Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Sosialurin Mánadagur 25. mars 2019 · Nr. 35 Í annaðkvøld spælir A-landsliðið hjá monnum í Rumenia. Fyri ein spælara er talan um ein serligan landsdyst. Kaj Leo í Bartalsstovu er higartil einasti føroyski spælarin, sum hevur spælt í rumenskum fótbólti. Her hyggja afturá til eitt hendingarík hálvt ár í 2016 Tróndur Arge – Rumenia Tað kom óvart á føroyska fót­ bólts­heimin, tá Kaj Leo í Bartals­stovu 1. feburar 2016 brádliga skifti til rumenska stór­felag, Dinamo Bukarest. Tá var gøtumaðurin 24 ára gam­al og hevði sínar avbjóð­ ing­ar við Levanger í Noreg. Hann var lyklaspælari, tá liðið flutti upp úr triðjbestu deild­ ini, men tað gekk verri at vinna sær fast pláss í næstbestu deild­ini. Tað kemur nærmast uttan ávaring, at Kaj Leo og umboðs­ mað­urin, Hans Jacob á Líkn­ar­ gøtu, eru á veg til Rumenia. Sosialinum og In.fo fáa eitt tipp um søguna og umboðs­ mað­urin váttar søguna. - Vit hava tunguna mitt í munninum, men eru spentir, sigur Hans Jacob á Líknargøtu við In.fo 30. januar 2016. Dagin eftir er skiftið veru­ leiki og Sosialurin hevur beina linju til føroyingarnar í Buka­ rest. 1. feburar 2016 Ov stórt at siga nei til - Hjá mær er einki at ivast í. Hetta er ov stórt at siga nei til, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu við Sosialin 1. feburar 2016. Her er ein partur av tí, sum Sosial­ urin skrivaði hendan dagin: Kaj Leo hevur síðani 2014 roynt seg í norskum fótbólti við Levanger, men sáttmálin bleiv ikki longdur. Nú eitur liðið Dinamo Bukarest. - Eg havi verið ófatuliga spentur. Hetta hevur verið sum ein dreymur fyri meg, og nú blívur dreymurin til veru­ leika. Hetta er tað eg havi bíðað eftir í so nógv ár, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu, sum ikki hevur hugsað um annað, síð­ani hann fyri eini viku síðan fekk at vita, at Dinamo Buka­ rest vil hava ein gøtumann á liðið. - Eg hevði fyririkað meg upp á ein sáttmála við eitt felag í næst­bestu deildini í Norra, men so kom hetta á borðið. Eg hevði ikki væntað, at tað fór at ganga so skjótt at venda gongd­ini, sigur føroyski lands­ liðs­spælarin í telefonini úr Buka­rest við Sosialin 1. feburar 2016, har hann legði afturat: - Eg visti tað var seriøst, tí vit hava havt dialog við rum­ an­ar síðani landsdystin á Tórs­ vølli. Vit hava vitað, at tað kundi henda okkurt, men vit vóru skeptiskir. Vit høvdu tó ikki væntað, at tað var eitt so stórt felag sum Dinamo, sigur Kaj Leo. - Eg havi fingið at vita, at venj­arin hjá teimum fekk nakrar spælarar at velja í mill­ um. Hann hevur so valt meg. Tað merkir, at hann hevur valt meg frammum aðrar spælarar. Tað vigar eitt sigur, sigur før­ oyski landsliðsspælarin, sum royndi at vera róligur. 26. mars 2016 Kong Leo í Bukarest Síðst í mars mánaði í 2016 er lands­liðið á venjingarlegu í Mar­bella í Spania. Mest spenn­ andi spælarin á føroyska liðn­ um er Kaj Leo í Bartalsstovu, sum nú hevur fingið sínar fyrstu minuttir fyri Dinamo Buka­ rest. - Eg havi ikki verið heima í syðrugøtu síðani. Eg sakni tað hvønn tann einasta dag, og var tað ikki fyri fótbóltin, so búði eg har enn, sigur Kaj Leo í sam­ røðu við Sosialin. Hann leggur stóran dent á, at foreldrini og familjan sum heild eiga stóra æru av, at hann í dag er yrkisfótbólts­ spæl­ari. - Babba var tann, sum var mest spentur upp á fyri­spurn­ ingin úr Rumeina. Mamma var eitt óviss um eg skuldi fara so langt heimani frá, men babba var ikki í iva, sigur Kaj Leo. Í Rumenia er fótbóltur alt Rumenska landsliðið er nokk í hæddini í 90 unum, tá Gheorghe Hagi er stóra stjørn­ an. Liðið vísti góðar taktir til HM-endaspølini í 1994 og 1998. Tað fær føroyska landsliðið eis­ini at smakka, tá vit í 1992 settu hol á HM 1994 undan­ kapp­ingina við 7-0 tapi í Buka­ rest. Returdystin tapa vit 4-0, men tað rumenska landsliðið, Aftur í Rumenia TÁ KAJ LEO Í BUKAREST Tað fór sum ein skelkur gjøgnum fótbóltsheimin, tá 26 ára gamli Patrick Claude Ekeng Ekeng úr Kamerun brádliga small um mitt á vøllinum og doyði. -Eg kendi hann væl frá venjing, har vit plagdu at spæla millum okkara eina løtu undan venjingarbyrjan. Hann dugi ikki so væl enskt, men vit hava eisini heilsa upp á familjuna, tá øll samlast undan dysti, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu Hans Jacob á Líknargøtu og Kaj Leo í Bartalsstovu, tá skiftið verður kunngjørt