hósdagur 21. mars 2019síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019
SOSIALURIN 34
32
ORÐ OG MYNDIR: DÁVUR WINTHER
B
er til at umskapa eitt
stórt og rátt lagurrúm
úr betongi og til ein nú
tíðar pall til framførslu
av sjónleiki við øllum hugsandi
hentleikum - eftir bert trimum
vikum?
Nakað soleiðis mundi tann
fyri mong ómøguliga áheitanin
ljóða, tá fólkini handan Klaks
víkar Sjónleikarfelag settu sær
fyri at framføra leikin ”Kradd
arin” í Spinnarínum í Klaksvík.
Talan er um ein stóran og
gamlan bygning, sum seinastu
árini eru settur í stand til at hýsa
ymiskum mentanarligum til
tøkum og til onnur høvi, eitt nú
brúdleyp, Torradagar og krún
prinsavitjan og mangt annað.
Men hvussu mundi ovara
hæddin í hesum stóra bygningi
egna seg sum pall? Ber til at
framføra ein barnaleik undir
slíkum umstøðum?
Klaksvíkar Sjónleikarafelagið
hevði valt at fara undir venjing
av hesum leikinum, sum Sús
anna Tórgarð og Birita Mohr
skrivaðu á sinni. Og jú, - tann út
selda frumframførslan í kvøld,
fríggjakvøldið 15. mars 2019,
prógvaði til fulnar:
- at lív er í Klaksvíkar Sjón
leikarfelagi
- at í felagnum finnast hópin
av yngri leikarum
- at hesi leikarar eisini megna
at framføra ein stuttan, men tó
krevjandi leik
- at leikstjórin, saman við
monnunum handan ljóð og ljós,
seyming av búnum og einum
hópi av øðrum hjálparfólkum
vístu til fulnar, hvat eitt slíkt
breitt samstarv kann føra til!
Og ikki minst, at teir báðir,
Hjálmar Dam og Nicolaj Falck,
ið stóðu fyri pallsmíðinum
veruliga megnaðu at umskapa
eina heila høll, tí rúmið er sera
stórt við betongveggum, til ein
sera væl virkandi og framúr
væl úr hondum greiddan pall –
fleiri ymsar pallar, sum spældu
saman til eina heild.
At so pallurin, við síni 23
metrar breidd, man vera størsti
leikpallur í Føroyum, ger bara
søguna um tann horvna stakkin
uppaftur meiri serstaka.
Drigin við
Tú fornemmar tað longu, tá tú
á fyrsta sinni trínur inn í stóra
og breiða pallin: Her er alt gjørt
til tess at áhoyrarin skal fáa eitt
gott kvøld í einum spennandi
ævintýrheimi.
Við einum ótrúligum hegni,
og við stórum eldhuga hava
menn stríðst í dagar og nætur
við at skapa karmarnar kring
henda leikin.
Her var ikki talan um at ein
kundi brúka gamlar pallmyndir
ella leiktjøld. Nei, alt mátti gerast
frá botni av, tí í veruleikanum
var bert eitt her frammanundan:
Eitt stór og tómt lagurrúm.
Breiddin og hæddin í hesum
rúmi var tó eingin forðan fyri
teir, ið stóðu fyri pallsmíði, ljóði
og ljósi. Teir eru allir dugnaligir á
sínum øki, men at fáa áskoðaran
so drignan við í leikin er ikki
hvørt mans føri.
Ringt er í orðum at greiða frá
hesum, tí hetta má bara upp
livast. Men tað er eingin ivi um,
at ein skal leita leingi eftir meiri
sigandi og betri pallsmíði enn
hetta.
Ljós og ljóð
Tað er týðiligt at merkja, at teir
hava hugsað um hvønn ein
asta smálut, tó uttan at hava
gloymt ta stóru myndina. Aftrat
stórum arbeiði við ljóssetingini
bygdi pallurin ómetaliga væl
undir tann partin, sum leikar
ararnir skuldu fylla út. Við
heftu myndunum lýsa eina
lítla hóming av tí stóra og væl
eydnaða arbeiði, sum er lagt í alt
hetta.
Tað sum myndirnar ikki vísa
eins væl er, hvussu leikurin er
hugsaður inn í Spinnaríið. Eitt
stórt arbeiði er lagt í at doyva
ljóðið niður, og hóast tvær stórar
súlur vóru mitt á gólvinum, so
forðaðu teir ikki leikgongdini,
men vóru nettupp tiknir uppí
sjálvan leikin. Vórku eitt slag
av skilarúmi millum ymsu pall
arnar ella leikøkini. Sjálvt ein
ónýtt elevator-skakt er partur
av leikinum!
