Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 25. mars 2019 · Nr. 35 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KAPPING UM TINGANES OG GOMLU HAVNINA FYRI 50 ÁRUM SÍÐANI Í 1969 var skrivað út kapping um, hvussu gamla Havnin úti á Tinganesi skuldi varðveitast. Vit skrivaðu tá: »Menn eru bangir fyri, at um stór og nýmótans hús verða bygd á økinum, kávast náttúru­vakra økið úti í Tinganesi burtur. Dentur verður lagdur á, at nýskapanin av gamla býarpartinum fer fram í eini størri heild. Somuleiðis verður eisini dentur lagdur á at sami dámur veðrur yvir hesum øki, sum bert kundi fara fram eftir áralangum vøkstri.« Høvuðsvinningurin var 25.000 kr. Í dómsnevndini sótu Kristjan Djurhuus, løgmðaur, Pet­er F. Christiansen, borgarstjóri, Sverri Dahl, fornfrøðingur, Mikkjal Helmsdal, landserkfrøðingur. Jóhan Hendrik Hentze, Skopun, andaðist á Lands­sjúkrahúsinum í morg­un, 81 ára gamal. Hans Jacob á Reyna­ trøð, Leirvík, andaðist á Klaks­víkar sjúkrahúsi fríggj­a­dagin 22. mars, 92 ára gamal. Gunnar Johansen, andaðist í USA, 87 ára gamal. Gunnar var sonur Ingibjørg og Lias í Rættará. Leivur Nielsen, ættaður úr Fuglafirði, búsitandi í Havn, andaðist hósdagin 21. mars, 88 ára gamal. Hansa Petersen, úr Oynd­ar­firði, andaðist á Klaks­víkar sjúkrahúsi hós­náttina 21. mars, 91 ára gomul. Axel Andreas í Skorðastovu ættaður av Hvítanesi, búsitandi í Tórshavn, andaðist mikudagin 20. mars, 77 ára gamal. Hansa Petersen úr Oyndarfirði, andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsið hósnáttina, 91 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Kjartan Elmar Suni Andreasen, andaðist mikudagin 20. mars á Landsjúkrahúsinum, 62 ára gamal. Eydna Samuelsen, ættað av Eiði, búsitandi í Haldórsvík, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 19.mars, 69 ára gomul. Alfred Stensen úr Klaksvík, búsitandi í Hirstalas andaðist í morgun 20. mars á Aalborg hospital, 87 ára gamal. Ottar Schrøter Holm, ættaður úr Hvalba, búsitandi í London, andaðist í London, 39 ára gamal. Jákup Andreas Joensen, – Jákup á Norðsøka – av Eiði andaðist mánadagin 18. mars 87 ára gamal. ANDLÁT NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo Kristianna Winther Poulsen tingkvinna fyri Javnaðarflokkin   Í dag er móðurmálsdagur. Dag­ur­in er eitt høvi at dvølja við okkara móðurmál, ið sum oftast bara flýtur úr mun­n­i­ num og frá knappaborðinum, utt­an at vit hugsa stórvegis um tað. Málið finst og er ein av eg­in­leikunum, sum skilir okk­um menniskju frá øðrum djór­um. Móðurmálsdagurin í ár Í ár verður nógv gjørt burt­ur­ úr móð­ur­máls­deg­num, sum sein­astu árini hevur verið hild­in á føðingardegnum hjá Ven­ces­l­aus Ulricus Hamm­ ers­haimb. Í ár eru 200 ár síð­ ani, hann varð borin í heim, og í hesum døgum eru nógv spennandi tiltøk kring land­ ið, sum vísa á hansara stór­a arbeiði til frama fyri før­ oyska málinum. Hóast mangt eitt skúla­ barn­ið man hava suffað so sár­an um ð og um aðrar regl­ ur fyri rættskriving, hava vit nógvar orsøkir til at heiðra Hammershaimb, tí varð­ veit­ingin av føroyska skrift­ málinum er hansara verk. Og í dag er tað ein sjálvfylgja, at vit hvønn dag orða okkum á før­oysk­um skrivliga og munn­liga, í gaman og álvara, ger­andis og heilagt. Sjeytúsund tungumál – helvtin doyr út Sambært Halgubók, sum vit eisini hava á føroyskum, var tað Harr­ans revsing, at vit tosa ymisk tungumál, og at vit ikki eru før fyri at skilja øll hesi nógvu málini, sum finn­ast á jørðini. Revsing ella ei, heimsins máls­ligi veruleiki