hósdagur 2. desember 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 231 - 2. desember 2004
UTTAN ÚR HEIMI
Leggur frá sær
Amerikanski ráðharin í trygdarmálum, Tom Ridge,
hevur kunngjørt, at hann leggur frá sær. Almenna
grundgeving hansara er, at hann hevur havt ov lítla tíð
til síni næstu, síðani hann gjørdist ráðharri.
Tom Ridge er fyrrverandi guvernørur í statinum
Pennsylvania. Aftan á atsóknirnar at New York og
Washington tann 11. september í 2001 gjørdi George
W. Bush, forseti, av at skipa eina ráðstovu, sum skuldi
hava ábyrgdina trygdini í landinum, og seinastu árini
hevur Tom Ridge staðið á odda fyri hesari ráðstovuni.
Tom Ridge er tann sjeyndi ráðharrin, sum fer úr
stjórnini hjá Bush síðani forsetavalið 2. november.
Val í úrtíð
Tað hevur prutlað undir tí politiska lokinum í Portugal
teir seinastu mánaðarnar, og nú hevur forsetin gjørt
bart. Hann hevur sent tjóðartingið til hús og boðað frá
nývali.
Fyri fýra mánaðum síðani tók Santana Lopez við
sum forsætisráðharri, eftir at Jose Manuel Barroso
hevði tikið av tilboðnum um at gerast formaður í ES-
nevndini. Men stjórnarleiðaraskiftið vísti seg at vera
óheppið.
Síðani Lopez tók við, hava flokkarnir í stjórnar-
samgonguni keglast um fleiri mál, og teir hava havt ilt
við at semjast um ymisk mál, eitt nú fíggjarlógina fyri
2005. Eitt nú vilja partar av samgonguni geva fólki
skattalætta, meðan onnur halda tað vera púra
burturvið. Tey vísa á, at landið hevur verið í álvars-
somum politiskum trupulleikum, og at teir mugu fáast
av vegnum, áðrenn skattalættar kunnu koma upp á tal.
Í seinastuni hava ráðharrar lagt hvør annan undir
bæði líkt og ólíkt, og tað fekk bikarið at flóta yvir. Slíkt
vil forsetin ikki góðtaka, og tí hevur hann boðað frá
nývali, skrivar Reuters.
Ferðin sett niður
Nýggj tøl hjá donsku ferðslumyndugleiknum vísa, at
danskir bilførarar koyra ikki so skjótt longur
Fyrr í ár fingu danir loyvi at koyra 130 kilometrar
um tíman á summum vegateinum, og tølini vísa, at tað
hevur eftir øllum at døma gjørt, at nú eru tað færri, sum
koyra við ímillum 140 og 180 kilometra ferð, skrivar
Politiken. Verður hugt at teinunum, har hámarksferðin
er 110 kilometrar um tíman,. eru brotini á hámarks-
ferðina minkað meiri enn 60 prosent samanborið við í
fjør.
Danska løgreglan hevur gjørt serliga nógvar ferð-
kanningar í ár, og tað hevur eisini givið úrslit. Higartil
í ár hava 18.000 fólk fingið bót fyri at koyra ov skjótt,
og tað er tvær ferðir so nógv sum undanfarin ár. Løg-
reglan sigur, at átakið ímóti teimum, sum koyra ov
skjótt, heldur fram næsta ár.
Vilja hava generalin
Fleiri ES-lond hava gjørt greitt, at Kroatia fær ikki
limaskap í samveldinum, fyrr enn landið útflýggjar
generalin Ante Gotovina, sum er ákærdur fyri krígs-
brotsverk í borgarakrígnum á Balkan í nítiárunum.
Ante Gotovina stóð á odda fyri einum blóðugum
kroatiskum álopi á serbarnar í landspartinum Krajina í
august í 1995. Minst 150 fólk doyðu, fleiri hundrað
hvurvu, og næstan 200.000 vórðu rikin frá húsi og
heimi. Altjóða krígsbrotsmannadómstólurin í Haag
hevur fleiri ferðir biðið kroatisku myndugleikarnar
útflýggja generalin, men higartil uttan úrslit.
Nú vil ES ikki bíða longur. Á toppfundinum, sum
samveldið fer at halda um fjúrtan dagar, verður málið
um generalin tikið upp, og tá fær kroatiska stjórnin
væntandi at vita, at landið fær ikki limaskap, fyrr enn
Ante Gotovina er latin dómstólinum í Haag.
