hósdagur 2. desember 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 231 - 2. desember 2004
– Eg var ikki
ábyrgdarfull, tá eg
bleiv smittað við HIV.
Eg raðfesti ikki
fyribyrging nóg høgt,
og eg havi ongantíð
givið nøkrum øðrum
skyldina, sigur 41 ára
gamla Brit Mølberg
Nielsen úr Danmark,
sum fekk staðfest
HIV smittuna fyri 12
árum síðani. Hon
livir tó kortini eitt
nærum púra vanligt
lív, og merkir ikki
nógv til sína sjúku til
dagligt
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Brit Mølberg Nielsen úr
Danmark fekk staðfest HIV
smittuna fyri 12 árum síð-
ani. Týsdagin og mikudag-
in var hon í Føroyum og
helt fyrilestur um sítt lív og
sjúkuna í sambandi við al-
tjóða AIDS dagin, sum var í
gjár.
Tað sást ikki á Brit, at
hon ber eina deyðiliga
smittu innan í sær. Hon er
nakað kløn, men tað er ikki
nakað, sum bendir á, at hon
er sjúk. Hon fær ta serligu
samansettu viðgerðina fyri
HIV positiv og hevur bert
fá hjáárin. Brit arbeiðir
hvønn dag sum sosialnáms-
frøðingur á einum stovni
fyri sálarsjúk. Hon býr
saman við samlivara sínum,
sum eisini er smittaður.
Parið hevur ongi børn, tí
tað hevur Brit tilvitað valt
frá orsakað av sínari sjúku.
Lívlig og brosandi greiðir
hon frá sínari søgu, og
hvussu hon hevur lært at
liva við smittuni.
– At vera beisk og angra
nyttar onki. Eg veit, at
ábyrgdin var mín egna, og
eg kann takka mær sjálvari
fyri, at eg bleiv smittað,
sigur ein sera avklárað Brit
Mølberg Nielsen.
Hon sær tað sum nakað
sera positivt, at hon kann
greiða frá sínari søgu í
Føroyum, tí tað hevur hon
valt ikki at gera í Danmark
millum annað av fyriliti
fyri foreldrum sínum.
– Eg síggi tað sum eina
stóra avbjóðing at greiða
frá mínari søgu her í Føroy-
um. Trupulleikin er, sum eg
havi skilt, tíbetur ikki so
stórur í Føroyum, men sam-
stundis er tað sera umráð-
andi, at man minnir á hetta,
tí tað kann vera so skjótt, at
fólk ikki hugsa so nógv um
tað, heldur Brit, sum veit, at
hon varð smittað av hins-
kyndum sambandi. Hon
veit tó ikki við vissu, hvør
hevur smittað hana.
Kannað av tilvild
Lívið hjá Brit Mølberg
Nielsen steðgaði upp í
1992, tá hon sum 29 ára
gomul fekk at vita, at hon
var blivin smittað við
deyðiliga virussinum HIV.
– Tað var jú ein reellur
deyðadómur, ið varð feldur
yvir meg, sigur Brit.
Tað var ógvuliga tilvild-
arligt, at hon fór og kannaði
seg. Alt byrjaði við, at ein
vinkona hjá henni ringdi til
hana og segði, at ein gamal
drongur hjá henni hevði
ringt og boðað frá, at hann
var HIV smittaður, og tískil
átti vinkonan hjá Brit eisini
at farið og kannað seg.
Brit hevði sjálv eisini
verið saman við hesum
manninum, so hon gjørdi
av at lata seg kanna. Hon
var ikki nakað serliga bang-
in, tí hon dugdi ikki at
ímynda sær, at hon varð
vorðin smittað, tí stutt eftir
fekk vinkonan tey boðini,
at hon ikki var.
Men Brit hevði fingið
smittuna. Tað er ikki greitt
júst, nær hon varð smittað,
men hon fekk seinni at vita,
at tað var lítið sannlíkt, at
tað hesin sami drongurin
hjá vinkonuni, sum hevði
smittað hana, tí tað passaði
ikki saman við, hvussu
langt hon var komin í
sjúkuforløbinum.
Ólukkulig
Brit sigur, at tað var ein
stórur skelkur fyri hana.
Hon
var
púrasta
fyri
ongum, tá hon fekk boðini.
