Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Sosialurin Mánadagur 25. mars 2019 · Nr. 35 FÓTBÓLTUR JÓAN SÍMUN HEIM TIL BIELEFELD Jóan Símun Edmundsson er somikið skaddur, at hann verður ikki við á ferðini til Rumenia. Hann ferð nú aftur til Arminia Bielefeld, har hann verður kannaður í knænum. Lars Olsen sigur, at ongin spælari verður tikið út í staðin. Tróndur Arge – Ta´Qali, Malta Tað skuldi verða ein nýggj byrj­an í andanum av sigrinum á Malta í 1997, men tað endaði sum eitt av størstu vón­brot­ unum í føroyskari fótbólts­ søgu. EM-undankappingin er júst byrjað, men longu nú renna vit aftaná. Marran byrjar longu fríggja­ kvøldið, tá landsliðið hevur sína seinastu venjing undan dystinum. Jóan Símun Ed­ munds­son er nógv saknaður, tá landsliðið í november í fjør spælir 1-1 á sama leikvøllinum. Nú er hann við og hann gleðir seg. Hann vil bara sleppa á vøllin at venja, men ger tvær stuttar samrøður áðrenn. -Nú gleði eg meg bara at sleppa at spæla aftur, sigur hann millum annað við FM1. Tey flestu eru á einum máli um, at toftamaðurin er tann spæl­arin, ið kann gera munin. Brádliga kemur hann gang­ andi av vøllinum og setur seg á bonk­in. Hann tekur seg til knæið og løtu seinnu ferð hann av bonkinum og inn í skifti­ rúmið. Boðini eru, at hann hevur fingið ilt í knæið, sum hann meiðslaði í fjør, tá vit saknaðu hann so nógv. Á dystardegnum er Jóan Símun Edmundsson meldaður klárur. Liðið verður sett og toftamaðurin í Bielefeld er á topp. Men bara fáar minuttir fyri dystarbyrjan byrjar marr­ an av álvara. Tað gekk fínt at hita upp at byrja við, men tá eg skuldi skjóta, so kendist tað sum ein knívur fór gjøgnum knæið. Tað hevur nokk okkurt við tann gamla skaðan at gera, so har var einki at gera, sigur Jóan Símun Edmundsson um løtuna, tá tað bleiv greitt, at hann ikki kundi spæla alíka­ væl. Hann er nokk tann spæl­ arin, ið vit minst kunnu spæla uttan. Vánalig byrjan Føroyska landsliðið tykist als ikki til reiðar, tá íslendski dómarin bríkslar fyri fyrstu ferð. Vit hava gott nokk eitt ella tvey long álop við fleiri av­ leveringum, men síðani taka maltesar yvir. Teir eru tryggir á bóltinum og vinna tví­dyst­ir­ nar, meðan trýsti hjá okkum riggar illa. - Eg haldi at teir vinna allar tví­dystirnar og luftdystirnar. Teir hava bóltin nógv, vit eru ov seinir í press og teir klára at spæla seg úr uttan trupul­leik­ ar, sigur Sølvi Vatnhamar um fyrstu løtuna. Í maltesisku leguni hava teir fyrireikað seg leingi til dyst­in. Venjarin, Ray Farrugia, hevur lagt eina ætlan, sum skal knúgva okkara monnum. Tað riggar heldur miðvallarin, Paul Fenech. -Vit hava fyrireikað okkum alla vikuna upp á hendan dyst­ in. Venjarin gjørdi nakrar broyt­ingar, sum riggaðu væl. Í fyrra hálvleiki gevur Føroyar okkum ein kjans at vera við í dystinum, ella kanska vænta teir ov lítið av okkum, sigur Paul Fenech um fyrru hálvu av fyrra hálvleiki. Malta kemur á odda, tá Kyrian Nwoko tætt undir mál­ inum stútar bóltin í netið. Tað kemur eitt sindur sum ein skelk­ur og tað tekur langa tíð hjá føroyska liðnum at fóta sær. Seinasta