Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. desember 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 231 - 2. desember 2004 Fiskaseljarar stúra fyri gongdini, tí nú kann Fiskavirking fáa eina støðu, sum líkist monopoli. Sostatt versnar kappingin um fiskin alsamt og hetta kann enda við, at skipini verða løgd, sigur formaðurin í ráfiskakeypara- felagnum FISKAPRÍSIR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta er ógvuliga óhepp- ið. Árni Joensen, formaður í ráfiskakeyparafelagnum, stúrir fyri gongdini í fiski- vinnuni. Ikki minst stúrir hann, nú Fiskasølan og Fiskavirking eru løgd saman. Fiskasølan hevði tvey virki, sum keypti Fisk, eitt í Hvalba og eitt í Vági og tey vóru so í kapping við Fiskavirking. Men nú Fiskavirking eis- ini er komin at eiga tey bæði virkini, er ein hampi- liga stórur fiskakeypari minni á marknaðinum at kappast um fiskin. – Tað vóru fáir fiska- keyparar frammanundan. Nú er so ein hampiliga stórur fiskakeypari afturat farin av marknaðinum og tað fer uttan iva at gera kappingina um fiskin enn minni, tí nú er ein færri at bjóða uppá fiskin, sigur Árni Joensen. Hann heldur, at hetta kann enda við, at Fiskavirk- ing fær ein støðu ið likist einum monopoli og tað er ikki fremjandi fyri kapp- ingina um fiskin. – Og sostatt eru okkara møguleikar at selja fiskin avmarkaðir rættiliga fitt. Tvingaðir at leggja skipini Seinastu tíðina hevur polit- iski myndugleikin roynt at finna eina loysn sum forðar fyri, at so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum. Í løtuni kunnu føroysk skip avreiða 25% av fiskin- um uttanlands. Ein liður í royndunum at fáa meiri fisk upp á land í Føroyum, er at seta hendan markið niður til 10%. Hetta vilja ráfiskakeyp- ararnir ikki góðtaka. Ráfiskakeyparar hava ført fram, at kappingin um fiskin er so lítil í Føroyum, at gera politikarar hetta, hava teir samstundis lagt skipini, tí tað kann flotin ikki liva við. Og nú ein kappingarneyti er minni á føroyska markn- aðinum, er hetta enn sann- ari enn tað var framman- undan, sigur formaðurin í ráfiskakeyparafelagnum. Hann sigur, at fiskaselj- arar kunnu prógva, at í Før- oyum ber ikki til at selja nógv av tí upsanum, sum skipini fiska, tí ongin bjóð- ar uppá hann yvirhøvur. Spurningurin, er, hvat politikarar vilja gera við ta støðuna. Skulu vit halda uppat fiska, ella skulu vit avreiða upsan til Havsbrún til djóraføði? – Kunnu vit ikki sigla uttanlands í slíkum føri utt- an at vera revsaðir, er onki val enn at leggja skipini. Tá verður støðan tann, at skip koma til lands við fullari last, sum tey ikki sleppa av við og so er onki at gera, uttan at binda tey við bryggju. – Men so eru tað politik- ararnir, sum hava lagt skip- ini, sigur Árni Joensen. Framtaksgrunnurin vil sleppa undan kapping ímillum tvey dóttirfeløg um fiskin. Tað er ein orsøk til at Fiskavirking og Fiskasøluna skulu leggjast saman FISKASØLAN OG FRAMTAKS- GRUNNURIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Endamálið er at styrkja virksemið, so at søluvirðið økist og váðin hjá Fram- taksgrunninum verður av- markaður. Hetta er tann djúpara or- søkin til, at Framtaks- grunnurin nú hevur gjørt av at leggja Fiskasøluna og Fiskavirking saman. Og tað verður Fiskavirking,sum heldur fram og Fiskasølan fer í søguna og tað verða nevnd og leiðsla í Fiskavirking, sum nú skulu stjórna øllum tí samanlagda felagnum. Í tíðindaskrivi sigur Framtaksgrunnurin, at fíggjarliga gongdin hjá Fiskasøluni er als ikki nøktandi. Fyrst