hósdagur 2. desember 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 2. desember 2004
5
- Granntræið ella
jólatræið, sum er
grønt alt árið, er sjálv
ímyndin av ævigu
vónini, sum ongantíð
doyr og sum vit
menniskju krøkja
okkum fast í – ikki
minst hesa myrku
tíðina av árinum. Tað
er júst tí, vit nýta
hetta træið til jólatræ
– granntræið, sum er
ímyndin av ævigum
ávøkstri, segði Árni
Joensen í Æðuvík
sunnukvøldið
JÓLAHÝRUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í røðu síni í Æðuvík sunnu-
kvøldið, tá ið ljósini í "jóla-
bygdini"
alment
vórðu
tendrað, takkaði Árni Joen-
sen, borgarstjóri í Oyndar-
firði, fyri, at hann hevði
fingið høvi at siga nøkur
orð.
- Hetta høvi havi eg iva-
leyst fingið fyri at vísa á, at
Oyndarfjørður og Æðuvík
um ein mánaða verðar part-
ar av somu kommunu.
Hann helt fyri, at nýggja
kommunan helst verður ein
hin longsta í landinum -
heilt hiðani úr Æðuvík og
norður í Funningsfjørð, út á
Skála og til Oyndarfjarðar.
Árni vísti á, at fyri ikki so
mongum árum síðani var
kunnleikin um hesa bygd,
Æðuvík, mest tað rusk,
sum varð koyrt til Æðuvík-
ar og brent á Fossdalsbakka
- ella slept á sjógv.
- Æðuvík var eins og
ímyndin av bygdini, ið
hýsti ruskplássinum hjá
kommunum í oynni. Men
tíbetur broyttist hugburður-
in og tilvitanin hjá fólki um
alt landið, soleiðis at hetta
nú er undir skipaðum við-
urskiftum á brennistøðini
hjá IRF. Samstundis er
Æðuvík vorðin til eina
framúr vakra og vælrøkta
bygd – og í 2001 fekk hon
heiðurin sum Føroya best
røkta bygd.
Borgarstjórin segði, at
hann kendi seg ivaleysan í,
at fólkið, sum býr í Æðu-
vík, vil gera alt fyri at varð-
veita hetta umdømi, tí í
bygdini býr veruliga eitt
virkið, rakst og røkið fólk.
Árni reisti spurningin,
hví vit skulu tendra ljós og
koma saman.
- Jú, tí alt livandi tráar
eftir ljósi, ið er ein avgjørd
fyritreyt fyri lívi her á
jørðini. Vit tráa øll eftir
ljósinum, nú bert tríggjar
vikur eru fram til stytsta
dag.
Hann segði, at vit menn-
iskju í hesi tíðini líkasum
skulu hava okkurt til ugg-
anar og troystar.
- Vit skulu hava nakað at
gleðast um - og hvat er tá
meiri nærliggjandi enn at
tendra ljós og lýsa upp, har
vit eru, soleiðis at tann, ið
ferðast úti hesa myrku tíð,
fer til ljósið?
Árni segði, at eins og
børnini gjøgnum ævintýrini
tráa eftir onkrum betri, so-
leiðis tráa tey vaksnu hesa
myrku árstíð eftir ljósi og
trivnaði, har alt gerst lættari
og betri.
- Granntræið ella jóla-
træið, ið er grønt alt árið, er
sjálv ímyndin av ævigu
vónini, sum ongantíð doyr,
og sum menniskju krøkja
seg fast í, kanska serliga
hesa myrku tíðina. Og tað
er júst tí, vit nýta hetta
træið til jólatræ. Ímyndin
av
ævigum
ávøkstri.
Granntræið er so grønt og
lívsjáttandi – eisini, tá ið alt
annað er følnað.
Hann vísti á, at vónin
hevur sín uppruna í, at vit á
jólum minnast, at Jesus
varð føddur inn í henda
heim at frelsa falnar synd-
arar.
- Vit lesa um hann, at
hann elskaði okkum so
høgt, at hann gav lív sítt
fyri okkum at keypa okkum
leys frá banni syndarinnar
og deyðans og at so mong-
um, sum tóku ímóti honum,
gav hann mátt til at vera
Guds børn - teimum, ið
trúgva á navn hansara. Vit
mega taka ímóti honum
eins og børnini, tá ið tey
taka ímóti eini gávu, sum
frelsan veruligan er.
Og Árni helt fram:
- Hann er lívsins gáva, og
tí er tað, at vit geva hvørj-
um øðrum gávur og soleið-
is gleða hvønn annan. Hvør
gleðist ikki um eina gávu,
og hvussu mikið meiri um
hann, sum er lívsins gáva?
Hann segði, at gleðin
leiðir okkum til at geva og
sýna hvørjum øðrum kær-
leika - og sjálv gleðin við at
geva ger tað veruliga vert at
geva.
- Ímyndin av jólunum er
barnagleðin, tá eygu teirra
smáu strála um kapp við
ljósini - ja, tá er av sonnum
jól í hjørtunum, og vit
kunnu syngja, at "Føgur er
foldin, dýrdarríkur himin
…"
Árni Joensen, borgar-
stjóri, endaði við hesum
orðum:
- Latið okkum soleiðis
tendra jólabýin og ynskja
hvørjum øðrum eini góð og
gleðilig jól, samstundis
sum vit minnast til gávu
lívsins, Jesus Kristus, frels-
ara heimsins.
Alt livandi
tráar eftir
ljósinum
Hvørt hús í Æðuvík er pyntað við ljósum, bæði inni og úti
Mynd: Vilmund Jacobsen
Árni Joensen, borgarstjóri í Oyndarfirði, heldur røðu í
Æðuvík, tá ið "jólabygdin" alment verður tendrað
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ung og vaksin settu sín serstaka dám á við hornatónleiki
Mynd: Vilmund Jacobsen