týsdagur 26. mars 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. mars 2019 · Nr. 36
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Nei takk til oljuna
Ingilín D. Strøm,
løgtingsvalevni hjá
Javnaðarflokkinum
Tá orðaskifti var í tinginum
um at fara aftur undir olju
boring var støðan greið; Før
oyar skulu aftur bora eftir
olju. Tað skulu vit, hóast vit í
2030 skulu nýta grøna orku á
landi. Tað skulu vit, hóast vit
vita, at um vit skulu halda
Paríssáttmálan, skulu minnst
tveir triðingar av teimum
lívrunnu brennievnunum, ið
longu eru funnin, verða liggj
andi. Tað skulu vit, tí annars
eru vit dupultmoralsk, varð
sagt, tí enn hava fátækastu
londini í heiminum tørv á lív
runnum
brennievni.
Vit
kunnu tí ikki bara keypa,
men verða noydd at spýta í
kolasvørtu oljutunnurnar.
Dupultmoralur
Fimm tey størstu olju- og
gassfeløgini í heiminum hava
síðan 2015 brúkt í miðal 195
milliónir dollarar upp á grøna
marknaðarføring, meðan 200
milliónir dollarar afturat eru
brúktar upp á at stýra, seinka
ella seta seg upp ímóti bind
andi
umhvørvispolitikki.
Hetta kunngjørdi bretski ser
frøðingastovnurin Influence
Map fríggjadagin. Hetta vísir
dupultmoral á hægsta stigi.
Oljuídnaðurin letst vera ein
partur av loysnini, men ar
beiðir í veruleikanum heldur
við tí fyri eyga, at linna krøv
ini fyri egnan vinning. Hetta
vísir veruleikan í, at fyri
hendan ídnaðin snýr tað í
síðsta enda seg um pengar,
ikki um heimin ella okkum, ið
búgva her.
Vit noyðast at hugsa nýtt
Vit skulu við øðrum orðum
berjast við sterkar kreftir, tá
vit vilja velja burðardyggar
loysnir. Tað er ikki lætt, men
tað er tað rætta at gera. Eg
skilji væl, at tað tykist trupult
at fara ímóti status quo. Men
um vit vilja, at heimurin skal
vera í nøkulunda standi, tá
okkara børn og ommubørn
skulu búgva her, so noyðast
vit at reisast úr bleytu sofuni
og hugsa nýtt. Vit vita longu
nú, at ein stórur partur av olj
uni skal verða liggjandi.
Hvat kunnu vit gera nú?
Samgongan hevur sett sær
sum mál, at vit skulu gerast
grøn á landi í 2030. Hetta er
eitt gott mál, sum krevur um
legging av vanum og bygnað
um. Eg trúgvi neyvan, at
hetta verður framskundað,
um vit finna olju. Heldur
tvørturímóti. Lat okkum tí
taka eina avgerð um, at vit
velja oljuna frá, har vit
kunnu. Og vit kunnu væl lata
vera við at bora eftir olju. Lat
okkum
vísa
londunum
í
heiminum, ið vit - sambært
røðarum á tingsins røðara
palli - skulu hjálpa við olju
leiting, at vit kunnu vísa á
eitt samfelag, ið gongur á
odda við øðrum loysnum enn
olju. Eisini ber til at gera íløg
ur í betri burðardyggar loysn
ir fyri hesi samfeløgini, hvørs
mannarættindi verða skerd
av oljuídnaðinum, beinleiðis
og óbeinleiðis. Beinleiðis, tí
øki verða ognartikin fyri ein
og hvønn prís, har fólk búgva
og liva. Óbeinleiðis, tí tað
verða fátækastu samfeløgini
í heiminum, ið verða rakt av
veðurlagsbroytingunum
fyrst og í størstan mun. Lat
okkum siga nei takk til olj
una.
Keldur:
Amnesty International, 2018. Nigeria:
Amnesty activists uncover serious
negligence by oil giants Shell and Eni,
amnesty.org
Clark, Duncan, 2015. How much of the
world's fossil fuel can we burn?, The
Guardian, guardian.co.uk
InfluenceMap, 2019. Big Oil’s Real Agenda
on Climate Change, influencemap.org
Hugrensl úr Brasil
Jens Heri Bolstad
Mortensen
Einsemi kann seta ferð á
tankar og brátt leita tankar
nir víða um.
Sum útisiglari kemur ein
víða um og sær ymsar ment
anir, og hvussu fólk búleik
ast.
Hvørja ferð eg eri komin
væl umborð á skipið, hugsi
eg, hvussu heppin eg eri at
vera føddur og uppvaksin í
Føroyum.
