Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. mars 2019 · Nr. 35 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Evangelium til 3. sunnudag í føstu: Luk. 11, 14-28 “Og Jesus rak út ein illan anda, og hann var málleysur; men tað hendi, tá ið hin illi andin var farin út, tá talaði hin málleysi.” Soleiðis byrjaði evangeliið í dag, og tað munnu helst vera fleiri, sum halda, at vit við hesum versi hava fing­ ið eitt stikkorð, eina yv­ irskrift yvir hesa prædiku og yv­irhøvur yvir hesa guð­s­tænastu. Í morgin, 25. mars ella mariumessu um vár­ið, eru 200 ár liðin, síðani Wencelaus Ulrichus Hamm­ er­s­haimb varð borin í heim á Steig í Sandavági. Minnið um Hamm­ershaimb verður tí fagn­að í hesum døgum, í Sand­avági, har hann var fødd­ur, í Havn, har hann vaks upp, í Kvívík, har hann fekk sítt fyrsta embæti sum prestur, á Nesi, har hann síðani gjørdist prestur og próst­ur. Ja, sjálvt í Lyderslev, har hann gjørdist prestur eftir øll árini í Føroyum, verð­ur hátíðarguðstænasta hild­in í dag saman við Santa Ólavs føroyska kirkjuliði úr Keyp­mannahavn. Hammershaimb var tað, sum gav okkum okk­ara før­ oyska skriftmál. Eftir trilv­ andi roynd­ir, beindur á leið av lærd­um málfrøðingum, evnaði tann ungi føroyski gud­frøð­ing­urin til eina stav­set­ing, sum ikki royndi at end­ur­geva tey ymisku bygd­a­mál­ini, men bygdi á máls­ins forna uppruna. Tá ið skriftmálið var lagt fram, spruttu úr tí føroyskar bók­ ment­ir, bundið og ó­bund­ið mál, týðingar og upp­run­a­ tekst­ir. Besta prógv um hetta er sjálv guðstænastan í eini før­ oysk­ari bygdarkirkju ein dag sum henda. Sálmasangur, bøn­ir og ritual, Guðsorð og præd­ika, alt fer tað fram á okk­ara føroyska móðurmáli, og eing­in undrast um tað long­ur. Tað, sum í dag er tað ein­asta natúrliga og rætta, er mongum eldsálum fyri at takka, tí tey tóku við av­bjóð­ ing­ini og gjørdu eitt megn­ ar­verk. Tað skal ikki verða tik­ið frá nøkrum; men málið sum amboð, tað fingu tey frá Hamm­ers­haimb. Jú, tað ber nokk til at taka undir við teimum, sum undraðust um Jesu stóru undur og søgdu: “Alt hev­ur hann gjørt væl, eisini deyv letur hann hoyra og mál­leys tala.” Tann, sum gav før­oy­ ing­um eitt skriftmál, gekk hann ikki Harrans vegir, gjørdi hann ikki sum tann stóri meistarin, setti hann ikki málið í frælsi, so vit í dag kunnu biðja til Guðs, tala og vitna um hann og syngja hon­um lovsang á tí máli, sum kem­ur frá hjartanum? - Ein av teimum, sum var skjót­ur at taka hin føroyska penn­in í hond, tá ið fyrst hann var telgdur, sigur tað á henda hátt: Hvat kann røra hjarta­ streingir? Hvat kann reystar gera dreing­ir? Tað er móðurmál. Hvat kann teg í sorgum troysta? Hvat kann tendra gleð­i­ neista? Tað er móðurmál. Skaldið fer út at leita eftir tí før­oyska málinum. Hann hoyr­ir tað í briminum og storminum og fossinum; hann hoyrir tað, tá lambið jarm­ar, og fuglurin letur, og takk­ar­songur ljóðar frá bát­ um fyri góða veiði. Hann hoyr­ir Føroyamálið í dansi og kvæðum og í teimum fornu søgum, sum hin gamli mað­urin sigur børnunum frá við grúgvuna. Og hann kemur til tað úrslit, at tað før­oyska málið við sínum ljóði og eyðkennum, tað er okk­um sum einki annað, tað er okkara móðurmál: Tú mást bæði úti og heima dýrt sum reyðargullið goyma væl títt móðurmál. Djúpt í tínum egna barmi, bæði í gleði og í harmi ljóði Føroya mál. Hann læt málleys tala. Tað kundi verið ein rámandi yv­ ir­skrift yvir prædikuna í dag, nú ið Hammershaimb verður fagn­að­ur, eisini her, ið hann fekk sítt fyrsta embæti. - Men vit kundu eisini, við eins góð­um rætti, mint okkum aftur á, hvussu evangeliið end­aði, trivið aftur í tað, sum Jes­us sjálvur segði: “Ja, men sæl eru tey, sum hoyra Guðs orð og varðveita tað.” Tí tað verða bæði orða­ drátt­ur og ákærur og stríð millum Jesus og hans­ara mótstøðumenn, far­i­se­ar­ar­ nar og teir skriftlærdu. Beint tvørt­ur­ímóti tí, vit skuldu hild­i­ð, sóu teir ikki tað, Jes­ us hevði gjørt - at hann hevði rikið út tann málleysa and­ an - sum eina vælgerð. Held­ ur nýttu teir hetta sum eitt høvi at leggja Jesus undir at vera í hóslag við teir illu and­ar­nar. Jesus nýtir tá eitt líknilsi, myndina av tí tóma húsinum, tí sópaða og prýdda og ruddaða og tóma bún­um. Er tað ikki gott, at alt ilt er rikið út úr sálini, úr hjart­anum, spyrja vit. Nei, gott er tað ikki, tí húsið verð­ ur aldri standandi tómt, onk­ ur fer inn og festir búgv. Gott verður tað tí ikki, fyrr enn tað góða kemur inn og sleppir at fylla húsið. Tí leggur Jesus líka stóran dent á báðar liðir í síni niðurstøðu: Ja, men sæl eru tey, sum hoyra Guðs orð og varðveita tað. Og nú skulu tit hoyra nak­ að, sum tit nokk ikki høvdu væntað. Vit fara at geva Hammershaimb presti sjálv­um orðið og lata hann út­leggja dagsins tekst fyri okk­um. Nei, eg eri ikki komin fram á nakað stílahefti við goml­um prædikum sum í sja­toll­inum hjá Niels Lassen Holm, tíansheldur havi eg funn­ið nakra lestrabók eftir Hamm­ers­haimb. Men tá ið A. C. Evensen fór at geva út tíð­ar­ritið Bú­reis­ing­ur í 1902, fekk hann Hamm­e­ rs­haimb at skriva nakr­ar hugleiðingar. Onkur held­ur enntá, at hetta er tað sein­ asta, Hammershaimb hevur skriv­að á føroyskum, og tí er tað næstan sum eitt andaligt testa­menti. Samljóð og misljóð ljóð­ ar yvirskriftin. Samljóð er nakað gott og dámligt; men misljóð líkar hvørjum rætt­ i­lig­um manni illa, skrivar Hamm­ers­haimb. Tí sigur eitt gam­alt orðtak: “Streingir skulu spennast, so teir ljóða væl saman.” Sum fiólin hev­ ur fýra streingir, hvønn við sínum ljóði, á sama hátt kann ein sálmur, songur ella kvæði kynstriga lagast fyri mannamál at syngja HVAT KANN RØRA HJA Fyrsta embæti var í Kvívík Vensil Hammershaimb var sonur seinasta løg­ mann í Føroyum, áð­r­ enn løgtingið var tikið av í 1816. Tá ið pápin var deyður, flutti hann av løg­mansgarðinum á Steig í Sandavági til Havn­ar saman við mammu síni. Tey fluttu inn til ommuna í Nýggjustovu. Hin­u­ megin Gongina búði abbin,V. U. Hamm­ers­ haimb fúti, og Vensil gekk inn til abban at læra at lesa. Tólv ára gamal fór hann til Danmarkar, tók stud­entsprógv og las gud­frøði. Hann hevði eisini hug til norr­øn ­mál. Hann verð­ur nevnd­ur fað­ir at føroyska skrift­mál­ i­num. Í 1841 ferðaðist hann í Føroyum og fór tá at skriva upp fólk­a­ minni. Í 1847 tekur hann gud­frøð­is­prógv, men ikki fyrr enn í 1855 fær hann prest­a­starv heima í Føroyum. Hann verð­ur tá settur í prest­a­embætið í Norð­ streym­oy við sæti á Kirkju­teigi í Kvívík. Sjey ár seinni — í 1862 verð­ur hann settur í próst­a­embætið og flyt­ur tá inn á Nes at búgva. Hann situr í hesum starvi til 1878, tá hann flyt­ur úr Føroyum nið­ ur til Danmarkar, har hann verður settur í starv í Lyderslev. Hetta starvið røkir hann í 20 ár, tá leggur hann frá sær og flytur til Keyp­ manna­havnar, har hann doyr í 1909. Av útgávum kunnu verða nevndar “Fær­ ø­i­ske Kvæder I” (1851), “Fær­øiske Kvæder II” (1855), “Føroyingasøga” (1884) og stórverkið “Fær­øsk Anthologi I og II,” sum Jakob Jak­ ob­sen hjálpti honum at búgva til útgávu. Hann læt málleys tala. Tað kundi ver­ ið ein rám­ andi yv­ir­ skrift yvir præd­ikuna í dag, nú ið Hamm­ers­ haimb verð­ ur fagn­að­ur, eisini her, ið hann fekk sítt fyrsta embæti JÁKUP REINERT HANSEN Jákup Reinert Hansen, prest­ur og lektari prædikaði við há­tíð­ar­guds­ tænastuna í Kvívíkar kirkju í gjár í sambandi við 200 ára dagin hjá V. U. Hammershaimb Jákup Reinert Hansen, lektari í gudfrøði á Fróðskaparsetrinum, prædikaði í Kvívíkar kirkju í gjár, har hát