í ár varð roknað við einum avlopi í ár, men síðst í oktober var framvegis tal- an um eitt munandi hall. Framtaksgrunnurin metir somuleiðis, at raksturin hjá Fiskasøluni verður heldur ikki nøktandi frameftir. Eitt nú verður eingin laksur úr Føroyum at fáa hjá laksavirkinum í Fugla- firði tá ið mai mánaði er komin. Framtaksgrunnurin sigur, at skal Fiskasølan bøta um gongdina, noyðist felagið tískil at fara inn á sama virksemi, sum Fiskavirking er á. Sostatt noyðist Fiska- sølan at gera íløgur í virki, sum virka botnfisk. Hetta økir virksemið hjá Framtaksgrunninum í fiski- vinnuni á landi, og tað ber eisini í sær kapping millum tvey dóttirfeløg hjá grunn- inum og tað vil Framtaks- grunnurin sleppa undan. Grunnurin sigur eisini, at eftir samanleggingina, eru møguleikarnir hjá Fiska- virking at bøta um gongd- ina, fyrst og fremst at finna í útlendsku sølufeløgunum hjá Fiskasøluni í Fraklandi og Bretlandi, umframt í fiskavirkinum í Hirtshals. Harumframt fer Fiska- virking nú eisini at eiga P/F Faroe Finance, ið fíggjar áogn. – Í sambandi við saman- leggingina er ætlanin at minkað munandi um saml- aðu íløguna og harvið váð- an hjá Framtaksgrunninum í nevndu feløgum. Partvís verður hetta gjørt við at út- luta reiðan pening og part- vís við at útluta partabrøv í feløgum, ið ikki hava bein- leiðis tilknýti til kjarnu- virksemið hjá Føroya Fiskavirking frameftir, sig- ur Framtaksgrunnurin. Skal seljast sum ein eind Annars leggur Framtaks- grunnurin dent á, at tá ið Fiskavirking verður seld, verður tað sum ein eind. Samstundis fer Føroya Fiskavirking framhaldandi at gera tillagingar á teimum einstøku virkjunum við tí fyri eyga at bøta um sølu- møguleikarnar, áðrenn eitt ítøkiligt søluarbeiði, verð- ur gjørt. Framtaksgrunnurin ger eisini greitt, at hann er sinnaður at samráðast um at selja øll partabrøv, sum grunnurin eigur, herundir eisini Føroya Fiskavirking, um nøktandi boð verður givið. Í Porkeri er Eli Frederiksen aftur- valdur til borgar- stjóra í eitt fýra ára skeið afturat, men porkenningar hava fingið nýggjan varaborgarstjóra BYGDARÁÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú hevur eisini bygdaráðið í Porkeri skipað seg eftir kommunuvalið í farna mánaði. Tað verður, sum væntað, Eli Frederiksen, ið heldur fram sum borgarstjóri. Men Hans Eli Bech, ið hevur verið varaborgar- stjóri, varð ikki afturvaldur. Ístaðin er tað nú Anna Djurhuus, ið varð vald til varaborgarstjóra. Í bygdaráðnum í Porkeri er ein nývaldur bygdaráðs- limur. Tað er Mikkjal Sørensen, ið varð valdur fyri hera Danielsen, ið ikki stillaði uppaftur. Bygdaráðið í Porkeri hevur eisini gjørt fíggjar- ætlanina fyri komandi ár. Skattaprosentið er 21% og barnafrádrátturin er 3000 krónur og tað er tað sama sum í ár. Inntøkan verður 6,7 milliónir næsta ár og tað er eitt vet hægri enn í ár. Størsta einstaka útbygg- ingin í Porkeri næsta ár, er Kirkjugarðurin, har 600.000 krónur eru settar av til útbygginginar. Endar við at skipini verða løgd Vilja sleppa undan kapping um fiskin Eli heldur fram At fiskasølan og Fiskavirking eru løgd saman, ger at nú eru uppafturfærri at bjóða upp á fiskin og tað er ógvuliga óheppið, heldur formaðurin í ráfiskakeyparafelagnum Soleiðis er nývalda bygdaráðið í Porkeri mannað. Frá vinstru sita Sigmund Olsen, Hans Eli Bech, Mikkjal Sørensen, Eli Frederiksen, borgarstjóri og Anna Djurhuus, varaborgarstjóri Fiskasølan gongur ikki nóg væl og útlitini fyri framtíðini eru heldur ikki bjørt, sigur Framtaksgrunnurin