mánadagur 25. mars 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Sosialurin
Mánadagur 25. mars 2019 · Nr. 35
Føroyskir veteranar í judo gjørdu leygardagin innrás í
Odense. Føroyameistarar eru funnir í borðtennis, og so
eru føroyskir telvarar til kapping fyri smátjóðir.
Pætur Albinus
Borðtennis
Nakrir av seinastu dystunum í
FM-kappingini fyri ung vórðu
spældir í Havn í gjár, har ung
dómslandsliðið um vikuskiftið
hevur verið savnað á venjing
arlegu, og beint eftir venjing
arleguna fekk avgreitt sein
astu dystirnar. Úrslitini vóru
hesi: Mansunglingar, einmans
leikur: 1. Tórur Eið Eliasen
(Tór), 2. Heri Lava Láadal (Tór),
3. Rói Hjaltason (Tór). Kvinnu
unglingar,
tvímansleikur:
1.
Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)
/ Marin Elisabet Poulsen (TBF),
2. Britt Michelsen (TBF) / Anja
Wongwai
(TBF),
3.
Hanna
Fonsdal Højgaard (TBF) / Vict
oria Debes (TBF). FM fyri vaks
in verður 26. og 27. apríl.
Hondbóltur
Áki Egilsnes gekk aftur á odda,
tá ið liðið hjá honum og Allani
Norðberg, KA av Akureyri, í
gjár vann 26-22 á útivølli ímóti
Afturelding. Áki skeyt heili 10
mál og var toppskjútti í dyst
inum. Síðsta mánadag var Áki
saman við Allani, ið hesaferð
einki mál fekk, toppskjútti í
27-29-tapinum
fyri
Selfossi.
Teir báðir skutu tá sjey mál í
part fyri KA, sum í løtuni er
nummar átta av teimum 12
liðunum í Olísdeildini, sum
besta íslendska deildin eitur.
Niklas Simonsen stóð ein
góðan dyst í málinum, tá ið TM
Tønder í gjár vann 28-26 á HØJ
í næstbestu donsku deildini og
framvegis heldur seg til í odda
stríðnum, har teir eru nummar
tvey, trý stig aftanfyri odda
liðið, Fredericia. Tveir dystir
eru eftir at spæla, og varðveitir
TM Tønder 2. plássið, skulu
teir spæla uppflytingardystir
ímóti
Team
Sydhavsøerne,
Skive ella Ajax København.
Rókur Akralíð skeyt trý av
málunum, tá ið HEI Skæring
fríggjakvøldið vann 27-20 á
Stoholm og nú er nummar
níggju í næstbestu donsku
deildini og endaliga hevur
tryggjað sær ikki at flyta bein
leiðis niðru. Frederikshavn FI
við Eiriki Simonsen á liðnum
tapti í gjár 29-21 fyri oddaliðn
um, Fredericia, og eru teir úr
Frederikshavn trý stig frá
beinleiðis niðurflytingini nú
einans tveir dystir eru eftir at
spæla.
Judo
Fýra
føroyskir
judoleikarar
vóru í kapping í Odense leyg
ardagin. Hetta var ein kapping
fyri veteranar. Talan er um lut
takarar, sum eru yvir 30 ár.
Búgvi Poulsen vann gull í sín
um vektbólki, sum er -81 kilo,
har átta luttakarar kappaðust.
Harafturat vann hann eisini
gull í lítla opna bólkinum, ið er
ein opin bólkur við øllum und
ir 81 kilo. Í hesum bólkinum
vóru 10 luttakarar. Petur Sig
urð Johannesen vann gull í
vektbólkinum -100 kilo., har
sjey luttakarar vóru við, og í
tyngra opna bólkinum vann
hann silvurmedalju. Jógvan
Páll Kristiansen vann silvur í
sínum vektbólki, sum er -73
kilo. Har vóru átta luttakarar.
Sigmundur
Johansen
vann
bronsu í sínum vektbólki, sum
er -90 kilo. Her vóru eisini átta
luttakarar. Í tyngra opna bólk
inum vann Sigmundur eisini
bronsu.
Talv
Føroyar vunnu í gjár fyrsta
dystin í kappingini í talvi fyri
smátjóðir í Evropa. Í fyrsta
umfari vunnu vit á Malta, sum
vit annars taptu fyri í fótbólti
leygardagin. Føroyar vunnu
2½-1½ í einum longum og
drúgvum dysti. Helgi Dam
Ziska og Hans Kristian Simon
sen vunnu á ávikavist 1. og 4.
borði, John Rødgaard telvaði
javnt á 2. borði, og Sjúrður
Thorsteinsson tapti á 3. borði.
Helgi og Hans Kristian telvaðu
væl og vunnu báðir sannfør
andi. John Rødgaard hevði lítl
an fyrimun í endaspælinum,
men tað røkk ikki til sigurs.
Sjúrður tóktist við svarta fólk
inum at hava javna støðu alt
talvið, men hann misti takið í
endaspælinum. Úrslitið ímóti
Malta var:
Føroyar-Malta 2½-1½
GM Helgi 2538 - Zerafa 2118 1-0
IM John 2281 - Pace 2122 ½-½
Sjúrður 2222 - Darmanin 2049 0-1
Hans Kr. 2147 - Vella 1993 1-0
Dupultumfar er í dag, mána
dagin. Fyrri dysturin byrjaði
kl.9 føroyska tíð. Tá telva Før
oyar móti Luksemburg. Á før
oyska liðnum telva Helgi Dam
Ziska, John Rødgaard, Sjúrður
Thorsteinsson
og
Luitjen
Akselson Apol. Hans Kristian
Simonsen hvílir. Klokkan fýra
skal føroyska liðið í holt við
favorittarnar úr Andorra. And
orra vann í gjár 3-1 á Luks
emburg. Á liðnum hjá Andorra
eru tríggir sterkir spanskir
telvarar, ein stórmeistari og
tveir altjóða meistarar. Á 1.
borði situr Oscar De La Riva,
sum var Spaniameistari í 2003.
Okkara
stórmeistari,
Helgi
Dam Ziska, hevur tó hægri
styrkital enn De La Riva. Úrs
litini í 1. umfari í gjár vóru hesi:
San Marino-Jersey 2-2, Kyprós-
Monako
½-3½,
Guernsey-
Liktinstein 1½-2½, Malta-Før
oyar
1½-2½
og
Luksemburg
-
Andorra 1-3. Hetta er sætta
kappingin í talvi fyri smátjóðir
í Evropa. Hesaferð verður
telvað í San Marino.
JUDO VANN SJEY
HEIÐURSMERKI Í
DANMARK