Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 18. mars 2019 · Nr. 32 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VÍF-­verjan propp fyri. Fyri hvønn minutt sum gekk, mink­ aði VÍF eitt mál um munin, og við tveimum og einum hálvum minutti eftir á klokkuni, var munurin bert tvey mál, og ein øgiligur fjáltur var hoyvík­ing­ um. Men VÍF hevði bíðað í so leingi við at koma inn aftur í dystin. Tá ið Brandur Halgirs­ son skoraði 27-24 mundi dyst­ ur­in vera avgjørdur, hóast Jóhan í Garðastovu svaraði aft­ur alt fyri eitt. VÍF vann aft­ ur bóltin, men vestmenningar noydd­ust at gera skjótt av, og hetta endaði við at bólturin var mistur. H71 kundu anda út eftir enn ein hvøkk frá vest­ menn­ingum, ið mundu iðra seg um at teir ikki funnu stór­ spælið fram nakrar fáar min­ utt­ir fyrr. Sostatt hava liðini bæði vunnið hvør sín dyst, og ein triði og avgerandi dystur skal av­gera hesa hálvfinaluna kom­ andi mikukvøld. Hóast nakað vón­brotnir eftir sunnudagin, munnu vestmenningar ugga seg við, at teir prógvaðu sein­ astu løtuna, at teir duga at steðga hoyvíkingum. Kyndil hevndi steypafinaluna Í hinari hálvfinaluni stóðu havn­arliðini bæði framman fyri hvørjum øðrum. Neistin og Kyndil, ið í hes­ um kappingarárinum hava staðið fyri fyribils hæddar­ punkt­inum í steypafinaluni, hitt­ust í fyrstu FM-hálv­final­ uni hóskvøldið. Og ein og í øllum dystum ímill­um hesi liðini, so var dyst­ urin tættur og leiðslan skifti aftur og fram. Neistin legði seg eitt skifti á oddu við trimum málum, men Kyndil var løtu seinni á odda við tveimum. Leiðslan skifti fimm ferðir í fyrra hálvleiki, og tað var Neistin, ið hevði hana í steðginum. Kyndil tók leiðsluna aftur stutt inni í seinna hálvleiki, og so javnaði dysturin seg aftur. Tá ið farið var undir seinasta korterið var framvegis javnt, men so tók Kyndil fatur á dyst­ inum. Tað gjørdist nú truplari hjá Neistanum at skjóta mál, og samstundis fóru skjúttarnir hjá Kyndli, serliga Tummas Pauli Hanusarson og David Edvar­sen at hepnast við lang­ skotum. Hetta skapti av­ger­ andi munin, og dysturin var av­gjørdur einar fimm minuttir fyri leiklok, tá ið munurin gjørd­ist fimm mál. Kyndil legði lítið í, at Neistin pyntaði um úrs­litið til 24-21, tí nú høvdu grønu havnarmenninir tikið fyrsta fetið ímóti finaluni. Leiðslan skiftir og skiftir Næsta og seinasta fetið vildi Kyndil taka sunnudagin. Tá byrjaði dysturin eins og hin fyrri, og allir dystirnir ímillum feløgini í ár. Javnt og mál­fá­ tækt, Eftir fyrsta korterið var støð­an 5-5, men seinastu løt­ una fyri hálvleik fann Kyndil verjuspælið frá miku­degn­um fram aftur. Frá at støðan var 7-5 til Neistan, vendi Kyndil leiðsl­una fyrst til 7-8 til sín. Eftir tvey mál í part frá Hjalta Mohr Jacobsen og Davidi Edvard­sen uttan neistasvar, var Kyndil á odda við fýra stutt undan steðginum. Hálv­leiks­ støðan gjørdist 9-12 til Kyndil. Neistin nýtti steðgin væl, og eftir einar tíggju minuttir av seinna hálvleiki var dysturin javnur aftur. Næstu tíggju min­uttirnar skiftust liðini at skora, og tá ið komið var inn í sein­astu tíggju minuttirnar, sótu áskoðararnir í fullu høll­ uni sum á nálum. Eitt risastórt stríð var um hvønn einasta bólt og leikarar ofraðu seg fyri hvørjum møguleika. Tað var ikki sjáldan at ein leysur bólt­ ur kom á gólvið og menn tveittu seg eftir honum fyri at vinna sær avgerandi bóltarnar. Neistin hevði