minnist tú tín fyrsta dyst og fyrstu landsliðsúttøkuna? Tað var móti Serbia í 2009. Tað var fyrsta úttøkan hjá Brian Kerr. Vit vóru samlaðir á hotellinum í fleiri dagar. Eg hevði uppgivið at koma á landsliðið, tí eg var so gamal, men eg var betri fyri, tí vit høvdu fingið Jógvan Martin Olsen sum venjara í Víkingi. Tað var ringt at lesa venj­ing­ ar­nar hjá Brian Kerr, tí ongin spældi har sum tú væntaði. Tí vistu vit heldur ikki liðið, fyrr enn dagin fyri. Tá segði hann, at eg skuldi spæla í miðverjuni. Fyrst tvídystur var við risan, Nikola Zigic, sum rendi meg rund í luftini. Tá hugsaði eg mítt. Vit taptu 2-0, men eg haldi vit kundu havt fingið okkurt meiri bruturúr. Tað var stórt at spæla mín fyrsta landsdyst. Hvat er tín besti landsdystur sum einstaklingur? Eg hugsi ofta aftur á ein lands­ dyst móti Finnlandi, har vit taptu 1-0, tí eg haldi ikki eg havi eina feilavlevering. Sjálvandi eisini dysturin á útivølli Grikklandi og móti Fraklandi á heimavølli, tá vit taptu 1-0. Tá kendi eg á mær, at stóð rætt allan dystin. Hvat er tín ringasti persónligi landsdystur? Tað má verða tá vit taptu 5-1 á útivølli móti Slovenia í 2010. Eg spældi vinstri í miðverjuni og einu ferðina skuldi eg sparka vekk, men eg rakti bóltin við hinum beininum fyrst og datt á reyvina. Ein viðspælari flenti og spurdi hvat eg gjørdi. Besti dystur sum lið? Tað blívur torført at koma uttanum heimadystin móti Grikklandi, sum vit spæla ein summardag í 2015. Vit geva kanska onkran møguleika vekk, men tað var ein stórur dagur í føroyskari fótbóltssøgu. Ringasti dystur sum lið? Tað er aftur dystin móti Slovenia, ella tá vit tapa 5-0 móti Italia í Firenze. Vit hava ongan málmøgleika í øllum dystinum. Hvussu kennist at skula spæla landsdyst nummar 50? Sum at tíðin flýgur avstað. Eg hevði aldrin trúð upp á, at eg fór at klára tað. Eg bleiv eisini droppaður á hesum landsliðnum, eftir at Brian Kerr gavst, men her eri eg. Trúgv flytur fjøll! Lýs Gunnar sum spælara og persón Sum spælari er hann ein vinnari og venjingarnarkoman. Hann er eitt sindur “crazy”, sum málmenn skulu verða. Hann er altíð við upp á at venja nógv og er ein gevandi persónur í skiftirúminum. Hann er ein maður, sum stendur við sínar meiningar og torir at siga tað hart. Hann er ein leiðari. Vit hava kent hvønn annan í tjúgu ár. Hann er ein familjumaður, sum eisini gongur høgt upp í sítt arbeiði. Tað gongur ongantíð heilt galið, um tú hevur Gunnar í tínum parti. Set títt dreymlið (bestu mótstøðuspælarar í landsliðshøpi): Hetta er eitt stjørnukent landslið. Onkur spælari hevur kanska spælt væl móti okkum, sum ikki er á liðnum. Verdir av nevna er eitt nú Robbie Keane (Írlandi), sum skoraði hattrik móti okkum, og Kyle Lafferty (Northern Ireland), William Carvalho (Portugal) og Giorgio Chiellini (Italia). Atli Gregersen: FØROYAR – LITAVA 2-1 (2009) FØROYAR – LUKSEMBORG 0-0 (2010) FØROYAR – NORÐURÍRLAND 1-1 (2010) FØROYAR – ESTLAND 2-1 (2011) GRIKKALAND – FØROYAR 0-1 (2014) FØROYAR – GRIKKALAND 2-1 (2015) LIKTENSTEIN – FØROYAR 2-3 (2016) FØROYAR – UNGARN 0-0 (2016) LETTLAND – FØROYAR 0-2 (2016) ANDORRA – FØROYAR 0-0 (2017) FØROYAR – ANDORRA 1-0 (2017) FØROYAR – LETTLAND 0-0 (2017) FØROYAR – LETTLAND 1-1 (2018) FØROYAR – LIKTENSTEIN 3-0 (2018) FØROYAR – MALTA 3-1 (2018) MALTA – FØROYAR 1-1 (2018) (Keld: Faroesoccer.com) Stigini hjá Alta Gregersen á landsliðnum: Gianluigi Buffon (Italia) Philipp Lahm (Týskland), Cristiano Ronaldo (Portugal) Zlatan Ibrahimovic (Svøríki) Nemanja Vidic (Serbia) Mesut Ozil (Týskland) Leonardo Bonucci (Italia) Andrea Pirlo (Italia) David Alaba (Eysturríki) Thierry Henry (Frakland) Karim Benzema (Frakland)