Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 25. mars 2019 · Nr. 35 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR FÓTBÓLTUR ið Føroyar møta í annaðkvøld, hevur ikki somu lutfalsligu styrki. Í samrøðuni við Sosialin á Marbella í mars mánaði í 2016 greiðir Kaj Leo eisini frá, hvussu nógv fótbóltur hevur at siga fyri rumenar. - Spæla vit sunnudagin, so møta vit longu fríggjadag og búgva á venjingarstøðini til dyst­urin er. Vit sleppa líka at møta familjuni í eini sølu­mið­ støð. Annað enn tað, so eta vit, venja og sova, sigur Kaj Leo, sum tó ikki leggur so nógv í. - Hetta er dreymurin, sum eg altíð havi viljað livað. Nú nytt­ar ikki at grenja, leggur bólt­snillingurin afturat bros­ andi. Ikki sparkaður niður Hóast føroyski landsliðs­spæl­ ar­in í 2016 er keyptur til eitt kapp­ingarsinnað stórfelag í Rum­enia, so hevur hann einki merkt til óvilja frá spælar­un­ um, tá Sosialurin tosar við hann. - Eg væntaði at onkur fór at sparka meg niður, men tað hendi ongantíð. Venjarin slær eisini hart niður á harðar takl­ ing­ar í venjing. Eg eri ikki kom­ in til Rumenia fyri at fáa vinir. Eg eri komin at spæla fótbólt, men fái eg vinir á vegnum, so er tað bara eitt pluss, sigur Kaj Leo. Gøtumaðurin er um hetta mundið bilsin av góðu mót­tøk­ uni. 25. mai 2016 Hetta kann ongin taka frá mær Eins brádliga og fótbóltsævin­ týrið byrjaði, eins skjótt endar tað síðst í mai mánaði sama ár. Í eitt hálvt ár hevur føroyski landsliðsspælarin livað sum ein stjørna í Bukarest, har øll vita hvør hann er, slaturbløðini skriva um privatlívið og sjálvt politiið letur hann sleppa frá bót. Hann er í góðum lag og við gott mót, hóast hann hevði ynskt at hildið fram, tá Sosial­ urin hittir hann. - Hetta kann ongin taka frá mær. Eg havi fingið eina upp­ living fyri lívið. Eg havi ment meg sum bæði spælari og menn­iskja. Hetta er eisini ein heilt serlig søga, tí eg eri fyrsti føroy­ingurin í rumenskum fót­bólt,i sigur gøtumaðurin og legg­ur afturat: - Eg visti at tað var venjarin, sum vildi hava meg. Tá eg hoyrdi at hann møguliga ikki helt fram visti eg, at hetta kundi blíva tað. Eg hevði tímað væl eitt ár afturat, men eg veit ikki um eg eri keddur. Hetta er eitt stig á leiðini, sigur Kaj Leo. Slaturbløð og ”Bomba Sexy” Í høvðusstaðnum ert tú eitt kent andlit, um tú spælir við einum av stóru feløgunum. Tað hevur Kaj Leo í Bartals­ stovu eisini upplivað, tá eitt slat­urblað helt seg vita, at gøtu­maðurin var gentu síni ótrúgvur við eini gentu, ið fekk heitið ”bomba sexy”. Stóri trupul­leikin var bara, at gent­ an á báðum myndunum var unn­ustan gjøgnum fleir ár, Marta Hansen. Hon hevði bara litað sær á seinnu myndini. - Eg mátti bara flenna, men so­leiðis er tá tú ert fótbólts­ spæl­ari í Bukarest, sigur Kaj Leo, ið skemtiliga tekur til heitið, ið daman fekk – ”bomba sexy”. Marta Hansen flennur eis­ ini eftir hendingini, men held­ ur tað er óbehagiligt at vita, at fólk hava filmað hana og Kaj Leo í Bartalsstovu á gøtuni. - Vit vistu ikki, at nakar hevði filmað okkum og tað er óbe­hagiligt at vita, at onkur hevur gingið aftaná okkum og filmað, sigur Marta Hansen. Kaj Leo í Bartalsstovu for­ tel­ur eisini søgur um, at hann hev­ur upplivað at fólk hyggja nógv eftir honum, og at hann hevur upplivað at fólk hava leitað á google fyri at staðfesta, at tað er hann. Tí skalt tú eisini ansa eftir at pilka nøs alment, sigur Kaj Leo millum annað. Onga bót til Kaj Leo Tað eru eisini fyrimunir við at spæla við Dinamo Bukarest. Tað upplivdi tey, tá ein park­ eringsbót var á veg. Tá hann sær Kaj Leo í Bartalsstovu broyt­ist alt. - Leo, brestur úr politimann­ in­um. Tú hevur parkerað ólóg­ ligt, so tú fær bót – men tað fært tú ikki alíkavæl, tí eg eri Dinamo Vista, sigur politi­mað­ urin glaður á málinum, for­ telur Marta Hansen. Dinamo Vista er ein íðin part­ur av viðhaldsfólkunum hjá Dinamo Bukarest. Abbi setur meg upp á pláss Tað er ongin vandi fyri, at Kaj Leo í Bartalsstovu ikki kemur niður á jørðina aftur, hóast hann hevur spælt við Dinamo Bukarest. Garanturin fyri tí er abbin Kaj í Bartalsstovu. - Abbi er mín størsti fjeppari, men hann hevur sín heilt serliga máta siga tað upp á. Tá vit hava spælt og eg ikki havi skorað, so spyr hann um eg ikki veit hvar málið stendur, fortelur Kaj Leo í Bartalsstovu brosandi frá. Kaj Leo í Bartalsstovu hev­ ur síðani spælt við ÍBV í Ís­ landi, men skifti í vetur til meist­araliðið Valur. trondur@sosialurin.fo RÁDDI T Ein stuttlig søga at fortelja Síðani tíðina í Dinamo Buka­rest hevur Kaj Leo í Bartals­stou spælt við ÍBV í Íslandi. Í vetur skifti hann til meistaraliðið Valur. - Tað er ein stuttligt søga at fortelja, men beint nú hugsi eg mest um dystin móti Rumenia. Serliga eftir vónbrotið móti Malta, so eru menn klárir. Tað var stutt­lig og tað verður eitt sindur serligt at koma aftur, sigur Kaj Leo og leggur afturat: Tað var bæði spennandi og stuttligt fyri meg og dam­una. Tað var eitt stutt­ ligt upplivisi hjá okkum og eg angri tað ikki, sigur Kaj Leo, sum fylgir eitt sindur við í gongdini hjá Rumenia. - Eg hyggi eftir, um har eru spælarar, sum eg havi spælt saman við, men ann­ ars fylgi eg ikki so væl við. Nú fáa vit at síggja um eg sleppi at spæla, men tað er ikki upp til mín, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu. Kaj Leo gevst í Dinamo Bukarest Forsíðan á ÍtróttarSosialinum, har samrøðan við Kaj Leo í Bartalsstovu er í)