mánadagur 25. mars 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 25. mars 2019 · Nr. 35
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ella kvøða ferstemt eftir
lagi tónalagsyrkjarans, sum
gevur hvørjum manni ella
hvørjum songflokki av teim
fýra pørtunum sítt lag at
syngja eftir. Og er tað deiligt
at lurta eftir samljóðinum á
streingjaleikinum,
hvaðna
meiri grípandi fyri hjartað
at hoyra sangin bornan fram
av mannamunnum við lagi,
sum rørir hjartastreingir.
Orðtakið hevur eisini ør
indi aðrastaðni at reka og
kann nýtast, tá ið hugsað er
um hjartað sjálvt í menniskj
uni; tí har eru eisini streingir,
sum hava ymiss ljóð. Nøkur
eru góð ljóð sum kærleiki,
tá ið hann hevur sítt full
tónandi ljóð har inni við øll
um øðrum góðum tonkum
og følilsum, sum hann hevur
í fylgi við sær, sum fýsir til
at fremja alt gleðiligt, gott
og gagnligt fyri øll, ið hann
livir ímillum. Men í okk
ara syndigu natúr eru aðrir
streingir, sum tíverri ovlætt
vilja koma fram og taka ræð
ið frá hinum. Tá ið vreið
is, illsinnis, hats, hevndar
tankar og onnur syndalyst
fáa loyvi at ráða í hjarta
num, so er samljóðið av
hjartastreingjunum spilt, og
óljóð og misljóð brýtur fram.
Hesir streingir mega køvast
og broytast, at misljóðið har
inni má víkja fyri tí gleðiliga
samljóðinum, at tað má vera
friðarligt í mannahjartanum,
tí tá fyrstani verður hjartað,
sum Guð hevur skapað tað
til at vera og njóta sælu og
frið.
Men hvat skal nú gerast
fyri at doyva hesar hjarta
streingirnar og spenna teir
so, at misljóðið av teimum
kann broytast til samljóð
við hinar streingirnar, ið
elska friðin og alt, ið gott,
gagnligt og elskuligt er? Og
tá má svarast, at menniskjan
er viknað av syndini, og er
ikki ment til fulnar við síni
egnu megi at vinna harra
dømi yvir teimum illu lyst
unum. Men tó eru ráð fyri
hond hjá kristnum fólki, tá
ið trúgvin á kærleikan frá
Guði fær innivist í mans
hjartanum við heilaga anda
num. Hann hevur kraft í
sær til at stilla teir darr
andi villu streingirnar og
boyggja teir móti tí ljóði, sum
manshjartanum best gagnar.
Sælt tað menniskja og lukk
uligt tað hjarta, hvar kær
leikin hevur fingið sítt full
tónandi ljóð, og tað í álvara
er komið fram har.
-
Var tað ikki væl sagt? Hevur
ikki Hammershaimb sjálvur
prædikað fyri okkum her í
dag – nú vit minnast hann
í sínum gamla kalli - og við
nýtum orðum lært okkum, at
sæl eru tey, sum hoyra Guðs
orð og varðveita tað? Vit siga
við einum sálmaversi:
Kom Halgi Andin bjarti,
sum eina veit Guðs ráð,
set búgv í mínum hjarta,
so syndin flýggja má.
Kom okkum at upplýsa,
at halga hug og gerð,
so Guð kann okkum hýsa,
tá lívið endar her.
Jákup Reinert Hansen,
lektari
ARTASTREINGIR
Eitt sindur um Hammers
haimbsættina í Føroyum
Tann fyrsti av Hammers
haimbsættini, ið kemur til
Føroyar, er Jørgen Frants
Hammershaimbs. Hann er
føddur í Keypmannahavn
í 1688. Men ættin er ikki
donsk. Navninum Hamm
ershaimb kunnu vit fylgja
aftur til 1642, tá Georg
Smendein av týska-rómv
erska keisaranum, Ferdi
nand III verður upphevj
aður í tann bøhmiska aðalin
við navninum »von Hamm
ersheimb«.