leiðsluna fyri tað mesta, men Kyndil hekk fast. Bæði Kyndil og Neistin høvdu bóltin í seinasta min­ utt­inum, men tað eydnaðist ikki at avgera dystin, ið endaði 27-27 eftir ein øgiligan dyst. Men hann var ikki liðugur enn. Í FM-endaspælinum er einki sum eitur javnleikur, so nú skuldi longd leiktíð avgera vinn­aran. Spælt var tvær ferðir fimm minuttir, og Neistin hevði ein leiðslu upp á eitt mál í hálvleikinum. Men tað var nærum ógjørligt at varðveita leiðsluna í hesum dystinum. Tá ið Rógvi Dal Christiansen legði Kyndil á odda 30-31 var tað níggjunda ferðin í dyst­in­ um at leiðslan skifti. Og tað var ikki hin seinasta. Tvær ferð­ir á rað fangaði neista­verj­ an bóltin og revsaði í hinum endanum, og so var Neistin á odda aftur við góðum minutti eftir at leika. Besti kyndilsleikari sunnu­ dag­in, Hjalti Mohr Jacobsen, javn­aði til 32-32 við brotskasti, og so var púra javnt tá ið farið var undir seinasta minuttin av longdu leiktíðini. Neistin hevði bóltin og kom til eitt skot við Ras­musi Søby, ið rakti mann­ garðin og fór til hornakast. Tað tóktist sum Kyndil fekk forðað fyri, men so fór Torkil Hentze at royna seg. Hann hótti, sam­ stundis sum Rune Olsen flutti seg á strikuni, og so funnu teir hvønn annan. Rune Olsen gjørd­ist púra leysur og av­ gjørdi dystin í evstu løtu av longdu leiktíðini til 33-32 til Neistan. Eitt øgiligt drama var av, men tað er bert ein fyribils steðg­ur. Mikukvøldið klokkan 20.30 spæla liðini aftur triðja og avgerandi dystin. Lagt er upp til ein øgiligan endabrest á hesari hálvfinaluni, og hond­ bólts­áhugaði kunnu gleða seg til enn ein tættan og spennandi dyst. sjurdur@sosialurin.fo HONDBÓLTUR Hagtøl: Hálvfinala 1: VÍF – H71 33-22 (19-15) VÍF: Filip Jojic 9, Julian Olsen 6, Andrias Eriksen 6, Sjúrður Olsen 3, Jón Müller 3, Magnus Müller 1, Jóhannus Haldansen 1, Jákup Andreas Joensen 1, Johan í Garðastovu 1, Bjarti Hansen 1, Mladen Mjerimacka 1 H71: Vilhelm Poulsen 6, Leivur Mortensen 5, Brandur Halgirsson 4, Pætur Thomsen 3, Poul Símun í Garði 2, Djóni G. Joensen 1. Hálvfinala 2: H71 – VÍF 28-25 (16-15) H71: Peter Krogh 8, Brandur Halgirsson 4, Pætur Mikkjalson 3, Niklas H. Hanusarson 3, Rúni V. Høgjaard 3, Leivur Mortensen 2, Vilhelm Poulsen 2. VÍF: Filip Jojic 8, Andrias Eriksen 4, Sjúrður Olsen 3, Bjarti Hansen 3, Jóhan í Garðastovu 2, Hallur Arason 2, Julian Olsen 1, Rúni Joensen 1, Jón Muller 1, Mladen Mjerimacka 1 Hálvfinala 1: Kyndil – Neistin 24-21 (13-14) Kyndil: David Edvardsen 6, Hjalti M. Jacobsen 6, Tummas Pauli Hanusarson, Bartal K. Olsen 3, Rógvi Dal Christiansen 2, John í Innistovu 1, Høgni Klein Olsen 1 Neistin: Rasmus Søby 6, Tróndur Kragesteen 6, Tróndur Mikkelsen 5, Høgni Zachariassen 2, Pætur Mikkjalsson 2, Dánjal Ragnarsson 1, Karl Martin Olsen 1 Hálvfinala 2: Neistin - Kyndil 33-22 eftir longda leiktíð (27-27) (9-12) Neistin: Høgni Zachariassen 8, Tróndur Kragesteen 7, Pætur Mikkjalsson 5, Karl Martin Olsen 3, Torkil Hentze 3, Tróndur Mikkelsen 2, Rasmus Søby 2, Rune Olsen 2, Teis Horn Rasmussen 1. Kyndil: Hjalti M. Jacobsen 12, David Edvarsen 8, Tummas Pauli Hanusarson 4, Høgni K. Olsen 3, Rógvi Dal Christiansen 3, Bartal K. Olsen 1, John í Innistovu 1. Soleiðis verða seinastu hálvfinalurnar leiktar Mikukvøldið 27. mars klokkan 18.30: H71 - VÍF (Hoyvíkshøllin) Mikukvøldið 27. mars klokkan 20.30: Neistin - Kyndil (Høllin á Hálsi) Á JØVNUM