Eitt annað ótrúligt í hesum
sambandi var, hvussu væl tað
eydnaðist at snýta áskoðaran,
tá tað stóra veitsluborðið var
dekkað. Her vóru áskoðararnir
tiknir á bóli, tí – hetta borðið
høvdu tey ikki sæð áður í leiki
num. Men borðið vísti seg at
vera handan eitt tjald, men við
serligari ljósseting fekk tað at
standa mitt á pallinum.
Hjálp frá áskoðarunum
Um leikararnar kann stutt
sigast, at teir komu sera væl frá
uppgávuni – bæði høvuðsleik
arin, Noomi Brend og øll hini, ið
vóru á palli.
Týðiligt er, at leikstjórin,
Aðalbjørg Linklett við sínum
ídni og tresti hevur fingið tað
allarbesta úr hvørjum einstøk
um leikara. At hon so eisini
hevur verið heppin at hava
báðar pallmenninar, Hjálmar
og Nikolaj aftrat sær sum
hjálparfólk, gjørdi bara sítt til
at leikurin eydnaðist so stak væl
– og tað merktiskt at tey høvdu
givið sær sera góða tíð at hjúkla
um allar smálutirnar.
Serstaka pallsmíðið, sum
var heilt framúr – saman við
fantastisku ljóð- og ljóssetingini,
gjørdi at leikurin varð borin á
lógvum – fløvandi lógvum, ahr
tú sum áskoðari rættiliga varð
tikin við.
Longu frá fyrstu løtu av
var linjan løgd við at leikar
arnir ynsktu at fáa hjálp frá
áskoðarunum. Teir vóru bein
anvegin bidnir
um at stuðla
Fívlinum at
rópa ta røttu
r a m s u n a ,
soleiðis at
hann kundi
fáa
hjálp.
Á s k o ð a r
arnir livdu
væl við í
leikinum, og av og á komu eisini
viðmerkingar haðani til leikar
arnar.
Tað gav at bíta, tá ið tann eini
leikarin sigur í leikinum: “Eg eri
so svong” – “Eisini eg” svaraði
eitt barn aftur í somu løtu, og
so fingu vit enn ein látur, sum
ikki stóð í handritinum.
Alt í alt má sigast, at í kvøld
“bestóð” Spinnaríið royndina
sum sjónleikarhøli til UG.
Leikararnir tað sama sína roynd
á pallinum. Og øll upplivingin er
av slíkum slagi, at fólk saktans
kunnu fara til leikin meiri enn
ta einu ferðina!
Ger tær tann beina at síggja
og uppliva henda leik og uppliv
hesa fantastisku pallmynd –
ella rættari tær mongu ymsu
fantastisku pallmyndirnar.
Takk fyri eina framúr leik-
uppliving, og stuttligt at tað júst
var á loftinum á Spinnarínum,
gott at Spinnaríið aftur er komið
til heiður og æru!
KRADDARIN –
EIN ÓTRÚLIGUR
LEIKUR OG PALLUR
KRADDARIN
LEIKARAR:
Fívilin: Noomi Brend
Kraddarin: Hans Hjalti Skaale
Vaktarfólk: Ingun Nord Olsen og Anna Lovisa Mýri
Nykurin: Lív Hanusardóttir Kjølbro
Gumpa: Sára Skarðenni
Gnisa: Sigrið Mikkjalsdóttir
Trøll: Karla Hansen og Snæbjørg Gustavsdóttir
Veðrurin: Rakul Ellebye Kjølbro
Lomb: Maria Rasmussen og Tóra Bjørk Sigurðsdóttir
Ravnurin: Adelborg Linklett
Frásøgufólk: Adelborg Linklett
Leikrit: Súsanna Tórgarð og Birita Mohr
Leikstjóri: Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett
Hjálparleikstjórar: Nicolaj Falck og Hjálmar Dam
Pallmynd og -smíð: Nicolaj Falck og Hjálmar Dam
Búnar: Durita Joensen
Tøkni: Kristian Danbjørg Heinesen
Hjálparfólk: Liljan Eysturdal Køtlum og Høgni Louisson Poulsen
Studio-upptøkur: Mikkjal Hvannastein