mánadagur 25. mars 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 25. mars 2019 · Nr. 35
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Málverji: Gunnar
Nielsen 5
Kann ikki lastast fyri málini
hjá Malta. Tað fyrra er tætt
undir málinum, meðan tað
seinna er eitt brotsspark.
Hann kann heldur ikki
lastast fyri vantandi
kreativitetin í spælinum,
men har vóru einar tvær
støður, har hann og verjan
ikki fáa tosað saman.
Gilli Rólantsson 3
Hevur funnið seg til rættis á
høgra bakki, har hann er
javnt góður. Leggur eisini
upp til málið hjá Jákupi
Thomsen, men aðrar tíðir
koma bóltarnir ikki innfyri,
tá teir skulu.
Atli Gregersen 2
Verður revsaður hart upp á
brotssparkið, sum hann ikki
skuldi havt gjørt. Hevði
eisini trupulleikar av skjótu
og kviku monnunum í
álopinum hjá Malta, men
kláraði eisini fleiri ferðir við
hegni, at standa rætt, tá teir
komu í mótálop. Var
róligasti maður á bóltinum í
fyrra hálvleiki, tá einki
riggaði, men kemur í fleiri
óneyðugar støður, tí vit ikki
megna at stegða
mótálopunum.
Odmar Færø 2
Byrjaði við einum feilsparki,
sum tóktist mynda avrikið
eina løtu. Spældi seg síðani
upp og í seinna hálvleiki
eigur hann eisini onkran
týdningarmiklan fót á, tá
maltesar eru á veg móti
málinum. Tað kann kjakast
um, um hann eigur lut í
fyrsta málinum, men tað er
hart dømt.
Viljormur Davidsen 2
Kemur til fleiri góðar støður
sum vinstri bakkur, men alt
ov oftani eru innleggini og
bleyt ella óneyv. Dugur væl
at koma framvið og tað skal
eisini sigast, at hinir
spælararnir mugu eisini
søkja innleggini, men tey
eru enn ov óneyv.
Sølvi Vatnhamar 2
Stríddist tað hann var
mentur á høgra vongi, men
tað kom alt ov sjáldan nakað
burturúr. Hevði upptrekk til
onkra góða søðu, men tykist
ikki eins væl fyri, sum tá
hann toppaði móti
Grikkalandi á sinni.
Rógvi Baldvinsson 2
Spældi á verjukenda
miðvøllinum, har hevur
sínar dygdir, men tað kom
bara ikki til sjóndar í hesum
dystinum. Hann hevur
styrki, men tað endaði
oftast við at maltesar vóru í
yvirtal og kvikari. Vantandi
dystarvenjingin og ferðin
sást aftur á avrikinum.
Brandur Hendriksson 2
Stendur eftir sum spælarin,
ið brendi okkara gylta
møguleika. Tók eina løtu at
koma inn i dystin. Síðani
hevði hann nakrar góðar
avleveringar og er stekur á
bóltinum, men tað bleiv ov
sjáldan vandamikið.
René S. Joensen 2
Tað hevur til tíðir eydnast
væl hjá honum á vinstra
vongi, men hesa ferð kom
ikki so nógv burturúr.
Ongantíð kom hann í feltið
og bleiv vandamikil, men
kom í onkra góða støðu í
vinstru. Vantandi
dystarvenjingin sást.
Hallur Hansson 2
Vil nógv og innsatsurin
liggur ikki eftir, men Hallur
fekk lítið burturúr. Serliga
óneyvur var hann í fyrsta
hálva tímanum, har lættar
avleveringar ikki komu
fram. Hann hevur nógv at
bjóða liðnum í framrættaða
spælinum, men tað krevur
at hann hevur onkran at
spæla við.
Jákup Thomsen 3
Fær eina hægri meting, tí
hann skorar. Og tað er jú tað
áleyparar skulu. Fekk boð
fimm minuttir undan
dystarbyrjan, at hann skuldi
byrjar. Tað riggar best hjá
honum, tá hann vendir móti
málinum hjá
mótstøðuliðnum. Við
rygginum til riggaði
avspælið til tíðir illa.
Kaj Leo í Bartalsstovu 2
(Inn 68.min)
Hevur góðan bóltførleika,
men heldur ov leingi upp á
bóltin. Hartil kemur ov lítið
burturúr. Mótsetningurin er
Árni Frederiksberg, sum er
skjótur at leggja bóltarnar
innfyri.
Klæmint A. Olsen 2
(Inn 72.min)
Kann kanska verða
vónbrotin um, at hann ikki
bryjaði, tí hetta er um nakað
dysturin, har rituvíkingurin
skal spæla. Sannførdi tó ikki
minuttirnar hann var á
vøllinum, men tað var líka
við at vit fingu eitt ”Árni-
Klæmint-mál”.
Árni Frederiksberg 3
(Inn 79.min)
Megnaði tvær ferðir at
senda góð innlegg innfyri.
Hevur tað eitt sindur
trupult, um hann ikki hevur
pláss, men skapti nakrar
vandamiklar støður. Tað
hevur verið ein avbjoðing
hjá okkum.
Lars Olsen 2
Dumpar saman við restini
av liðnum. Megnaði ikki at
seta liðið upp til fyrstu
løtuna og helst riggaði
miðjan ikki, sum hann
ynskti. Skal hava rós fyri at
spæla øll trý kortini frá
bonkinum, men onkuntíð er
ringt at lesa spæliætlanina
av. Vit flyta bóltin væl runt,
men hvat er endamálið?