Aðalsbrævið,
sum er skrivað á týskum,
er enn til skjals í ríkis
skjalasavninum í Prag. Í
aðalsbrøvinum fær Georg
Smendein von Hammers
haimb eitt aðaligt vápna
skjøldur, sum nágreiniliga
verður lýst. Um Georg
Smendein vita vit annars
einki annað enn tað, sum
stendur í aðalbrævinum.
Erling Hammershaimb,
professari, skrivar í 1982,
at nógv bendir á, at hann
búði í Nederschlesien, og
at tað er mest hugsandi, at
familjan hevur verið prot
estantisk. Um miðjuna av
1600 talinum vórðu protest
antar í túsundatali riknir
úr Schlesien, og tað er helst
søgan um, hvussu sonur
Georg Smedien, Wencesl
aus Franciscus de Hamm
ershaimb kom til Danmark
ar umleið ár 1674.
Um hetta mundið var
hann í starvi hjá Kristian
kongi V. sum verkfrøðing
ur og landmálari. Á konga
liga
bókasavninum
eru
fleiri kort, sum hann hevur
teknað, eitt nú av Keyp
mannahavn, Lollandi og
Falster.
Wenceslaus Franciscus
de Hammershaimb giftist í
1685 Anniche Knudsdatter
Tveed, og fingu tey sonin
Jørgen Frandz de Hamm
ershaimb og tríggjar døtur.
Wenceslaus
Franciscus
de Hammershaimb búði í
deyðadag sín í 1696 í Vimm
elskaftet í Keypmanna
havn.
Jørgen
Frandz
de
Hammershaimb varð fødd
ur í 1688 og kom stutt eftir
at pápin varð deyður í 1696
í tænastu hjá justitsråd
Johan Conrad Ernst.
Í 1703 fór hann í gull
smiðlæru og arbeiddi sum
gullsmiður til 1709, tá hann
varð útlærdur. Í árunum
frá 1709 og fram til 1723
hevði hann skiftandi størv
innan flotan sum skips
skrivari og privatur skrivari
ymsastaðni.
Í 1723 setti Fríðrikur
fjórði kongur hann í em
bætið
sum
landfúti
í
Føroyum, og er byrjar
sambandið hjá Hammersh
aimsættini við Føroyar.
Jørgen Frandz giftist,
sum siður var, við einkjuni
hjá undanmanninum, Eva
Margrethe Robring, sama
ár, sum hann tók við em
bætinum sum landfúti. Við
henni fekk hann tvey børn,
ein drong og eina gentu.
Eftir at hon doyði í 1727
giftist hann við teirri 15
ára gomlu Elisabeth Krist
ine Samuelsdatter Weyhe.
Tá var hann 39 ár! Saman
fingu tey 13 børn, fýra
dreingir og níggju gentur.
Jørgen
Frandz
de
Hammershaimb, fúti, sat í
embætinum til hann doyði
í 1765. Sonurin, Wenceslaus
Hammershaimb
(føddur
1744) sum longu síðani 1762
hevði verið hjálparmaður
hansara.
Í 1766 giftist Wenceslaus
Hammershaimb við Arm
gard Maria Svabo (syst
ir Jens Christian Svabo),
og fingu tey seks børn.
Wenceslaus
Hammers
haimb doyði í 1828.
Elsti sonur Wenceslaus
Hammershaimb,
Jørgen
Frantz
Hammershaimb
(føddur í 1767) fór sum 14
ára gamal til Danmarkar
fyri atganga á látínskúla í
Slagelse. Seinni fór hann
at lesa løgfrøði við lærda
háskúlan í Keypmanna
havn, haðani hann fekk
embætisprógv.
Í 1806 varð hann út
nevndur til at stýra løg
mansembætinum í Før
oyum. Hann var tann síðsti
løgmaðurin í Føroyum, tí
embætið varð niðurlagt í
1816.
Her í Gongini í Havn vaks V. U. Hammershaimb upp.
Mamman var úr Nýggjustovu vinstrumegin og pápin úr
Fútastovu høgrumegin. Myndin er frá umleið 1890
tíðargudstænasta var um V. U. Hammershaimb. Fyrsta kall hansara var í Kvívík