korterið av fyrra hálvleiki eru vit væl við, men tað blívur ongantíð vandamikið frammanfyri málinum hjá Malta. Gylti møguleikin Dysturin er áleið ein tíma gamal, tá vit fáa gylta møguleikan. Eftir innlegg roynir Hallur Hans­son at senda returin í málið, men bólturin kemur í hondina á miðverjanum Andrei Agius. Íslendski dóm­ar­in, Vilhjalm­ur Thorarinsson, peik­aði á brotssparksplettin og gev­ur maltesanum beinleiðis reytt kort. Brandur Hendriksson tekur sær av brotssparkinum, men ólukkutíð, so velur Henry Bonello røttu síðu og kann heldur lættliga bjarga. Løtuna eftir brotssparkið halda vit fram við at hava bóltin. Innskifti Kaj Leo í Bartalsstovu vil hava brotsspark, men tað endar við at Malta fer í mót­ álop og so fellur Atli Gregersen meltesiska Joseph Mbong. -Eg tordi ikki at steðga hon­ um uttanfyri brotsteigin, tí so hevði eg kanska fingið reytt kort, men eg gevi dómarinum møgu­leikan at døma, men eg haldi at hann tveitur seg áðr­ enn, sigur Atli Gregrsen. Steve Borg er tryggur úr 11 metr­um og skorar til 2-0 til stóra gleði fyri heimaliðið. Jákup fær sítt fyrsta mál Hóast ein í yvirtali, so gongur illa at fáa skapt teir stóru mál­ møgu­leikarnar. Lars Olsen spælir øll síni kort frá bonk­in­ um. Kaj Leo í Bartalsstovu, Klæm­int A. Olsen og Árni Frederiksberg koma á vøllin. Síðstnevndi hevur tvey fram­ úr innlegg, men tað er ikki fyrr enn í 97. minutti, at vit fáa mál. Maltesar eru alt annað enn nøgdir við tíðina, sum dómarin leggur afturat, men tað gongur ov leingi áðrenn vit fáa mál. Gilli Rólantsson stútar eina langa avlevering upp á tvørs, har Jákup L. Thomsen stútar bóltin víðari í málið. -Eg kann brúka tað til, at eg nú veit hvussu tað er at skora á landsliðnum. Vónandi kann eg so gera tað fleiri ferðir, sigur Jákup Thomsen. Seinastu løtuna er rok á vøllinum. Heimaliðið drálar og spælir býtt, meðan okkara hoppa so beint í felluna. Vit fáa tvey gul kort fyri at øsa okkum, með­an maltesar sleppa eitt sindur snikkaleysir og fáa bara tað eina gula kortið. Marra, skomm ella óhepni Lars Olsen er sannførdur um, at vit spældu nóg væl til at vinna dystin. Spælararnir eru eitt sindur tvíbýttir. Onkur heldur at hatta als ikki er nóg gott, men tað var nú heldur ikki so ringt. -Um vit skora upp á brotssparkið til 1-1 og fáa málið í yvirtíðini, so er tað júst sum í 1997. Nú brenna vit og teir vinna 2-1, hugleiðir Atli Greg­ ersen eftir dystin. Hann ballar einki inn og átekur sær skuld­ ina saman við liðnum. -Tað er eitt sindur synd at siga so, men í dag haldi eg, at teir vilja tað meir, sigur lið­ skiparin at enda. Hetta er hvørtfall ein marra, skomm er helst eitt ov stórt orð, men óhepni gongur ikki sum undanførsla. Vit mugu læra okkum at vilja vinna! trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... MARRAN Á MAL Vit hava ikki funnið lykilin í álopsspælinum og vit hava ikki lært av mistøkunum. Føroyska liðið hevur ikki tað, sum skal til fyri at vinna fótbóltsdystir. Malta vildi tað meiri og tað sást seinastu løtuna, tá teir vóru í undirtal, meðan okkara lótu seg provokera Malta – Føroyar 2-1: