mánadagur 25. mars 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Sosialurin
Mánadagur 25. mars 2019 · Nr. 35
REVSAÐIR
FYRI ÚRSLITIÐ
Hóast lutir í spælinum vóru á eini leið, so verður liðið revsað
fyri úrslitið. Hetta er fyrsu ferð, at Malta vinnur á heimavølli
síðani 2006 í kapping. Tað er ikki nøktandi fyri okkara lið
Tróndur Arge – Ta´Qali, Malta
Avrikið á Ta´Qali leikvøllinum
á Malta verður dømt eftir
úrslitinum. Í tølum og í spæli,
so var føroyska liðið omaná,
men heildarmetingin er væl
undir miðal. Okkara megnaðu
í ov lítlan mun at skapa
møguleikar og hótta við stóru
yvirvágini, men tað er eisini
ein sannleiki, at føroyska liðið
skapti nokk til at skjóta tvey
mál.
Hetta kemur tó at standa í
skugganum
av
úrslitinum.
Malta hevur ikki vunnið ein
dyst í kapping síðani 2013, og
ikki síðani 2006 á Malta. Tí
verður liðið revsað fyri úrslitið,
heldur enn allar partar av
spælinum. Vit sóu eisini hetta
móti eitt nú Aserbadjan í
Nations League, tá vit taptu
3-0 á Tórsvølli. Tá var spælið
til tíðir gott, men vit tapa móti
einum liðið, sum tó hevur víst
seg at verða sterkari enn vit.
Tað kunnu vit ikki siga um
Malta.
Spælarametingar: