Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. desember 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 2. desember 2004 3 Skattaprosentið kom- andi ár hækkar við 1, 25 % og eitt lán upp á tíggju milliónir skal takast. Hinvegin hækkar barnafrá- drátturin úr 3.500 upp í 4.000 krónur. Hetta er nakað av tí, sum Klaksvíkar býráð samtykti á býráðs- fundi týskvøldið BÝRÁÐSFUNDUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Skattaprosentið í Klaksvíkar kommunu verður 20,25 % komandi ár. Sostatt hækkar skatturin við 1,25 %. Tosað varð annars um undan býráðs- fundinum, at skattapro- sentið skuldi hækkast við tveimum prosentum, men so varð kortini ikki. Eisini varð samtykt at taka eitt lán upp á 10 milliónir. Hetta lánið skal fíggja serætlanir í sam- bandi við tær mongu íløg- urnar, sum kommunan hev- ur gjørt og er í ferð við at gera nú undirsjóvartunnilin er í gerð. Hinvegin hevur komm- unan lagt upp fyri barna- familjunum. Barnafrádrátt- urin í kommununi hækkar úr 3.500 upp í 4.000 krónur fyri hvørt barnið komandi ár. Aðrar sparingar hava eisini verið neyðugar, og alt hetta kemur, sambært Steinbjørn Jacobsen, borg- arstjóra, av, at inntøkurnar hjá kommununi ikki verða so høgar, sum roknað var við og tí at landið leggur alt meira út til kommunurnar at umsita. Steinbjørn Jacobsen greiðir frá, at eftir seinasta býráðsfund móttók komm- unan nakrar framrokningar frá Toll og Skatt, har tað greitt vísti, at inntøkurnar í ár fóru at verða um fimm milliónir lægri enn væntað varð fyrr í ár. – Tá landið lækkar skatt- in, missa kommunurnar altíð inntøku, vit hava fingið framrokningar, sum frammanundan hesum skattalættanum vísa, at inntøkurnar verða lægri og hartil verður meira og meira lagt út til kommunur- nar at umsita. Alt hetta kostar pengar, sigur Stein- bjørn Jacobsen og heldur fram, at hann beint eftir seinasta býráðsfund segði, at inntøkurnar helst fóru at lækka og tískil álegði hann nevndunum at spara á øllum økjum. Hetta var fyri einum mánaði síðani. Steinbjørn heldur ikki, at hetta kemur sum nøkur nýggjheitsbumba. Hann vísir á, at hann fleiri ferðir fyrr í ár hevur greitt frá í fjølmiðlunum, at um íløgur í sambandi við tunnilin skuldu gerast, so máttu hesar fíggjast við lántøku ella skattahækking – ella báðum. Nýggj el- linja millum Sund og Skálabotn Størri trygd skal fáa í el-veitingina ORKA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Einki er so strævið, sum tá streymurin brádliga fer. Men hetta kann, og hetta ætlar SEV at gera nakað við. Tað hendir tíbetur ikki so ofta at streym- slit er, og tá tey so endiliga eru, gongur sjáldan long tíð til viðurskiftini eru í lagi aftur. Men í SEV eru tey altíð uppá vakt fyri at tryggja øllum húskjum í landinum ein reglu- ligan og eisini bíligan streym. Og tá hugt verður eftir fíggjar- ætlanini hjá SEV fyri 2005 sæst, at hon eisini leggur upp til tað sama. Útbyggja Komandi ár verður tí eisini lagdur dentur á at menna og útbyggja elkervið. Hetta verður gjørt fyri at økja um veitingartrygdina og møguleikunum fyri størri fleksibiliteti í rakstrinum. Sum ein part av hesum málsetningi ætlar SEV at leggja - ella byggja, sum teir siga - eina nðggja 60 kV linju millum el- verkið á Sundi og Skálabotn. Hetta arbeiðið er í roynd og veru longu farið í gongd, og gong- ur arbeiðið sum tað skal. Mett verður tí, at henda linjan kann takast í nýtslu seint komandi ár. Sam- stundis verða fleiri av teimum 40 ára gomlu t r a n s f o r m a r u n u m skiftir út. Í sambandi við nýggja háspenningar- kaðalin millum Sunds- verkið og Skálabotn hevur Fjarhitafelagið ætlanir um at leggja eina fjarhitaleiðing millum Sundsverkið og Sandvíkahjalla. Hetta verður gjørt fyri at kunna gagnnðta av- lopshitan frá motor- unum á Sundi til eina fjarhitaskipan í Hoy- víkshaganum. Skatturin hækkar í Klaksvík Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsu- málum, Hans Pauli Strøm, hevur nú sett Vísindasiðsemis- nevndina av nýggjum Í Vísindasiðsemisnevndini skulu vera 7 limir, og limirnir eru nú júst vorðnir útskiftir. Landsstýrismað- urin hevur sett nevndina av nýggjum. Tey, ið nú manna Vís- indasiðsemisnevndina, eru Inga Poulsen Dam, sóknar- prestur, Sonni Smith, tíð- indamaður, Malena Arn- holdsdóttir, forkvinna í Javna, og Kári Mortensen, studentaskúlalærari. Hesar fýra nevndarlim- irnar hevur landsstýris- maðurin sjálvur valt. Læknafelag Føroya hev- ur eisini valt tríggjar limir. Teir eru Fróði Joensen, yvirlækni, Gunnhild Is- feldt, lækni og Dorrit Joensen, lækni. Varalimir eru Marjun Bæk, sóknarprestur, Jan Jespersen, yvirlækni og Dánjal Højgaard, tíðinda- maður. Nevndin fer at skipa seg sjálv og velja formann og næstformann. Uppgávur hjá nevndini Vísindasiðsemisnevndin hevur til uppgávu at gera metingar um granskingar- verkætlanir, sum fevna um og byggja á royndir við menniskjum og við arva- ílegum. Metingarnar hjá nevnd- ini skulu fyrst og fremst tryggja, at tey menniskju, sum taka lut í verkætlan- unum, verða vard. Harumframt skulu met- ingarnar tryggja, at enda- málið og framferðarhátt- urin í verkætlanunum eru í samsvari við vísindalig krøv. Áðrenn farið verður í holt við eina biomedisinska granskingarverkætlan, skal Vísindasiðsemisnevndin gera meting av hesi ætlan og geva loyvi til, at hon kann byrja. Lógargrundarlagið und- ir Vísindasiðsemisnevndini er at finna í fyriskipan nr. 862 frá 30. november 1999. eys Nýggja Vísindasiðsemisnevndin sett Tann 16. bókini í røðini av Skemtbókum við tekn- ingum eftir Óla Petersen er útkomin. Bókin "Skemt 04" er um 160 blaðsíður og fevnir um tekningar, sum hava verið á baskíðuni í Sosialinum hetta seinasta árið. Í hesum tekningum viðger listarmaðurin mong av dagsins málum, sum hava sett sín dám á hetta tíðarskeiðið. Bókin er sett, umbrotin og prentað hjá Føroyaprent og kostar 150 kr. Skemt 04 útkomin Nú verður lagt upp fyri verri tíðum í Klaksvík. Inntøkurnar í ár verða heldur lægri enn væntað, íløgur í sambandi við Norðoyatunnilin og fleiri øki hjá kommununi at umsita eru nakrar av orsøkunum til, at skattaprosentið komandi ár hækkar við 1,25 prosentum