týsdagur 26. mars 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 27. mars 2019 · Nr. 36
TÍÐINDI
Altjóða mótstøðan ímóti
grindadrápi fjarar burtur
GRINDADRÁP
Grindadráp passar
sum fótur í hosu
til heimsmálini
hjá ST, heldur
Høgni Hoydal,
landsstýrismaður
í veiðimálum
Áki Bertholdsen
Hesi seinastu árini eru mót
mælini
frá
útlendingum
ímóti grindadrápi í Føroyum
alsamt fjarða burtur.
Tað staðfesti Høgni Hoy
dal,
Landsstýrismaður
í
veiðimálum, á aðalfundi hjá
Grindamannafelagnum
leygardagin.
– Hetta er eitt prógv um,
at tað arbeiðið, føroyingar,
og
serstakliga
Grinda
mannafelagið, hava gjørt
fyri at upplýsa umheimin
um grindadráp, hevur eydn
ast betur enn nakar tordi at
vóna um, sigur landsstýris
maðurin.
Hann sigur, at í fjør var tað
bara tríggjar ferðir, at hann
tosaði við útlendskar journal
istar um grindadráp, og tað er
nógv minni enn vanligt.
Og hann leggur afturat, at
tað er eisini sjón fyri søgn, at
altjóða
mótstøðan
ímóti
grindadrápi fjarar burtur, og
tað er sjáldnari og sjáldnari
at hoyra tey sjónarmið, sum
umvørvisfelagsskapir annars
hava ført fram ímóti okkum.
Einki at undrast á
Men Høgni Hoydal sigur eis
ini, at í roynd og veru undrast
hann ikki á at mótstøðan
ímóti grindadrápið er viknað,
tí hendan seinasta tíðin hev
ur víst, at altjóða rákið er við
føroyingum.
Í hesum sambandi vísir
hann eisini til tey 17 heims
málini hjá ST, ið snúgva seg
um at menna heimin á einum
burðardyggum
grundarlagi,
og har eitt endamál er, at
eisini havsins ríkidømi skal
gagnnýtast burðardygt.
– Eg eru sannførdur um, at
hendan øldin, vit nú eru í,
verður øld havsins, og byggi
eg á ta sannroynd, at skal tað
eydnast at breyðføða fólkið í
heiminum, verður tað eisini
neyðugt at gagnnýta mun
andi meiri av havsins ríki
dømi enn vit gera nú.
– Og eftir mínum tykki
passar grindadráp sum fótur
í hosu til tey 17 heimsmálini
hjá ST, tí grindadráp er ein
dømi í allari heimssøguni um
burðardygga veiði úr heims
høvunum, sigur Høgni Hoy
dal.
Hann sigur, at tað er onga
staðni, at ein veiða er so væl
skjalprógvað fleiri hundrað
ár aftur í tíðina, sum grinda
dráp er.
Samstundis
staðfestir
hann, at grindadrápið er
burðardygt.
Harafturat
er
grindadráp betri skipað enn
nøkur onnur veiða, og tað
mann eisini vera eindømi, at
ein veiða kemur einum so
stórum parti av fólkinum til
góðar, sum grind. Og alt hetta
er akkurát kjarnan í heims
málunum hjá ST, sigur lands
stýrismaðurin.
– Tað er nakað, vit at vera
errin av, og tað søguna eiga
vit eisini at fortelja umheim
inum, sigur landsstýrismað
urin í veiðimálum.
Ósemja hann hótta
grindadrápið
Høgni Hoydal sigur, at søgan
hevur víst okkum, at tað, sum
hevur ment føroysku tjóðina,
er tá ið vit hava bygt á okkara
egna tilfeingi.
Og hann heldur samstund
is, at tann besta leiðin er, at
vit sjálvi syrgja fyri, at skipa
viðurskiftini við okkara egnu
lógum, og hann heldur, at
nettupp grindalógin er besta
dømi um hetta.
Men hann leggur sam
stundis dent á, at tað er av av
gerðandi týdningi, at allir før
oyingar standa saman um
okkara rætt at gagnnýta okk
ara tilfeingi.
Hann heldur, at tað, sum
kann hótta okkum á hesum
øki, er, at ósemja tekur seg
upp ímillum føroyingar inn
anlands.
Tí var hann eisini rættiliga
harmur um orðaskiftið í tók
seg upp í kjalarvørrinum á
einum springaradrápi í Hval
vík tann 11. september í fjør.
