Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. mars 2019 · Nr. 35 TÍÐINDI Nú fær almanna­verkið eina greiða ráðgevingarskyldu Stóra vælferðarlógin verður nú viðgjørd í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum Árni Gregersen Tingið hevur havt fyrstu við­ gerð av uppskotinum hjá lands­ ­stýriskvinnuni við al­manna­ málum, Eyðgunn Samuel­sen, um eina nýggja væl­ferðarlóg. Lógin avloysir fleiri sosialar lógir millum annað forsorg­ar­ lógina. Fleiri av teimum, sum hava havt lógaruppskotið til hoyr­ ing­ar, fegnast um, at tað nú neyvt verður ásett í lógini, at almanna­verkið hevur greiða ráð­geving­arskyldu mótvegis borgar­unum. Almannaverkið hevur framm­ anundan havt hesa skyldu, men í lógar­upp­skot­in­um verð­ ur neyvt ásett. Ráð­gevingin er og verður bulurin í sosialum arbeiði. Almannaverkið skal veita sosialfakliga ráðgeving, hvat endamálið við ráðgevingini er, og at ráðgevingarskyldan fevn­ ir um persónin, sum hev­ur tørv á hjálp og tey avvarð­andi. Harumframt er eisini ásett, at Almannaverkið skal veita skjóta ráðgeving, tá talan er um barn, sum hevur fingið brek ella varandi sjúku, og at ráð­gevingin eisini fevnir um upp­leitandi arbeiði. Meira samstarv Eitt, sum vart verður gjørt við, er, at familjur, sum hava børn við breki, brúka ómetaliga nógva tíð at samskipa ymiskar tæn­astur. Tey skulu hava sam­ band við fleiri yumisk ráð og tað fer við nógvar tíð. Landsstýrismaðurin ætlar, at allar familjur, sum hava barn, sum ber brek, skulu fáa líkn­ andi skipan sum ”Tann góða tilgongdin” sum er fyri fam­iljur, sum hava barn við autismu. Ætlanin er stig- og miðvíst at tillaga og víðka skipanina til at fevna um allar familjur. Almannaverkið sigur, at skal hetta samskipast – og tað skal tað – so fer tað at krevja fleiri fólk, um skipanin skal víðk­ast til allar familjur, sum hava barn við breki. Uppihaldspengar Almannaverkið hevur gjørt vart við, at verandi skipan, har per­sónar, sum eru í bú­fyri­ skip­an hjá tí almenna, men sum ikki eru fyritíð­ar­pen­sjón­ istar, ikki riggar nóg væl. Hædd var ikki tikið fyri hes­ um í uppskotinum, sum varð sent til ummælis. Verandi skipan er soleiðis, at stuðul verður veittur til út­ reiðsl­ur, sum standast av uppi­ hald­inum – tað vil siga. húsa­ leigu, matarskipan og aðrar felags­útreiðslur. Tað er ymiskt, hvussu bú- og viðgerðarstovnar og vardir bústaðir skipa seg viðvíkjandi felagskassa og egingjaldi hjá bú­fólkunum. Onkur bú- og við­gerð­ar­ stovn­ur hevur eina útreiðslu við í felagskassa (og harvið verð­ur stuðul veittur til tað), meðan á øðrum bú- og við­ gerð­arstovni skal búfólki sjálvt halda somu útreiðslu. Hetta hevur við sær, at fíggj­arligu viðurskiftini hjá búfólk­unum eru ymisk. Hetta verður broytt í hesi lóg soleiðis, at veitingin hækk­ ar, men so skal búfólkið sjálvt halda allar útreiðslur, sum koma aftrat húsaleigu. Í hoyringssvarinum vísir Javni á, at eftirlønargjald eigur at verða goldið í samband við al­mannaveitingarnar. Fíggjarkarmarnir verða lagdir fram fríggjadagin Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum skal fyri 1.apríl leggja uppskot um fíggjarkarmr fyri næsta ár fram Árni Gregersen Sjálvt um øll vita, at vit fáa eitt løgtingsval áðrenn fíggj­ ar­lógin fyri 2020 skal sam­ tykkjast, so skal sitandi lands­stýriskvinna við fíggj­ ar­málum, Kristina Háfoss, í sein­asta lagi 31. mars leggja eitt uppskot til fíggjarkamar fyri Løgtingið. Í ár er tað soleiðis, at 31. mars er sunnudagur, so fíggj­ arkarmarnir verða lagdir fram á tingfundi fríggjadagin kl. 9.30. Fíggjarkarmarnir eru grund­ ar­lagið fyri komandi fíggj­ar­ lóg. Tað vil stutt sagt siga, at teir karmar, sum verða sam­ tyktir í vár, eru karmar fyri kom­andi fíggjarlógini fyri komandi ár. Hesaferð er tað soleiðis, at valskeiðið endar í heyst og tí vita vit ikki enn, hvør sam­ gong­an verður, sum skal gera fíggjarlógina fyri 2020. Í seinasta lagi 31.august verður val og so skal sam­ gonga gerast eftir at val­úrs­ litið er kent. Um hendan samgongan held­ur fram, so er tað hon, sum skal gera nýggju fíggj­ar­ lógina, men verður hugt eftir tim­um veljarakanningum, sum higartil hava verið, so benda tær á, at tað verður ein ann­ar meirluti í tinginum. Tað vil siga, at tað kanska verð­ur ein heilt onnur sam­ gonga, sum skal gera fíggj­ar­ lógina. Vit mugu eisini minnast til, at tað væl kann henda, at ein nýggj samgonga fer at koma burturúr flokkum, sum í hesum valskeiði hava verið bæði í samgongu og and­ støðu. Valúrslitið kann avgera, at tað verður so. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, eigur uppskotið um nýggja vælferðarlóg, sum trivnaðarnevndin nú viðger. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, fer leygardagin at leggja karmarnar fyri 2020 fram í tinginum.