hósdagur 2. desember 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 231 - 2. desember 2004
Teir gomlu
duga enn
Gamla hittið hjá Blátt,
Til Allar Vinir, er komið
inn á hitlistan hjá Út-
varpinum. Í síðstu viku
var sangurin, sum kom
út í 1989, eykalag á 15
teimum bestu, og sang-
urin
kom
inn
sum
nummar 11.
Sangurin hevur verið
tráðspældur í føroyskum
útvarpi, men hann er
vorðin aktuellur aftur, nú
hann er komin við á
útgávuna Popplist 3. Tað
hevur havt við sær
møguleikan á 15 teimum
bestu, og nýggja ættar-
liðið hevur tikið væl
ímóti sanginum.
Umframt Blátt er bara
eitt annað føroyskt um-
boð á 15 teimum bestu í
løtuni. Tað er Knút Eyst-
urstein,
sum
liggur
nummar 5 við sanginum
Í Hesi Nátt. Ein sangur
av nýggju fløguni hjá
kórinum Salt – tað er
sangurin Ein Dag – er
eykalag hesa vikuna.
15 tær bestu verða
gjørdar upp út frá eini
atkvøðugreiðslu, sum øll
kunnu verða við í. Tað
ber til at atkvøða fyri
sangunum á 15 teimum
bestu á heima-síðuni hjá
Útvarpinum.
ek
Ósáskúlin
fær eitt sløð
Herfyri samtykti Klaks-
víkar býráð, at útbygg-
ingar av skúlanum við
Ósánna skulu gerast fyri
fleiri 10 milliónir. Men
til býráðsfundin týskvøl-
dið mælti fíggjarnevndin
tó til at bíða við at um-
byggja
skúlan
við
Ósánna so longi sum hin
skúlin á Ziskatrøð fram-
vegis ikki er liðugt um-
vældur og umbygdur.
Hetta elvdi til nakað
av ósemju á býráðsfund-
inum týskvøldið, men
tað endaði kortini við, at
ein millión verður sett av
til skúlan við Ósánna
komandi
ár.
Sostatt
verða tað tilsamans 4,6
milliónir til skúlan við
Ósánna at arbeiða við
komandi ár.
- sae -
Jólatræið í
Klaksvík
tendrast
Fríggjakvøldið 3. de-
sember klokkan 19:00
verður jólatræið í Vágs-
túnið tendrað. Tað verð-
ur Markus úr Norðná-
stovu úr Mikladali, sum
kemur at flyta fram røðu
og at tendra træið.
Klaksvíkar Hornork-
estur spælir jólaløg, og
jólamenn koma á vitjan
og bjóða børnunum góð-
gæti.
- sae -
Fyrrverandi
umboðsmaður hjá
Paul McCartney
arbeiðir við at føra
Lenu Andersen fram í
útlandinum
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Hann hevur verið stjóri fyri
plátufelagið Polydor UK,
hann hevur havt leiðandi
starv hjá Sony Europe, og
hann hevur verið persón-
ligur umboðsmaður hjá
Paul McCartney í sjey ár.
Nú hevur Rochard Ogden
sítt egna umboðsfelag, og
eitt av teimum fáu nøvnun-
um, sum hann hevur tikið
til sín, er føroyska Lena
Andersen.
– Eg arbeiði ikki við
nøkrum ávísum stíli ella
slagi av tónleiki. Mær dám-
ar góðan tónleik, og eg eri
fegin um at arbeiða við tón-
leikarum, sum eru góðir,
áhugaverdir
og
kunnu
koma langt, sigur Richard
Ogden við heimasíðuna
Hitquarters.
Rósur til Lenu
Hann plagdi at hava nógv
jørn í eldinum, men hann
hevur nú repa seglini eitt
sindur og arbeiðir heldur
við nøkrum fáum nøvnum í
sínum egna felag.
– Í løtuni arbeiði eg við
Bomfunk MC´s, vit hava
ein nýggjan punkbólk, sum
kallast TAT, og vit arbeiða
eisini við einum fantastisk-
um singer-songwriter úr
Føroyum, sum eitur Lena.
Hon ger tónleik saman við
manninum hjá sær Niclas
Johannesen, sigur Richard
Ogden við Hitquarters.
Hann hevur verið um-
boðsmaður hjá Bomfunk
MC's í nógv ár. Hann var
við, tá bólkurin fekk gjøgn-
umbrot, og hann stýrir
teimum framvegis.
Størsta uppgávan hjá
Richard Ogden var frá
1987 og sjey ár fram, tá ið
hann var umboðsmaður hjá
Paul og Lindu McCartney.
Nú brúkar hann síni sam-
bond og sína vitan til at
føra Lenu Andersen fram
uttanlands.