Vit tosa nógv um dálking
og um, hvat vit kunnu gera
fyri at varðveita nakað til
komandi ættarlið.
Á veg umborð á skipið
verður koyrt framvið býling
um, har so nógv burturkast
liggur
og
rekst
millum
fólk og fæ, at ein kann illa
ímynda sær, hvussu nakar
kann búgva undir slíkum
korum.
Vit eru so fá í Føroyum, og
hava so dugnalig og hugagóð
fólk, at tað mátti verið upp
lagt, at vit vóru heilt frammi
í oddinum, hvat viðvíkur
endurnýtslu og skipan av
einum grønum samfelagi.
Hvussu fantastiskt hevði
tað ikki verið, um okkara
Føroyar var ein fyrimynd
fyri øðrum tjóðum, og vit
løgdu lunnar undir nýggj
hugskot, hvat burðardyggum
umhvørvis loysnum viðvík
ur.
Tá ið eg sitið við telduna,
síggi eg nakrar av lokalu út
róðarmonnunum, teir rigga
sær reiðskapin til. Her kann
vera fitt av høgguslokki at
fáa, og teir kappast við okk
ara filipinsku dekkarar um
at fáa fongin til høldar.
Aftur her hugsi eg, hvussu
vælsignaði vit eru í Føroyum,
at okkara grunnar bera slíkt
ríkidømi, sum vit hava sæð
tey farnu árini. Serliga huga
ligt er tað, at landleiðin kast
ar væl av sær í løtuni, og at
okkara harðbaldnu útróðar
menn kunnu fáa stóran fong
– tað er teimum ómetaliga
væl unt.
Vit hava nógv at vera
takksom fyri, báði fra skap
arans hond, og ikki minst
fyri teir fiskimenn sum fáa
fongin til høldar, og tær
kvinnur og menn sum leggja
nógva orku og pengar í at
útvega tey bestu vinnutólini.
Ynski øllum har heima ein
góðan dag, og eina eyðnu
sama komandi viku.
Á Santos feltinum í Brasil.
Hvat vil tú hava: písk ella gularót?
Hanus Samró
fólkaflokkurin
Samgongan vildi hava nýggj
ar aktørar inn í fiskivinnuna,
men veruleikin er, at eingin
"nýggjur" aktørur er komin
inn í fiskivinnuna.
Tað prógvaði uppboðssølan
av svartkjafti í gjár, 21. mars
2019.
Hetta er sama gamla garda,
sum hevði rættindini framm
anundan. Einasti munurin er,
at tey gjalda ikki bara fyri
kvoturnar, men av tí at veiði
loyvi eru loyst frá stálinum,
kunnu virkir bjóða uppá fisk
in.
Og nútímans virkini, ja, tey
eiga "gomlu" reiðaríini eisini.
Sannleikin er, at uppboðs
sølan tænir ikki sínum enda
máli.
Nýggir aktørar sleppa ikki
inn í vinnuna, tí gáttin er ov
høg, og "gomlu" reiðaríini fáa
ikki grønari skip, tí pengarnir
fara til uppboðssøluna ístað
in.
Hetta er pískurin, heldur
enn gularótin.
Einast "vinnarin" er lands
kassin, sum drenar pengar úr
vinnuni, men tað er stokkutur
sigur, tí størsti taparin er
vinnan og umhvørvi.
Hvussu leingi heldur tú, at
vit kunnu halda fram við at
fara so illa við umhvørvinum
og dálka so nógv?
Hevði tað verið upp til mín,
hevði kolasvarti umhvørvis
politikkurin steðgað alt fyri
eitt. Tí mær dámar best gula
rótspolitikkin.
Ístaðin fyri at píska vinn
una við gjøldum og uppboðs
sølu, fáa reiðaríir eina gularót
ístaðin.
Gert tú íløgur í grønari
skip, rindar tú ikki tilfeingis
gjald, fyrr enn skipið er aftur
goldið. Einfalt. Gert tú nakað
fyri umhvørvið, fær tú nakað
ítøkiligt afturfyri.
Hetta er góður umhvørvis-
og gularótspolitikkur.
Og hetta er ikki bara besti,
men eisini einasti mátin, vit
náa málinum um einar grøn
ari Føroyar í 2030.
So eg velji gularótina, held
ur enn pískin. Hvat velir tú?
Eg skilji væl,
at tað tykist
trupult at fara
ímóti status quo
– tað er teimum
ómetaliga væl
unt
Ístaðin fyri at
píska vinnuna
við gjøldum og
uppboðssølu,
fáa reiðaríir
eina gularót
ístaðin