Í minst tveimum før-
um smuglaði svenska
verjan russisk vápn úr
Estlandi til Svøríkis
við ferjuni "Estoniu" -
eisini í september í
1994, tá ferjan sakk
SMUGLING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Líka síðani "Estonia" sakk í
Eystrasalti tann 28. sep-
tember í 1994 hava gitingar
verið um, hví ferjan sakk,
og tey flestu eru á einum
máli um, at tann almenna
frágreiðingin, sum kom
nakað seinni, svaraði ikki
øllum spurningunum.
Fyrrakvøldið
hevði
svenska sjónvarpið eina
sending um vanlukkuna, og
har kom fram, at svenska
fregnartænastan smuglaði
framkomin russisk vápn úr
Estlandi og hinum baltisku
londunum við "Estoniu".
Tað finnast eingi prógv
fyri, at russisk hernaðarút-
gerð var umborð á ferjuni
vanlukkunáttina, men tann
sannroynd, at alt er kki
komið fram, er nóg mikið
til at kanna vanlukkuna
umaftur, sigur Lars Borg-
næs, sum hevur gjørt
sendingina.
– Tað minsta kravið má
vera, at kavarar fara niður
at kanna dekkið á ferjuni
fyri at vita, hvat var í last-
bilunum. So vítt vit vita,
hava eingir kavarar verið
har, og tí vita vit ikki, hvat
var í lastbilunum, sigur
Lars Borgnæs.
Í sendingini brúkti hann
upplýsingar frá fyrrverandi
tollstjóranum í havnini í
Stockholm, Lennart Hen-
riksson, og har kom fram,
at hann hevði ikki sagt alt,
sum hann visti, tá málið
bleiv kannað.
Uttan um tollin
Í sendingini greiddi Lenn-
art Henriksson frá, at í
september í 1994 fekk hann
at vita frá einum stjóra í
svenska tollverkinum, at
tollararnir í havnini í Stock-
holm skuldu ikki kanna ein
ávísan bil, sum kom við
"Estoniu" tann 14. septem-
ber. Hann gjørdi, sum hon-
um var álagt, men helt kort-
ini eygað við bilinum, tá
hann kom í land. Tað vísti
seg at vera ein Volvo 745. Í
bilinum vóru nakrir kassar,
og Henriksson skilti, at
hetta vóru kassar við onkr-
ari herútgerð. Tá hann
seinni kannaði, hvør átti
bilin, vísti tað seg, at hetta
var ein bilur hjá tøknifyri-
tøkuni Ericsson.
Í
sendingini
greiddi
Lennart Henriksson frá, at
seks dagar seinni, tann 20.
september, fekk hann aftur
boð um at lata ein ávísan
bil sleppa ígjøgnum tollin
uttan kanning. Hetta var ein
vøruvognur.
Stjórin hjá Lennart Hen-
riksson váttaði í sjónvarps-
sendingini, at tað hendi av
og á, at bilar við loyniligum
farmi komu við "Estoniu",
og at boðini um at lata bil-
arnar sleppa ígjøgnum toll-
in komu frá verjuni. Men
hetta dugdu hvørki táver-
andi aðalstjórin í tollverk-
inum ella táverandi verju-
ovastin at minnast. Heldur
ikki ovastin í hernaðarligu
fregnartænastuni sigur seg
minnast hetta, men hann
vildi ikki taka lut í send-
ingini.
– Av tí at málið snýr seg
um loyndarmál hjá verjuni
kann eingin siga nakað,
sjálvt um teir minnast tað,
sigur táverandi verjuovast-
in, Erik Rossander, við
svenska sjónvarpið.
Kannast umaftur
Táverandi verjuovastin í
Estlandi, Alexander Ein-
seln, hevur einki ímóti at
siga sína hugsan. Við
svenska sjónvarpið sigur
hann, at upplýsingarnar um
vápnasmuglingina eru av
slíkum slagi, at málið eigur
at verða kannað. Men tað
skulu vera óheft fólk, sum
gera kanningina, og tey
kunnu tí ikki vera úr Est-
landi, Svøríki, Finnlandi
ella Týsklandi, sigur hann.
– Fólk hava krav uppá at
fáa at vita, hvat hendi, og
hví tað hendi, sigur Alex-
ander Einseln og leggur aft-
urat, at vóru loynilig vápn
umborð á "Estoniu", kann
tað vera orsøkin til, at
myndugleikarnir vóru so
skjótir at leggja lok á van-
lukkumálið,
sum
hann
tekur til.
"Estonia" var
smuglaraskip
"Estonia" sakk 28. september í 1994 á veg úr Estlandi til Svøríkis. Vanlukkan kravdi 852 mannalív