Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. mars 2019 · Nr. 35 Sleppa nú at royna tosk av Føroyabanka - Føroyabankakvøldini er forkunnugt og serføroyskt tiltak, og tað er stórur eftirspurningur eftir at sleppa at smakka henda toskin, sigur Johan Mortensen, konsulentur Vilmund Jacobsen Nú Magnus Heinason ger váryvirlitstrolingar á Før­oyabanka, og líkt er til, at teir fara at fáa nakr­ar bæði stórar og góð­ar bankatoskar, verð­ ur eisini - eins og und­an­ farin ár - skipað fyri Før­ oya­bankakvøldum á matstovuni Barbaru í Havn. Men, áðrenn nakar fisk­ur kann etast, skal hann fyrst skerast. Vænt­andi er, at Magnus Heina­son, sum annars noydd­ist at gevast við roynd­unum á Føroya­ banka um vikuskifti fyri veður, kemur innaftur av Bankanum miku­morgun­ in. Teir fóru út á Føroya­ banka miðskeiðis í síðstu viku, og eftir at hava havt trolið úti í einar fimm tímar, høvdu teir longu 109 toskar og nógva hýsu. Teir 109 toskarnir lógu úr 6 kilo og upp í 20 kilo hvør. Tað merkir, at her er talan um nakrar árgang­ir av toski. Ingvar og Ólavur Sosialurin hevur fingið upp­lýst frá álítandi keldu, at størsti toskurin, sum vigaði 20 kilo – ella heili 40 pund – var 121 senti­metrar langur. Eftir illveðrið um viku­skiftið fór Magnus Heinason ætlandi út aft­ ur á Bankan at gera vár­ yvirlitstrolingar sunnu­ kvøldið, og síðan er einki frætt frá skipinum. Tá skipið ætlandi kem­ ur innaftur av Føroya­ banka mikumorgunin, fara Ingvar Joensen og Ólav­ur Sjúrðarberg aftur at royna seg við knív­in­ um. Tað eru teir, sum plaga at skera toskin, ið Magnus Heinason kemur heim við av Bankanum. Føroyabankakvøld Ein av fyriskiparunum av Føroyabanka­kvøldun­ um á matstovuni Bar­ baru í Havn er Johan Mortensen, konsulentur. Hann sigur, at kvøldini hesaferð verða 28., 29. og 30. mars, og tá sleppa fólk at royna henda endi­ liga, vælsmakkandi og serstaka toskin av Før­ oya­banka, ið bara føroy­ ing­ar eiga. - Føroyabankakvøldini er forkunnugt og ser­før­ oyskt tiltak, og tað er stór­ur eftirspurningur eftir at sleppa at smakka tosk­in av Føroyabanka, sigur Johan Mortensen. Fyri at økja um trygdina eftir Sjóvarvegi á Strondum, verður framyvir ikki loyvt at parkerað á niðaru síðu vegastrekkinum frá Forunum inn á Leiti.  Fáa nú nýggjan vøggustovupart Fyrireikingarnar at byggja nýggja vøggustovu á Strondum eru nú komnar so langt, at byrjað verður at seta upp hesa vikuna Vilmund Jacobsen Arbeiðið fer at halda fram til umleið hálvan sept­ember. Í hesum tíð­ arskeiði verður eitt økið við Lítlafløtt byrgt av fyri allari ferðslu. Fyri ikki so nógvum árum síðan varð Lítli­ fløttur nærum ov stórur, og tað var upp á tal at steingja onkra stovu í dag­stovninum. Men, nú fólkatalið í Sjóvar kommunu og har­ við eisini barnatalið er vaksið, er stovnurin vorð­in ov lítil. Sjóvar kommuna hev­ ur leigað seg inn í Bygda­ húsið á Strondum, har elsti árgangurin í barna­ garð­inum hevur hildið til. Seinast, Sosialurin vitj­aði í Sjóvar komm­ unu, lá barnatalið í vøggu­stovu, barnagarði og frítíðarskúla millum 125 og 130 børn. Móttøka fyri Tórhalli og Caritu Vilmund Jacobsen Týsdagin hin 2. apríl frá klokkan 14 til 16 verður almenn móttøka á kommunuskrivstovuni hjá Vága kommunu í Sandavági. Í kommununi siga tey, at móttøkan verður skipað í samband við tvey høvi, har annað er, at Tórhallur Johansen hin 1. apríl tekur við sum tekniskur leiðari hjá Vága kommunu. Hitt høvi er, at Carita Bjørklund hin 31. mars í ár hevði sín seinasta starvsdag, sum námsfrøðiligur ráðgevi í Vága kommunu. - Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna fyri teimum báðum, siga tey í kommununi. Tað var fyrr í hesum mánaðinum, at tey í Vága kommunu gjørdu av at seta Tórhall Johansen í starv sum tekniskan leiðara hjá kommununi. - Tekniski leiðarin er útbúgvin byggifrøðingur og hevur drúgvar royndir við verkætlanar-og entreprisuleiðslu innan bygging og anleggsarbeiði, bæði úr Føroyum og uttanlands. Hann hevur eisini royndir við projektering av bæði byggi-og anleggsarbeiðum. Í Vága kommunu leggja tey aftrat, at tilsamans níggju umsóknir vóru til starvið sum tekniskur leiðari í kommununi. vilmund@sosialurin.fo Várið er í hondum, og tað gongur móti ljósari tíðum. Í ár verður mentanarvikan í Runavíkar kommunu í døgunum 22. til 28. apríl. Hetta verður soleiðis annað árið á rað, at mentanarvikan í kommununi verður skipað sum eitt vártiltak. Lítlifløttur, sum einaferð var ov stórur, er nú vorðin ov lítil