Tað einasta hon minnist frá
tí læknavitjanini er, at
læknin var øgiliga ósikkur,
tá Brit kom inn. Tá hugsaði
hon beinanvegin við sær
sjálvari, at okkurt mundi
vera galið.
Síðani minnist hon bert,
at læknin tosaði um eina
amerikanska kanning og
eitt ávíst slag av heilivági,
sum varð nógv nýtt móti
HIV ta tíðina.
– Eg fór tútbrølandi frá
læknanum á mínari súkklu
heim, greiðir hon frá.
Hon livdi tá saman við
einum, og eitt tað ringasta
var at siga tað fyri honum.
Hann fór so eisini at kanna
seg og tað vísti seg, at hann
eisini bar smittuna.
– Vit vita tó ikki hvør av
okkum
hevur
smittað
hvønn. Tað er eisini full-
komuliga líkamikið, tí ta
vitanina hevði eg ikki
kunnað brúkt til nakað,
sigur Brit púra avgjørd.
Seinni fóru tey so hvør til
sítt. Men í dag livir Brit
saman við einum øðrum
manni, sum eisini er HIV
smittaður.
Hon heldur avgjørt, at tað
til tíðir ger tað lættari fyri
tey at skilja hvønnannan, at
bæði hava smittuna. Tá hjá-
árin vísa seg, tá ein dagur er
torførur at koma ígjøgnum
ella hvat tað nú skal vera,
so vita tey bæði, hvat hin
fer ígjøgnum.
Heppin
Brit Mølberg Nielsen sær
seg sjálva sum sera hepna.
Síðani hon fekk staðfest
smittuna og byrjaði at taka
heilivág hevur hon sum
heild havt tað gott. Hon
hevur ikki havt nógv hjá-
árin, og heilivágurin hevur
hjálpt henni væl.
Læknin hjá henni hevur
fleiri ferðir sagt henni, at
hon helst fer at blíva gomul
við hesi sjúkuni.
– Nú ljóðar hetta sum eg
bara havi tað so gott, og alt
er so ljósareytt, men tað
hevur tað so sanniliga ikki
verið. Eg havi verið heilt
niðri í kjallaranum, og óttin
fyri deyðanum hevur sitið
fast í mær, greiðir hon
álvarsom frá.
Í fyrstuni var hon bangin
fyri, at hon kundi doyggja
av einum vanligum forkøl-
ilsi, og hon hugdi ikki langt
fram í tíðina.
Tað ger hon framvegis
ikki, men hon er kortini
ikki bangin fyri at leggja
ætlanir fyri framtíðini.
– Eg gangi ikki og hugsi,
at um tíggju ár skal eg hetta
ella hatta. Men eg dugi og
tori betri at hugsa nakað
longri fram enn bara ein
dag, sigur hon.
Brit hevur heldur ikki
møtt nógvum fordómum
um sína sjúku. Hon greiðir
frá, at stuðulin kanska ikki
altíð hevur verið so nógvur,
men hon hevur møtt nógv-
um fólki, sum hon veit,
veruliga hava roynt at víst,
at tey vilja stuðla henni og
skilja hennara støðu.
– Tað lærir ein skjótt at
skyna á, og tá fólk veruliga
royna, verður ein takksam-
ur fyri tað, sigur hon og
heldur fram, at hon so at
siga ongantíð beinleiðis
hevur merkt avvísingar frá
fólki, tí hon er smittað.
– So alt í alt kann eg bara
siga, at eg kenni meg sera
hepna, hóast mína sjúku.
Beisk havi eg ongantíð ver-
ið, sigur Brit Mølberg
Nielsen, sum fór av aftur
landinum seinnapartin í
dag.
Tað var ein fakligur
áhugabólkur undir Felagn-
um Føroyskir Sjúkrarøktar-
frøðingar, sum tók stig til at
fáa Brit hendan vegin. Fyri-
byrgingarráðið
fíggjaði
ferðina.
HIV smittaða Brit:
Ábyrgdin var mín egna
– Eg gangi ikki og hugsi, at um tíggju ár skal eg hetta ella hatta. Men eg dugi og tori betri at hugsa nakað longri fram enn bara ein dag, sigur Brit Mølberg
Nielsen, sum hevur livað við HIV í 12 ár
Mynd: Jens K. Vang