Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 27. mars 2019 · Nr. 36 NØVN Eyðun av Reyni – hevur listaframsýning í kringvarpshøllini So mangar takkir eigur kring­ varpið uppiborið fyri at veita rúm fyri Eyðuni av Reyni, sum er tann fyrsti av saktans fram­ haldandi fleiri av frægu lista­ fólk­um okkara í heinta til hetta hølið. Høllin Høllin er ljós, góð og innkom­ andi, og tætt var við fólki til ferniseringina. Jóhann Mort­ en­sen beyð vælkomin, og væl varð sungið, spælt (og floyta) av Leu Kampmann og Elsu Mariu Jørgensen, og verkini sátt­liga ummæld av Dagmar Mal­enu Winther. Eftirsíðan hevur borið betur til at njóta listaverkini uttan nakra órógv, 15 í tali. Ummæli Her skal ikki gerast nøkur roynd at endurtaka nakað ella um­mæla myndirnar. Hetta hava onnur nærum tikið pat­ ent uppá – hetta er ikki við­ merkt argandi, men bara kon­ stat­erandi. Tó takk til tey fyri tað. Og um so hesi kønu ofta avmarka seg til sínar egnu favorittar – so er einki óvanligt í tí. Tað finnast allastaðni ymisk “hoff”, innan list, skaldskap og bókmentir o.m.a., sum halda seg eiga orðið – (men ør­makt­ ast ikki, mín vinur), tí hesar met­ingarnar er bara tímans, tað er so tað – og kanska onkr­ um til ugga. Og ber nú til at skilja list og listafólk frá sínum uppvøkstri, mentan og umhvørvi? Kanska tað – halda summi. Onnur ikki. Friðarins børn Skriftin ber við hugtakið - frið­ ar­ins børn. Tey finnast. Sum frið­arlig avrika nakað. Har sum tey eru. Ja, tak eitt nú gávurík fólk, so ymisk av aldri, lívsáskoðan og avriki sum: William og Zach­arias Heinesen, ella tey av Reyni – sum bara geva frá sær og eru so frí fyri at vera sjálv­ upp­tikin við gabbi og erp­in­ skapi – tey eiga eina innaru styrki, sum vit vanliga ikki gáa um – fyrr enn tey eru farin... Eyðun er vaksin upp á Ingutrøð, sum longu nú er ein “saga blot”. Jens og Christina av Reyni fingu tríggjar synir - allir per­ són­ligheitir. Jens Paula (fødd­ ur søguforteljari - við gentle­ mansins gedigna yvirbrá), Sig­ird (ein íðin vinnulívsmaður – við so framúr vakrari song­ rødd, og man nøkur upptøka vera tøk?), og so Ingálvur - ikki at for­gloyma. Útbúgving Eftir - so at siga – at vera upp­ vaks­in í einum atelieri og ein­ um tøttum barnaheimi við skap­andi list - sangi, tónleiki, tekn­ingum og málningum - fór Eyð­un undir 6-8 ára djúptøkna listar­liga útbúgving uttan­ lands - fyri síðani at venda aft­ ur á heimligar leiðir. Men ber tað til tá - at finna sær sjálvum eitt egið beiti her á klettunum? Eru tað nøkur listafólk her heima, sum ikki hava kent ávirk­an frá Ingálvi, sum er ein sann­ur listaskúli í sjálvum sær. Tak eitt nú hansara tekn­ ing­ar - fyrst vanligar og vakr­ ar, síðani tekningarnar við skák­striku, sum gera bókina “Tann deiliga Havn” til eina perlu, fyri síðani at loysa seg frá hesum og til at vera millum mæt­astu teknarar um lond. Og tað sama kann sigast um Ingálvsa málningaligu lista­ leið. Og um ein nú heldur, at feðg­arnir av omanfyri stand­ andi lýsing mugu vera rætti­ liga eins, so lyft eygnabráið eitt vet upp, meðan tú ert í fram­sýningarhøll kringvarps­ ins, og samanber avrik Eyð­un­ ar við báðar málningarnar av Ingálvi, sum hanga í erva í trappu­uppgongdini. Har er eitt hav til munar mill­um feðgarnar. Og so fram­ úr báðir. At vit mugu undrast! Endurtøkur? Men ber til at mála aftur og aft­ur tað sama útsýnið, lendið og fjøllini? Jú, Paul Cézanne (1839-1906) –alt annað líka -málaði yvir hálvt­hundrað ferðir so framúr mynd­ir av fjallinum Sainte- Victorie, ið liggur nærindis Aix-en-Provence, har ið ateli­ erið hjá Cézanne enn er til (eg havi verið har), og tá tykist hetta fjallið, Sainte-Victorie, at vera bæði litleyst og smæðið í mun til okkara marglitta “Tind­tempul høga í setandi sól”. Í iva? Men er ein í iva um, hvat ið meint er við við hesi við­merk­ ing míni, og um mína undran á onn­ur ektað listalig avrik – ein­støk og sum heild - so legg bara árarnar inn eina løtu, og set aðra av nýggju fløgunum hjá Ingálvi av Reyni í fløgu­ spælaran (tann seinna fløgan er ikki verri, enn hin fyrra). Hetta tí, at eg kenni onkran, sum hvønn morgun í vetur hev­ur spælt fløgurnar úr enda í annan - sær sjálvum og øðr­ um til kveikjandi njóting og ugga - bæði við sangi og undir­ spæli - mitt í einum marg­trupl­ um heimi. Framsýningin er opin til 30. mars. Arnstein Niclasen