hósdagur 2. desember 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 2. desember 2004
7
Latið
Amnesty-
lutaseðil inn
Miðskeiðis í oktober-
mánaði varð ein lutaseðil
frá Amnesty International
Føroya Deild borin øllum
húskjum
í
landinum
saman við Vikublaðnum.
Lutaseðilin er til frama
fyri arbeiði felagsins.
Í tíðindaskrivi frá Amne-
sty International Føroya
Deild verður boðað frá, at
seinasti dagur at senda
lutaseðilin inn er miku-
dagin 8. desember, og
drigið verður mannarætt-
indadagin 10. desember.
Vinnararnir verða lýstir á
heimasíðuni og í bløðun-
um í vikuni aftaná.
.páll
Kári spyr
um bussar
Løgtingsmaðurin, Kári P.
Højgaard,
hevur
sent
landsstýrismanninum
í
fíggjarmálum, Bárði
Nielsen, ein munnligan
fyrispurning um avgjaldið
á smærri bussum til
stovnar.
Løgtingslimurin
hjá
Sjálvsstýrisflokkinum vil
hava at vita frá landsstýr-
ismanninum, um hann
heldur tað er rímuligt, at
stovnar ella sambýli, har
starvsfólk og aðrar góðar
kreftir savna pening sam-
an til ein buss, sum lættir
um gerandisdagin hjá
óhjálpnum og brekaðum,
skulu gjalda fult avgjald
til landskassan.
Kári P. Højgard vil eis-
ini hava at vita um Bárður
Nielsen hevur ætlanir um
at taka stig til at broyting-
ar á hesum øki.
.páll
Lundin er
liðug
Komandi sunnudag verð-
ur kirkjulundin uttanfyri
Vesturkirkjuni
loksins
tikin í nýtslu.
Seinasta árið ella so
hevur nógv verið grivið
og grópað uttanfyri Vest-
urkirkjuni, og hóast nakað
av putli er eftir, heldur
kirkjuráðið í Vesturkirkj-
uni, at kirkjulundin nú er
klár at taka í nýtlsu.
Í samband við, at ar-
beiðið við Kirkjulundini
er liðugt, bjóðar kirkju-
ráðið til ein heitan kaffi-
mun og køkur í kirkju-
kjallaranum, eftir guds-
tænastuna
sunnudagin.
Hvussu
vælumtókt
nýggja lundin verður fyri
havnarborgararnar er ilt at
siga, men millum vill-
dunnur og síl verður økið
væl vitjað, sigur kirkju-
ráðið í tíðindaskrivi.
.páll
Bróta upp
úr nýggjum
Seinastu mongu árini
hevur Viðarlundin í Vest-
manna skipað fyri stórum
jólabingo í Ítróttarhøllini í
Vestmanna. Hóast Jóla-
bingoið fekk góða undir-
tøku, hevur Viðarlunds-
nevndin avgjørt at royna
okkurt nýtt í ár.
Í tíðindaskrivi verður
boðað frám at komandi
sunnudag, 5. desember,
verður stórt jólatiltak í
ítróttar høllini. Á skránni
verður burturluting av
ymsum góðum jólamati,
so sum ræst krov, dunnur,
karamellur, rækjur o.a.
Fyri at fáa fram tann
rætta jólahugnan kemur
Vestmanna Kirkjukór at
syngja, umframt at Magni
Christiansen kemur at
syngja jólaløg av nýggju
fløgu hansara.
Tiltakið byrjar sunnu-
dagin klokkan 16.00
.páll
Føroya Jarðarráð vil
ikki lata sær lynda, at
Tórshavnar komm-
una er farið undir at
gera ein veg til skjóti-
breytina í Sandvík-
um, uttan neyðugu
heimildina frá Jarðar-
ráðnum. Ráðið hevur
tí sent boð eftir fútan-
um
FÚTABOÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Tað kann samanberast
við, at tú fert inn í ein
urtagarð hjá einum øðrum
húski og byrjar velta í urta-
garðinum, uttan at tú hevur
nakað sum helst at gera í
urtagarðinum.
Elisabeth
Eldevig
er
formaður í Føroya Jarðar-
ráð, og hon er alt annað enn
nøgd við leiklutin hjá Tórs-
havnar býráð í samband við
vegagerðina til skjótibreyt-
ina í Sandvíkum í Havn.
Føroya Jarðarráð hevur nú
mist tolið við høvuðsstaðar-
kommununi, og hevur tí
sent boð eftir fútanum fyri
at steðga arbeiðinum.
Einki loyvið
Málið um skjótibreytina í
Sandvíkum er fleiri ára
gamalt. Samgongan millum
Fólkaflokkin og Sambands-
flokkin samtykti herfyri, at
skjótifelagið,
Byrsumúli,
skal fáa eina skjótibreyt í
Sandvíkum. Í samband við
skjótibreytina hevur Lands-
verk kravt av Tórshavnar
býráð, at kommunan hevur
eitt nøktandi vegasamband
frá landsvegnum oman til
skjótibreytina.
Tað er júst um hendan
veg, at tvídráttur hevur tik-
ið seg upp millum Tórs-
havnar býráð og Føroya
Jarðarráð.
Fyri at lúka treytunum hjá
Landsverki um nøktandi
vegasamband til skjóti-
breytina heitti Tórshavnar
býráð á Føroya Jarðarráð
um Jarðarráðið kundi geva
eina tilsøgn um jørð til
vegagerðina. Áheitan frá
Tórshavnar
býráð
varð
gingin á møti, men kortini
vórðu nakrar treytir settar
høvuðsstaðarkommununi.
Treytirnar frá Jarðarráðnum
leyk
Tórshavnar
býráð
ongantíð, og tí metir Føroya
Jarðarráð, at sølan av jørðini
ongantíð er komin í rættlag.
Føroya Jarðarráð varð tí
tikið á bóli, tá tað frættist
seinasta
fríggjadag,
at
stúgvaðir lastbilar við gróti
úr Berjabrekku vóru farnir
at koyra grót út í Sandvíkar
til vegagerðina.
– Vit bóðu Tórshavnar
kommunu
sjálvboðið
steðga arbeiðinum alt fyri
eitt, tí viðurskiftini millum
okkum og kommununa eru
ongantíð komin í rættlag,
men arbeiðið helt kortini á.
Tá kommunan sýtir fyri at
steðga ólógligu vegagerð-
ini, hava vit vent okkum til
fútan fyri at steðga arbeið-
inum við fútaforboði, sigur
Elisabeth Eldevig, formað-
ur í Føroya Jarðarráð.
Vilja framskunda
Føroya Jarðarráð hevur
fingið at vita frá fútanum,
at málið kemur fyri tann 9.
desember. Elisabeth Elde-
vig heldur, at hetta er í so
long tíð til at viðgera málið,
tí tá er vegagerðin komin
væl áleiðis, og tí hevur
Jarðarráðið heitt á fútan um
at framskunda viðgerðina
av málinum.
Vit royndu allan fyrra-
partin at fáa fatur á borgar-
stjóranum, Jan Christian-
sen, til eina viðmerking,
men tað eydnaðist tíverri
ikki at fáa eina viðmerking
frá honum um málið.
Jarðarráðið sendir fútan
eftir Tórshavnar kommunu
Føroya Jarðarráð vil ikki lata sær lynda, at Tórshavnar kommuna er farið undir at gera ein veg til skjótibreytina í Sandvíkum,
uttan neyðugu heimildina frá Jarðarráðnum. Ráðið hevur tí sent boð eftir fútanum
Mynd: Jens Kr. Vang
TÍÐINDASKRIV
Miflokkurin
Tingmanning Miðfloksins
heitir á politisku flokkarnar
og Føroya Landsstýri um at
vísa varsemi í málinum um
Føroya Fiskavirking. Upp-
gáva politikkaranna er at
velja nevndina í Framtaks-
grunninum og skifta hana
út, um hon ikki ger arbeiði
sítt til lýtar. So leingi hend-
an situr, má politiska valdið
vísa nevndini og tí av henni
valda stjóra álit, og líta á, at
hesi eru fult før fyri at røkja
áhugamálini hjá eigarunum,
sum er alt Føroya fólk. Í
heilum at hótta við av-
leiðingum, um Fiskavirking
ikki ger, sum teimum líkar,
er ein sera ónøktandi støða
fyri fyritøkuna. Ringasta
avleiðingin kann vera, at
útlendskir samstarvsfelagar
missa álitið á fyritøkuna og
ikki tora at gera bindandi
avtalur, tí teir onga vissu
hava fyri, hvussu fyritøkan
sær út í framtíðini. Slíkur
ótryggleiki, tilevnaður av
politiskari íblandan, kann
lætt oyðileggja prísstøðið og
sostatt raka alt samfelagið.
Tí er týdningarmikið, at
løgmaður, landsstýrismenn
og løgtingslimir vanda sær
um orðini, hesi hoyrast jú
úti í heimi í somu løtu, tey
eru søgd. At politiskar
hóttanir harumframt eru
við til at skapa ótryggleika
hjá teimum 850 starvs-
fólkunum hjá Fiskavirking,
er bara steinur oman á
byrðu í teirra gerandisdegi.
Hetta skal ikki skiljast
sum eitt mótmæli móti
skipaðum einskiljingarætl-
anum. Men einskiljingartil-
gongdin av almennum fyri-
tøkum eigur at vera merkt
av gjøgnum-skygni, og at
øll hava sama rætt at bjóða
uppá partabrøvini.
Jenis av Rana
Bill Justinussen
Alment ella privat - ikki bæði