Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Sosialurin Mánadagur 18. mars 2019 · Nr. 32 Sjúrður Hildarson Hoydal Tá ið avgerðin um at nýskipa landskappingina hjá monnum var tikin, var tað fyrst og fremst við einum endamáli um, at fleiri týðandi dystir skuldu leikast, so at spenn­ing­ urin og áhugin skuldi økjast. Tað hevur verið eitt sindur misjavnt við týdningi hetta kappingarárið, tí í roynd og veru hava hondbóltsfjepparar bíða rættiliga leingi eftir at grundspælið skuldi vera av, og okkurt veruliga fór at hava týdn­ing. Mikudagin var bíðitíðin av, og skjøtul var settur á eina rimm­ar hondbóltsviku í mans­ hond­bólti, har alt stóð upp á spæl hjá teimum fýra hálv­ final­istunum. Og hond­bólts­ fjepp­arar fingu sanniliga spenn­ingin og dramatikkin, ið bíðað hevur verið eftir. VÍF eyðmýkti H71 Byrjað var mikukvøldið í Vest­ manna, har ráðandi Føroya­ meist­ararnir úr H71 komu á vitjan. H71 hevði vunnið tætta grundspælið og harvið rættin at velja sær mótstøðulið í hálv­ finaluni. Valið fall á VÍF, ið hevði havt tað ómetaliga trup­ ult av H71 hetta kappingarárið. Hesir trupulleikarnir tókt­ ust at halda fram tá ið H71 legði seg á odda 3-7 tíðliga í dyst­inum, men so tóku vest­ menn­ingar fast um dystin, og fóru fyrst at minkað um mun­ in, síðani at leggja seg á odda og so at økja um leiðsluna í hvørj­um. Sereyðkenni hjá VÍF í ár hev­ur verið ein høg og ágang­ andi verja og eitt álop, ið setur fulla ferð á so skjótt tað fær bólt­in. H71 hevur ofta eisini hug at seta leikferðina upp, so tað gekk við rúkandi ferð aftur og fram allan fyrra hálvleik. VÍF hevði størri neyvleika, og skeyt heili 19 mál í fyrra hálv­ leiki. H71 fekk 15. VÍF vísti seg frá síni allar­ bestu síðu, og í seinna hálvleiki hildu vestmenningar fram við ovur­kvika og ovurneya hond­bólt­inum. Teir rætt og slætt eyð­ mýktu hoy­vík­ ing­ar, ið vóru sendir heim við einum svíð­andi ósigri upp á 33-22. Dysturin var møgu­liga hin besti hjá VÍF í ár, og vest­menn­ingar fingu sent tekin um at teir eru so væl fyri sum teir høvdu ætlað at verið til hálv­fin­al­ur­nar. H71 reisti seg Tí var VÍF brádliga favorittur und­an aðru hálvfinaluni í Hoy­ vík sunnudagin. Men hvøkk­ urin miku­kvøldið mundi hava vakt hoyvíkingar. Frá byrjan sóust hoyvík­ing­ ar hava betri skil á spælinum hjá sær, meðan VÍF helt fram við tí álopsspælið, ið riggaði í fyrra dystinum. Liðini fylgdust rættiliga væl allan fyrra hálvleik, har H71 tó hevði hug at vera á odda við bæði einum og tveimum mál­ um. Eitt mál var á muni í hálvleikinum, men H71 sett seg á dystin eftir hetta. Nú var søgan hin umvenda av fyrra dystinum, og H71 legði seg á odda við fimm málum tá ið einir tjúgu min­uttir vóru eftir at leika. Hesin munur helt sær eina løtu, og líkt var til at H71 ætlaði sær – um ikki at hevna eyðmýk­ ingina frá mikukvøld­ inum – so í øllum førum seta VÍF upp á pláss við einum greiðum sigri. VÍF fann ov seint verjuspælið fram Men VÍF hevði okkurt eftir í tanganum. Tá ið átta minuttir restaðu í av dystinum setti Eftir øgiligan dramatikk sunnudagin stendur alt á jøvnum í FM-hálvfinalunum hjá monnum. Serliga seinni dysturin ímillum Neistan og Kyndil vísti hvussu spennandi hondbóltur kann gerast, tá ið leikarar berjast fyri hvørjum bólti. Heilar tíggju ferðir skifti leiðslan millum havnarliðini sunnudagin, tá ið longd leiktíð avgjørdi dystin. HONDBÓLTUR ALT STENDUR Á