Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. mars 2019 · Nr. 35 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 GRINDADRÁP Vit hava dugað sera væl at tikið teir felagsskapir sum mótmæla grindadrápi, men hóast vit ikki síggja mót­mæl­ is­fólkini long­ u­r, eru tey enn í­millum okk­um, ávarar fo­r­mað­ur­ in í Gr­i­n­da­mann­ a­fel­agnum ­ Áki Bertholdsen Grindamannafelagið fer nú at søkja um at fáa grindadráp á al­tjóða listan hjá ST yvir liv­andi mentan. Tað er UNESCO, sum er fel­ags­skapurin hjá ST fyri út­ búgv­ing, vísindi og mentan, sum er farin at skráseta liv­ andi mentan um allan heim­ in. Í Føroyum hevur serliga verð­ið tosað um at skráseta før­oysk­an dans og føroyskt bát­asmíð, men enn er tað bara føroyski báturin, sum er skrá­settur hjá UNESCO, sum liva­ndi mentan. Men hesa seinastu tíði­ na hevur nevndin í Grind­ a­manna­felagnum eisini um­røtt møg­u­leikan at fáa grinda­drápið á listan, og Ólav­ur Sjúrðarberg, for­mað­ ur í felagnum, sigur, at hann er nú farin undir at skriva um­sókn­ina. Tað er ein nevnd við um­ boð­um frá Tjóðsavninum, Fróð­skap­ar­setrinum og Menta­mál­a­ráðnum, sum við­ger tey uppskot, ið verða send. Á aðalfundinum í Grind­ a­mannafelagnum í Havn leyg­ardagin, staðfesti Ólavur Sjúrð­ar­berg, at grindin er ein part­ur av okkara aldargomlu mat­mentan og eisini partur av okkara virðisgrundarlagi, á saman hátt sum okkara mál, okkara dansur, okkara bygg­isið. – Grindin er ein týðandi part­ur av tí at lívbjarga sær í Føro­yum. Grindin, og alt sum har til hoyrir av mentan og sosialari samveru, og so­leiðis sum grindadráp og grind­a­ býtið er skipað, er eisini ein part­ur av okkara søgu. – Tað er søgan um eitt fólk, ið bygdi hetta land, og sum vildi fjølgast her, og sum enn byggir og búleikast í einum veðurbardum um­ hvørvi, sigur hann. Hann vísir á, at grind hev­ur verið dripin víða hvar, bæði í Noregi, í Hetlandi, í Ný­fund­landi, og aðrastaðni, men tað eru eru bara vit, sum fram­v­egis drepa grind. Men mát­in, vit býta grind upp á, er helst serføroyskur, leggur hann afturat. Eitt gott og friðarligt ár Annars heldur Ólavur Sjúrð­ ar­berg, at hetta hevur ver­ið eitt av teimum góðu grind­a­ árunum, og hartil hevur tað eis­ini verið friðarligt. – Øll økini fingu nakað av grind og samstundis hava sýsl­u­menninir hegnisliga býtt grind tvørtur um grind­ a­øki, tá ið nokk av grind ann­ ars hevur verið í einum øki. Hann vísir eisini á, at hetta seinasta ár­ið hava vit ikki sæð stór­veg­is til teir sokallaðu um­hvørv­is­felags­ skap­ir­nar. Men tað merkir kortini ikki, at teir ikki hava verið her. Tvørtur ímóti hava um­ boð fyri teir verið til staðar í fleiri grindadrápum og hava sent meira ella minni bein­ leiðis frá teimum. Hann sigur, at spring­a­r­ a­drápið í­ Hvalvík seinasta heyst er eitt gott dømi um tað. – Hesi fólkini síggjast ikki so væl longur tí tey fjala seg í fjøldini ávarar hann. Tí er tað sera umráðandi, at allir grindamenn gera sítt arbeiðið lítaleyst, og at grind­ a­for­menn hava eitt neyvt eft­ir­lit við drápinum, sigur hann. Annars heldur hann, at føroyingar hava dug­að sera væl at tikið á­gang­in og mót­ mælini móti grindadrápi frá um­hvørv­is­fel­ags­skap­u­num. Ein partur av hesum er at vera blíð og fryntlig ímóti teim­um, sum koma higar í sam­bandi við grindadráp. Her hugsar hann ikki minst um útlendskar journ­ alistar, sum koma higar at lýsa grindadráp, bæði journ­ a­listar frá bløðum, sjón­varps­ rásum og útvarpsrásum. Eisini hetta faran árið hava fleiri journalistar ver­ ið í Føroyum og vilja lýsa grindadráp og í hes­um sambandi hevur Grind­a­ mann­a­felagið ein týðandi leik­lut at hjálpa teimum við upp­lýsingum, og at fáa sam­ band við fólk. – Her skulu vit bara vera op­in og erlig, fyrikomandi og fryntlig, sigur Ólavur Sjúrð­ ar­berg. Hann staðfestir somu­ leið­is, at alheims dálkingin av vøtn­um­, áum og heims­ høv­unum er ein nógv størri hóttan móti grinda­ stovninum enn teir fáu hval­ i­r­nir, vit taka úr honum. Hava fingið nýggjan nevn­d­ ar­lim Tað er synd at siga, at tað eru hendar stórar broyt­ingar í nevndini í Grind­a­mannafelagnum, síð­ani ta varð stovnað fyri 26 árum síðani, í 1993. Nevndarlimirnir hava verið ógvuliga støð­ug­ur, eitt nú hava bæði Ólavur Sjúrð­ar­berg og Hans Jacob Herm­ an­sen verið í nevndini frá fyrsta degi, og triði nevnd­ar­limurin, Regin Jesp­er­sen í Sørvági, hev­ ur eisini verið í nevndini í fleiri ár. Tey fyrstu árini var Hans Jacob Hermansen, for­mað­ur, men í nógv ár hev­ur hann verið kassa­ meist­ari, og Ólavur Sjúrð­ar­berg hevur verið for­mað­ur. Men á aðalfundinum í Grindamannafelagnum leyg­ar­dagin, takkaði Hans Jacob Hermansen fyri seg og tók ikki við aft­ur­vali. Men nevndin skeyt upp at velja Heina Magn­us­sen í Havn í nevnd­ina fyri Hans Jac­ ob Hermansen, og hann varð einmælt valdur. Nevndin hevur ikki skip­að seg enn síðani aðal­fund­in, men tað verð­ur gjørt á fundi í næst­um. Varalimir í nevndini eru Gutti Guttesen úr Bø, Hans Højgaard úr Havn og Elm­ar Simonsen úr Hvannasundi. Hans Jacob Herm­an­ sen sigur at hesa tíðina, síðani Grin­d­a­mann­ a­fel­ag­ið varð stovn­ að, hev­ur tað havt eitt sera gott samstarv við bæði mynd­ug­leik­ar og grind­a­menn um alt land­ið. Hann sigur, at eitt endamál við felag­ num var at bøta um dráps­hátt­in og at skipa grunda­dráp­ið betri, og tað held­ur hann hevur eydna­st væl. Hesi fólkini síggjast ikki so væl longur tí tey fjala seg VILJA HAVA GRINDADRÁP Á MENTANARLISTA HJÁ ST – Vit skulu bara vera opin og erlig, tí vit hava einki at fjala, sigur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum