mánadagur 25. mars 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 25. mars 2019 · Nr. 35
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
t
Ikki
gott
nokk!
Tað er ikki gott nokk at tapa móti Malta.
Líka mikið um tað er í Føroyum ella á Malta.
Teir hava ikki vunnið ein kappingardyst í
seks ár og hava ikki vunnið á Ta´Qali síðani
2006. Hetta er mugu spælararnir sjálvandi
taka á seg, og tað haldi eg eisini teir hava
gjørt til eitt vist.
Eg skilji eisini væl, at kritikkurin heima í
Føroyum er stórur. Okkurt er kanska meiri
eitt innsinnis gleps, meðan okkurt annað er
tí fólk leggja nógv í. Soleiðis vil tað altíð
verða, men minnist bara til at hetta er
okkara landslið.
Eftir mínum tykki, so manglar hetta
landsliðið nakað. Eg dugi ikki heilt at seta
fingurin á tað, men vit hava flutt okkum frá
at verða ein lið, sum verjir og spælir upp á
mótálop, til at skula skapa dystir móti hinum
smærru tjóðunum. Tað hevur ikki eydnast so
væl higartil.
Vit mangla nakað av kreativiteti í
álopsspælinum og mangla at trúgva uppá, at
vit fara at skora. Vit hava nógvar deyðbóltar
hvønn dyst, men tað er sum um vit ikki
eingongd eru nær við at skora í fleiri førum.
Hartil eru vit blivnir sárbarir fyri
mótálopum. Vit sóu tað við 2-0 málið hjá
Malta, tá Jpseph Mbong rennur gjøgnum alt
liðiið hjá okkum, uttan at vit klára at steðga
honum. Her má onkur javnvági finnast, so
vit ikki áhladandi koma í slíkar støður – og
kanska læra at gera tað sama móti hinum.
Í dystinum móti Malta var eisini ein støða,
har eg nærmast hevði hug at brøla inn á
vøllin, at liðið skuldi leypa á. Malta hevði
fleiri spælarar á okkara hálvu og østu seg um
eitt fríspark, sum vit ikki fingu. Vit fara í
kontra, men venda við á hálvum gekki.
Tað er hetta dirvið og hesin viljin, sum eg
sakni. Eg haldi ikki at alt var eins vánaligt,
sum kanska tey flestu halda. Tað sást greitt,
at okkara spælarar ikki eru í dystarvenjing
og vit hava spælt havt trupulleikar í mars
mánaði. Men vit koma ikki uttanum, at hetta
var ikki gott nokk. Vit eru nú ein partur av
fótbóltssøguni hjá Malta – og tað er ikki fyri
tað góða. Nú skulu vit reisa okkum!
trondur@sosialurin.fo
Tað verða broytingar
í Rumenia
Føroyska A-landsliðið
skal í annaðkvøld reisa
seg, eftir tapið móti
Malta leygardagin.
Landsliðsvenjarin,
Lars Olsen, hevur ikki
sett liðið, men sigur at
tað verða broytingar
Tróndur Arge – Cluj, Rumenia
Tað hava ongar ábendingar verið á
venjingarvøllin um liði. Landsliðs
venjarin vil ikki siga so nógv, men
váttar at tað verða broytingar.
- Eg kann siga so mikið sum, at
tað verður onkur broyting. Eg
kann bara ikki siga hvørjar enn, tí
eg skal síggja spælararnar venja í
kvøld, áðrenn eg taki eina endaliga
avgerð, sigur Lars Olsen.
Hann hevur heldur ikki lagt seg
heilt fastan í eina spælskipan, men
væntar at halda fast í fýra í verj
uni.
- Eg vænti at vit byrja við somu
spælskipan, og so mugu vit síggja
hvussu tað spælir av, sigur Lars
Olsen.
Klæmint og Árni inn?
Venjingin á Malta í gjár gav ongar
ábendingar um, hvussu liðið kem
ur at síggja út týskvøldið. Lars
Olsen hevur ikki skift nógv út
fyrr, og tí er hugsandi at talan
verður um eina ella tvær broyt
ingar. Eitt nú Klæmint A. Olsen
inn fyri Jákup Thomsen, og Árni
Frederiksberg
ella
Kaj
Leo
í
Bartalsstovu inn á vongin. Ein
annar møguleiki er at Heini Vatns
dal fær eitt pláss á miðjuni.
Tað tykist ósannlíkt, at tað
verður skift út í verjuni, meðan
spælarar sum Hallur Hansson og
René Shaki Joensen eru sjálvskriv
aðir á liðnum.
Skulu finna viljan aftur
Eftir nøkur góð ár fram til 2017, so
tykist landsliðið verða í aftur
gongd í løtuni. Tað gekk ikki heilt
sum ætlað í Nations League og nú
hava vit bara fingið eitt stig av
seks á Malta.
Afturgangandi fyri avrikini í
seinastu hava verið, at vit til tíðir
hava bóltin nógv, men vit hava
ikki dirvið og villskapin at vinna
dystir. Tað sást eisini fleiri ferðir
móti Malta, at okkara manglaðu
nakað av tí.
Seinast vit vóru í slíkum mót
vindi var eftir 3-0 tapið móti Aser
badjan á Tórsvølli. Tá reisti vit
okkum við einum javnleiki móti
Kosovo. Tað er eitt líknandi avrik,
sum vit skulu hava týskvøldið. Tá
kunnu vit tola at tapa, um avrikið
og viljin er til staðar.
trondur@sosialurin.
Upptakt: