Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mars 2019 · Nr. 36 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Krímsjúka kann linnast – men hon kann ikki lekjast Nógv halda, at tey kunnu lekja eina krímsjúku, men soleiðis er tað tíverri ikki. Tað tekur tíð at sleppa av við krím, og gjarna kann tað taka eina viku ella so. Men, í staðin kunnu nógv sjúkueyðkenni linnast, meðan tú dregist við krím Vilmund Jacobsen Tað rennur úr nøsini; tú hevur ilt í hálsinum, og høvdið kennist tungt og troytt, nú tú ert vorðin krímsjúkur ella krím­sjúk. Mong vilja royna at koma fyri seg aftur sum skjót­ ast við ymiskari hjálp og hyggju­ráðum. Men, ein krímsjúka kann ikki lekjast, og sjúkugongdin kann hvørki styttast við te, hita ella kostískoyti. Í staðin kanst tú linna tað óbehagiliga, sum ofta fylgir við einum krími. Tey fimm stigini Vit kunnu siga, at ein vanlig krím­sjúka hevur fimm stig, sum tilsamans vara í umleið eina viku. Stig 1: Tú ert vorðin smittað/- ur við krímvirus, men enn merkir tú einki. Vandin fyri, at tú smittar onnur er stór­ur. Hetta stigið varar í umleið eitt samdøgur. Stig 2: Nú merkir tú, at krímsjúkan kemur sníkjandi. Hálsurin kann gerast eymur; tú følir teg illa til passar og hevur kanska eitt vet av fepri. Stig 3: Tín krímsjúka er í fullum útbroti. Nøsin er skiftandi tipt, og klár væta rennur úr henni. Tú njósar, hostar og ert vorðin ússalig/-ur. Stig 4: Í hesum stigi er snorið vorðið tjúkt og gult, og tað er tí, at tín immunverja er í gongd við at berja niður ígerðina í slímhinnununi í nøsini. Nú smittar tú ikki so illa longur, og kanska følir tú teg eisini eitt sindur betri. Stig 5: Eftir umleið sjey døgum er krímsjúkan við at verða av. Tú er framvegis móð/-ur og slakk/-ur, og tað kunnu saktans ganga nakrir dagar aftrat, áðrenn tú ert heilt væl fyri aftur. Hetta kanst tú gera Tá tú hevur krímsjúku, hevur tað størstan týdning, at tú hvílir teg og roynir at um­ gangast at smittar onnur. Tú verj­ir onnur móti smittu við at vaska hendur væl og ofta. Ein dunk­ur við hondspritti í task­ uni kann í so máta vera ein góð hjálp. Tú eigur at hosta ella njósa inn í albogan ella í ermuna, um tú ikki hevur eitt borðklæði - ein serviett - við hondina, og tú eig­ur altíð at vaska hendur ella brúka hondspritt, tá tú hev­ur turkað tær um nøsina. Tá hálsurin kennist eymur, kann tað gagna at drekka heitt te, saft ella suppu. Súgvi­tabl­ ett­ir við sóttreinsandi ella stað­doyvandi virknaði kunnu linna, men her eigur tú at ansa eftir, hvussu ofta slíkt verður tikið. Fepur og høvuðpína kunnu linnast við pínulinnandi heili­ vági. Er nøsin tipt, kann næsa­ spreið hjálpa við at fáa luft, men her eigur tú at lesa veg­ leið­ingina um, hvussu ofta og hvussu leingi, spreiðið kann brúkast. Ert tú í iva, kanst tú spyrja apotekið. Tað kann eisini hjálpa at lyfta undir høvdalagið við ein­ um eyka kodda. Á apotekinum fært tú eisini ráðgeving um, hvussu tú kanst linna um krímsjúku. Kelda: Danmarks Apotekerforening vilmund@sosialurin.fo KOPPSETING MÓTI KRÍMSJÚKU Hvat er koppseting móti krími? spyr professarin, dr. med. í kliniskari mikro­bio­ logi, Niels Høiby, sum her sig­ur nøkur orð um krím­ sjúku og koppseting: Beinkrím er virussjúka sum ger, at vøddar og liðir ger­ast eym, og tú fært høvuð­pínu og fepur millum 38 og 40 stig. Krímið er skift­ andi frá einum ári til annað. Tí verður koppsetingin eisini framleidd av nýggjum á hvørj­um ári sambært upp­ lýs­ingum hjá WHO (Heims­ heilsu­stovninum) um tað vir­us, sum vit kunnu rokna við í okkara parti av heim­in­ um. Sum oftast verður talan um tey virus, sum ganga í syðra parti av jarðar­knøtt­ in­um, tá tey hava vetur um hes­ar leiðir, og vit hava summ­ar. Tað finnast tvey sløg av koppseting móti krími. Onn­ ur koppsetingin verður givin í ein stóran vødda ella undir húðina. Hin er ætlað børnum og ungum millum tvey ár og 18 ár og verður givin sum spreið í nasagluggan. Rættast er at geva kopp­ set­ing móti beinkrími í okt­ ober, áðrenn krímtíðin byrj­ ar. Tíðin við krími varar van­liga frá seint á heysti og allan veturin. Tey, sum lata seg koppseta móti krími, skulu hava koppsetingina á hvørj­um ári, tí henda verjir bert í seks mánaðir. Danska Heilsustýrið mæl­ ir til, at fólk, sum eru í vanda fyri at fáa álvarsligar fylgi­ sjúkur eftir krímsjúku, verða koppsett, og tilmælið fevnir um hesi: 1) Øll sum eru yvir 65 ár, 2) Kvinnur sum eru við barn, 3) Fólk við kroniskum sjúkum, 4) Fólk við veikari imm­unverju, 5) Fólk, sum búgva á røktarheimi ella líkn­andi stovnum, 6) Fólk, sum eru veik, og har læknin met­ir, at beinkrím kann ger­ast heilsuskaðiligt og 6) Starvs­fólk innan heilsu-og røkt­arskipanina. vilmund@sosialurin.fo Tá tú hevur krímsjúku, hevur tað størstan týdning, at tú hvílir teg og roynir at umgangast at smitta onnur