Tað springaradrápið varð
rættiliga umstrítt, tí myndir
fóru í umferð kring allan
heimin, sum vórðu sagdar at
vísa ein mann, sum ikki fekk
lívið av einum springara.
Og tað festi eisini í eitt
rættiligt kjak í Føroyum, har
føroyingar
sjálvir
reistu
spurningin um vit skulu
halda fram at drepa spring
ara, ella ikki.
– Tað var eitt harmiligt
kjak, tí vit mugu ongantíð
seta spurnartekin við okkara
óskerda rætt til at gagnnýta
havsins
tilfeingi,
eisini
springara.
– Tað er ein rættur, sum vit
treytaleyst skulu verja við
hond og fót, tí har mugu vit
ikki slaka, staðfesti Høgni
Hoydal.
Hóast altjóða rákið er við
okkum, ivast hann nevniliga
heldur ikki í, at onkur atsókn
ímóti
okkara
grindadrápi
kemur afturat.
Tí leggur hann dent á, at tá
hevur tað alstóran týdning,
at vit standa saman um okk
ara treytaleysa rætt at taka
burtur úr havinum, so leingi
tað er burðardygt.
á sosialum miðlum, har onkur
leggur myndir og tekst á onkr
an sosialan miðil, og so verður
tað deilt víðari.
Men hann sigur eisini, at
hesi seinastu árini hava mót
mælini ímóti grindadrápi flutt
seg.
Eitt er, at mótmælini eru
munandi færri nú enn tey
vóru fyri nøkrum fáum árum
síðani. Men samstundis eru
ábendingar um, at mótmælis
fólkini hava uppgivið at fáa
føroyingar at gevast at drepa
grind, tí nú eru mótmælini í
stóran
mun
vend
ímóti
Danmark og í móti ES, heldur
enn ímóti Føroyum.
Í hesum sambandi royna
mótmælisfólkini at fáa um
heimin at boykotta Danmark,
og danskar vørur, og eisini at
boykotta ES.
Hinvegin
eru
onkrar
royndir gjørdar at boykotta
føroyska ferðavinnu, og av
leiðingin av tí er, at onkur
ferðavinnufelag
vilja
ikki
senda ferðafólkaskip henda
vegin.
Tað var serliga galdandi fyri
nøkrum árum síðani, og Páll
Nolsøe heldur, at ein stórur
partur av forkláringini var, at
var komið at standa í nýggju
grindalógini, at fólk høvdu
skyldu til at boða frá grind, og
gjørdu tey ikki tað, var revsi
vert.
Tað merkti, at sá onkur av
manningini, ella okkurt av
ferðafólkum, á einum ferða
fólkaskpi, eina grind, høvdu
tey skyldu at boða frá. Ta
støðu vildi ferðavinnufeløgini
ikki seta tey í, og tí lótu tey
bara vera við at koma higar.
Síðani er grindalógin broytt
á hesum øki, tí nú er eingin
revsing fyri at lata vera við at
boða frá grind, og nú eru fleiri
at ferðafólkaskipunum komin
aftur.
– Nýggi taktikkurin hjá um
hvørisfelagsskapurin
er
at
royna at raka okkum fíggjar
liga, men tað er einki, sum
bendir á, at tað hepnast teim
um, sigur Páll Nolsøe.
Kann oyðileggja nógv
Kunningarráðgevarin sigur, at
væntar ikki, at umrøðan av
grindadrápi fer at halda upp
at, tí talan er um ótrúliga gott
tilfar, serliga eru myndirnar
sterkur lútur hjá fólki, sum
ikki eru von við slátur.
Men samstundis heldur
hann, at hóast tíðindaflutn
ingurin í ein stóran mun er
upp á okkara fortreytir, er tað
skjótt at alt kann broytast.
Hann nevnir, sum dømi, at
skuldi eitt grindadráp enda við
einum samanbresti ímillum
grindamenn og mótmælisfólk,
kann tað verða rættiliga oyði
leggjandi fyri umdømi okkara
á hesum øki.
– Arbeiðið, sum føroyingar, og serliga Grindamannafelagið, hava gjørt fyri
at upplýsa umheimin um grindadráp, hevur eydnast betur enn nakar tordi at
vóna um, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í veiðimálum
Í roynd og
veru undrast
hann ikki á at
mótstøðan ímóti
grindadrápið er
viknað