týsdagur 26. mars 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. mars 2019 · Nr. 36
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
MÓTMÆLINI ÍMÓTI
GRIND ERU FLUTT ÚR
FØROYUM TIL EVROPA
GRINDADRÁP Tað
er hvørki fótbóltur
ella Koks, sum
gevur Føroyum mest
umrøðu uttanlands
Áki Bertholdsen
– Taktikkurin hjá føroyingum
ímóti teimum, sum mótmæla
grindadrápi, hevur riggað væl.
Tað sigur Páll Nolsøe, kunn
ingarráðgevari hjá Landsstýr
inum, har hann eisini hevur
ábyrgdina av at verja okkara
rætt til at drepa grind.
Og hann hevur nokk at tak
ast við, tí hann sigur, at tað vís
ir seg, at tað er hvørki Koks
ella fótbóltur, sum gevur Før
oyum mest umrøðu uttan
lands. Tað er nevniliga grinda
dráp, sum hevur tann ivasama
heiðurin.
Í hesum sambandi hevur
Landsstýrið fingið eina út
lendska fyritøku at halda eyg
uni við, hvørja umrøðu Føroy
ar og grindadráp fáa kring um
í heiminum.
Talan er um eina fyritøku,
sum eru serfrøðingar í at
fylgja við á talgildum tíðinda
miðlum og sosialum miðlum.
Tilsamans halda tey eyga
við 600.000 talgildum miðlum,
og tað merkir, at hvørja ferð,
føroysk viðurskifti - eisini
grind - verða umrøtt í einum
av
hesum
miðlum,
fangar
hendan fyritøkan tað, og gev
ur Páll Nolsøe boð um tað.
– Úrslitið av tí er, at vit
kunnu vera rættiliga skjót við
einum aftursvari upp á tað,
sum verður ført fram, bæði við
kunning, og ikki minst, tá ið
talan er um at rætta skeivar
upplýsingar, greiddi Páll Nolsøe
frá
á
aðalfundinum
hjá
Grindamannafelagnum
leyg
ardagin.
Og hann sigur, at hetta er
ein
taktikkur,
sum
hevur
riggað væl, tí tíðindaflutning
urin er ikki longur so einvísur
sum hann var fyri nøkrum ár
um síðani.
– Til fyri nøkrum árum síð
ani
var
tíðindaflutningurin
rættiliga einvísur, tí í stóran
mun var tað Sea Shepherd,
sum stýrdi tíðindaflutningin
um um grindadráp.
– Ofta var tíðindaflutning
urin avmarkaður til, at Sea
Shepherd almannakunngjørdi
eitt tíðindaskriv, sum síðani
varð endurgivin ymsastaðni,
uttan at føroyingarnir svaraði
aftur.
– Men soleiðis er støðan ikki
longur, tí nú eru vit skjót við
einum aftursvari, sum eisini
vísir seg at fáa rúmd í miðlun
um, sigur Páll Nolsøe.
Hann sigur, at ofta eru tað
journalistar, sum aldrin hava
sett sín fót á land í Føroyum,
sum viðgera grindadráp, og tí
er skjótt at okkurt kann koma
skeivt fyri.
– Tað hendir seg kortini eis
ini meiri enn so, at útlendskir
journalistar koma hendavegin
at viðgera grindadráp, sigur
kunningarráðgevarin.
– Men tað er heldur ikki óvan
ligt, at journalistar, sum ætlar
sær higar at viðgera grinda
dráp, missa áhugan, tá ið vit
ikki kunnu kunnu lova teim
um eina grind onkran ávísan
dag, leggur hann afturat.
– Okkara heilt greiða sjónar
mið er, at vit hava einki at
dylja og tí royna at eisini vit at
hálpa tíðindafólkum, har vit
kunnu, leggur hann afturat.
Vit hava einki at dylja
Páll Nolsøe sigur, at tey gera
eisini nógv ið at kunna um
heimin um grindadráp, har
serligur dentur verður lagdur
á, at grindadráp er burðardygt,
og at tað er væl skipað við lóg.
Samstundis
verður
dentur
lagdur á, at grindin er manna
føði, sum verður býtt ímillum
alt fólkið.
– Vit eiga at áhaldandi at
vísa á, at grindadráp er burðar
dygt, at tað gongur skjótt at
avlíva ein hval. Harafturat eiga
vit at leggja dent á, at talan er
um at útvega føði til landsins
fólk, og at alternativið til at
drepa grind, er at innflya mat
in, leggur hann afturat.
– Tað er týðiligt, at okkara
sjónarmið fylla meiri og meiri í
tíðindaflutninginum, og at tíð
indaflutningurin
meiri
og
meiri verður upp á okkara for
treytir.
Og so leingi, vit kunnu vísa
á, at grindadráp er burðardygt,
at avlívingin er pínuleys og at
grindin verður brúkt til matna,
hava vit eina góða sak, sigur
Páll Nolsøe.
Og hann leggur afturat, at
úrslitið av áhaldandi og mið
vísu upplýsingini hjá lands
stýrinum er, at fyri ein part er
Sea Shepherd givin at leypa á
boðskapin
frá
føroyskum
myndugleikunum,
tí
tey
ásanna, at tað førir einki við
sær.
Flyta mótmælini
úr Føroyum
Kunningarráðgevarin sigur, at
fyri nøkrum árum síðani var
vanligt, at landsstýrið varð
undirdíkt í skrivligum mót
mælum ímóti grindadrápi.
Nú eru tey flestu mótmælini
– Ábendingar eru um, at mótmælisfólkini hava uppgivið at fáa føroyingar at gevast at drepa grind, tí nú royna tey ístaðin fyri at leggja trýst
á Danmark og á ES, sigur Páll Nolsøe, kunningarráðgevari hjá landsstýrinum við serligari ábyrgd at kunna útlendingar um grind
Úrslitið av tí
er, at vit kunnu
vera rættiliga
skjót við einum
aftursvari
Okkara
heilt greiða
sjónarmið er, at
vit hava einki at
dylja