mánadagur 25. mars 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 25. mars 2019 · Nr. 35
Hóskvøldið 28. mars
klokkan 19 fer Tordur J.
Niclasen at siga frá og vísa
myndir úr Grønlandi í Sunda
bókasavni á Oyrarbakka.
Nólsoy skal mennast
sum ferðavinnuoyggj
At menna ferðavinnuna í Nólsoy snýr seg eitt nú um at fáa í lag
avtalur við bøndur um, hvussu ferðafólk skulu ganga í haganum,
og eisini skulu skipast og mennast nýggj ferðavinnutilboð
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin
undirskrivaðu
Visit Nólsoy og Tórshavnar
kommuna undir avtalu, har
Visit Nólsoy fær stuðulsjáttan
frá kommununi afturfyri at
reka virksemi, sum er lýst í
sáttmála millum partarnar.
- Endamálið og uppgávurnar
hjá Visit Nólsoy eru í høvð
usheitum at vegleiða og hjálpa
borgarum og ferðafólki í Nóls
oy, eins og at skipa fyri og
samskipa tiltøk.
Partarnir, sum hava undir
skrivað
avtaluna,
siga,
at
avtalan eitt nú fevnir um, Visit
Nólsoy í 2019 fer at virka fyri
einum tættari samstarvi við
Visit Tórshavn.
- Samstarvið kann millum
annað fevna um ítøkilig ferða
vinnutiltøk, at Visit Nólsoy
verður partur av ítøkiligum til
tøkum, sum annars fara fram í
kommununi, og at Visit Nóls
oy, tá hetta ber til, verður part
ur av vinnuferðavinnuni, sum
tað verður rópt.
Visit Nólsoy arbeiðir við at
samskipa og menna ferðavinn
una í oynni, og soleiðis verður
eisini arbeitt við at samskipa
og menna nýggj ferðavinnutil
tøk í samstarvi við ferðavinn
una í Nólsoy.
- Visit Nólsoy skal ikki koma
í eina kappingarstøðu við ver
andi ferðavinnutilboð í oynni.
At menna ferðavinnuna snýr
seg eitt nú um at fáa í lag
avtalur við bøndur um, hvussu
ferðafólk skulu ganga í hagan
um.
Millum annað hesi viður
skifti eru partur av avtaluni,
sum Annika Olsen, borgarstjóri
í Tórshavnar kommunu og
Bogi Andreasen, formaður í
vinnunevndini hjá Tórshavnar
kommunu og Tjóðhild Paturs
son og Barbara Andreasen
vegna
Visit
Nólsoy
hava
skrivað undir.
Hóskiligt
navn til eitt
ruskpláss
Vilmund Jacobsen
Í 2010 varð bingjuplássið í
Vestmanna flutt uttast í
grótbrotið.
Her eru móttøkubólkar
til flest øll sløg av burt
urkasti, og Dugni hevur
eisini bingju til endur
nýtslulutir.
Í staðin fyri, at økið bara
verður rópt Bingjuplássið,
ynskir bygdarráðið í Vest
manna nú, at plássið fær
eitt hóskiligt navn.
Tí verður skipað fyri
navnakapping, har freistin
at lata inn uppskot er sett
til mánadagin hin 22. apríl
klokkan 12.
- Ynskiligt er at fáa eitt
stutt navn, sum fellur væl
og sum hóskar væl til virk
semið á plássinum, sigur
kommunan.
Virðisløn á 3.000 krónur
verður latin fyri besta
uppskotið.
954: Eysturoyartunnilin verður tilsamans
11.250 metrar langur og við teimum 128
metrunum, sum vórðu lagdir afturum í
síðstu viku, eru nú 10.296 metrar sprongdir
tilsamans. Tað merkir, at nú eru bert 954
metrar eftir at bora og spreingja í tunlinum.
Felagshúsið dagført
Nakað er gjørt
við allar tríggjar
hæddirnar, sum
eru frá 1992
Vilmund Jacobsen
Higartil í 2019 hevur felags
húsið á Svangaskarði fingið
umfatandi ábøtur og viðlíka
hald. Nakað er gjørt við allar
tríggjar hæddirnar í hús
inum, sum er frá 1992.
Á fyrstu hædd er nýtt
ljóðdoyvandi
loft
lagt
í
gongini, veggirnir eru klædd
ir, skrivstovan dagførd, og
umklæðingar-og
brúsurúm
eru málað.
Á aðru hædd er skilavegg
ur gjørdur millum køk og
veitsluhølið. Onkrar broyt
ingar eru gjørdar í køki, um
framt at veggir og loft eru
málað.
Á loftinum, sum er á triðju
hædd, eru tvey brúsurúm
gjørd, og í gongini er loftið
málað, og teppi er lagt á
gólvið.
- Kømrini eru nú klár til
útleigan,
verður
sagt
av
Toftum.
Á myndini, fv.: Barbara Andreasen, Bogi Andreasen, Annika Olsen og Tjóðhild Patursson
Mynd: Tórshavnar kommuna