er fløktur. Í dag finnast umleið 7.000 ym­ isk tungumál, og av hesum tosa einans tvey prosent av heims­ins íbúgvum tey 4.000 mál­ini. 40 prosent tosa tey 8 mest tosaðu málini, og vandi er fyri, at helvtin av øllum heims­ins tungumálum eru út­deyð, tá ið hendan øldin er far­in. Hóast málstríðið um form­ligu støðuna hjá okkara móð­ur­máli er vunnið, er ikki ráði­l­igt at sita fram á árarnar, og vit mugu syrgja fyri, at før­ oyskt ikki verður millum tey 2.000 málini, sum doyggja út kom­andi 100 árini. Málskifti Í seinastu útgávuni av Frøði, sum annars er halg­að Hamm­ ers­haimb, er áhugaverd grein um máldeyða og málskifti eft­ir Hjalmar P. Petersen, gran­sk­a­ra. Sambært hesi grein er tað ikki óhugsandi, at vit standa fyri einum mál­ skifti í Føroyum, har vit fara frá føroyskum yvir til at tosa enskt. Hjalmar sær fyri sær, at enskt í framtíðini kann verða skriftmálið, og tal­u­ mál­ið verður eitt føroyskt lit­að enskt. Men, sum hann eis­ini førir fram, ber til at forða fyri hesi gongd, millum ann­að við at útbyggja mál­ tøkn­ina, so at vit fáa føroysk for­r­it í staðin fyri ensk og donsk. Hesum taki eg fult undir við, og hetta er eitt arbeiði, sum skal raðfestast politiskt. Í dag er málstríð eisini eitt stríð um, hvat mál vit brúka, tá vit samskifta við telduna og við snildfonina, og tankin um at verða noydd at biðja ro­bottin um ein kopp av kaffi á ensk­um er alt annað enn lokk­andi. Harumframt nevnir Hjalm­ar týdningin av at rað­ festa skipaða undirvísing í før­oysk­um fyri tilflytarar. Eis­ini hesum taki eg fult und­ir við, tí ein væleydnað int­e­gra­tión er treytað av, at okk­ara nýggju borgarar hava góðar møguleikar at læra seg føroyskt, og í dag er mál­und­i­r­ vís­ing­in alt ov tilvildarlig. Skal røkka á øllum økjum Vit hassjtagga á Instagram, og vit sangdubba í Glitnir. Hesi og nógv onnur orð eru á heima­síðuni hjá Málráðnum, har vit finna vit føroysk orð fyri nýggj­ar veruleikar, og nógv av hesum orðunum eru eft­ir mínum tykki væl­eyd­n­ að. Men tíðin má vísa, hvussu út­breiðsl­an av orðunum verð­ur. Neyðugt er í øllum før­um, at allir partar gera sítt, og at foreldur, lærarar, fjøl­miðl­ar og vit politikarar eru til­v­itað um uppgávuna at brúka nýggju orðini í okk­ ara samskifti. Árligi móðurmálsdagurin er eitt gott høvi at minnast til, at málið skal mennast, so tað ber til at seta orð á allar teir veru­leikar og á allar tær støð­ur, sum vit menniskju liva í í dag. Vit eiga øll okkara móð­ur­mál, og vit skulu kunna brúka tað at orða okkara til­ veru og okkara lív á øllum økj­um og í øllum støðum, tí annars er málið ikki nóg liv­ andi og nóg rúmligt. Ynski øllum ein góðan móðurmálsdag. Á móðurmálsdegnum tann 25. mars 2019. Móðurmálsdagur er mega nice! Vælkomið Bestu ynskir lítla barn Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku við barninum, og vit vilja fegin siga frá hesum í teiginum “Føðingar”. Send teldupost til: barn@sos.fo Upplýs: Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.), navn foreldranna/systkin og bústað. Send mynd við Øll børn, sum koma í blaðið, fáa ein bamsuklút sendandi frá Sosialinum VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN KJAK Hóast mangt eitt skúla­barn­ ið man hava suffað so sár­an um ð og um aðrar regl­ur fyri rætt­skriv­ ing, hava vit nógvar or­søkir til at heiðra Hamme­rs­ haimb KRISTIANNA WINTHER POULSEN 19. februar 2019 fingu Kristina Andreassen og Jóan Magnus Skoradal Toftir, eina dóttir. Hon vigaði 3090 g og 52 cm. Syskini eita Melanie, Eli og Siri Helena