Nýggju chip-
gjaldskortini kunnu
koma upp á tvørs í
útlandinum, tí øll eru
ikki til reiðar at taka
ímóti teimum. Í
summum internet-
handlum ber ikki
longur til hjá føroy-
ingum at gjalda við
gjaldskortinum. PBS
og VISA royna at
loysa trupulleikarnar
GJALDSKORT
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Føroyingar hava fingið
nýggj gjaldskort við chip,
sum við tíðini skal gera
gjaldsháttin við kortum
tryggari enn áður.
Men tryggari merkir ikki
endiliga lættari, og føroy-
ingar upplivað nú, at tað
eru ikki øll, sum kunnu
taka nýggju kortini.
Tað er uttanlands og á
interneti, at trupulleikar nú
kunnu stinga seg upp, og
nógv av tí hevur samband
við Ongland.
– Barnasjúkur raka ofta
tey, sum ganga undan, og í
hesum føri er tað PBS, tí so
nógv gjaldskort eru skift út
eftir stuttari tíð, sigur PBS,
sum umsitir gjaldskortini í
Danmark og í Føroyum.
Kortini skulu verða
tryggari
Nógva staðni kring heimin
verður í hesum døgum skift
frá teimum gomlu gjalds-
kortunum til nýggj chip-
kort.
Tað er trupult at marg-
falda upplýsingar, sum
liggja krypteraðar á einum
chippi, og chippið skal gera
gjaldaskortið bæði tryggari
og meira fjølbroytt at nýta.
Men nýggju kortini, sum
donsku og føroysku pen-
ingastovnarnir lata sínum
viðskiftafólkum, hava bæði
chip og magnetstrípu, og
tað skal tulkast sum ein
roynd at innføra chip-kort,
men har tað eisini er gjør-
ligt at brúka gomlu magnet-
strípuna. Harvið er fram-
stigið ikki so stórt, sum tað
hevði verið, um magnet-
strípan varð tikin burtur,
men talan er um eina yvir-
gongd til chip-kort, og í
løtuni verður magnetstríp-
an brúkt sum ein eyka
trygd, tí nógvastaðni kann
chip als ikki brúkast enn.
Tekur tíð at tillaga
Flestu londini í Europa eru
í holt við at skifta til nýggju
kortini, men júst hendan
tíðin, tá ið skift verður,
kann skapa órógv, og sam-
bært PBS kunnu tey, sum
brúka kortini, koma út fyri
trupulleikum í eina tíð.
Ein orsøk til hetta er, at
nýggju donsku gjaldskort-
ini kunnu brúkast í átta ár,
og tað vilja ikki allir
terminalar góðtaka.
Serliga í Onglandi er tað
komið fyri, at terminalar
ikki vilja taka kortið, tí har
ganga gjaldskortini ikki
yvir longri tíð enn 5 ár. Tað
sama er við nógvum inter-
nethandlum, har skipaninar
ikki eru gjørdar til handfara
kort, sum kunnu brúkast í
upp til átta ár.
– Vit kenna dømi um, at
terminalar í útlondum og
internethandlar ikki vilja
taka nýggja kortið, og tað
er serliga í Onglandi, at
hetta kann koma fyri. Men
VISA International kannar
hetta og skal loysa trupul-
leikan, tí nýggju kortini
lúka allar treytir hjá VISA,
sigur PBS.
PBS heitir á fólk um at
siga teimum frá, tá tey hava
havt trupulleikar við nýggja
kortinum, men hevur eisini
onkur góð ráð at geva.
– Fert tú uttanlands við
einum Visa/Dankorti, er tað
eitt gott hugskot eisini at
hava aðrar møguleikar at
gjalda – antin við reiðum
peningi ella við øðrum
gjaldskorti. Tað kann koma
fyri, at tú missir gjaldskort-
ið ella ikki kanst brúka tað,
sigur PBS.
Føroyingar líta á PBS
Gjaldskortini hjá føroysku
peningastovnunum koma
øll frá PBS, sum mennir og
umsitir hesi kort, og før-
oysku bankarnir hava fult
álit á, at PBS røkir sína
uppgávu til fulnar.
– Vit hava ikki upplivað
nakrar serligar trupulleikar
við nýggja gjaldskortinum,
men eg eri fullvísir í, at eru
onkrir smærri trupulleikar
at byrja við, so loysir PBS
teir, sigur Janus Petersen,
stjóri í Føroya Banka.
– Vit fáa einki gjørt við
gjaldskortini, tí hetta eru
kort hjá PBS, sum vit hava
fingið loyvi at brúka. Tað er
harmiligt, um tað eru
onkrir smærri trupulleikar
við nýggja gjaldskortunum,
men soleiðis kann tað
verða, tá ið nakað nýtt
verður tikið í brúk. Eftir tí,
sum vit kenna til, so riggar
nýggja gjaldskortið væl,
sigur hann.
Nýggju kortini kunnu arga
Føroysku peningastovnarnir eru eisini farnir at brúka nýggju gjaldskortini við chip, og tey rigga væl. Øll lond eru tó ikki eins
frammarliga, og í Onglandi kann tað koma fyri, at terminalar ikki vilja taka kortini. Eisini í nógvum internethandlum kunnu
nýggju kortini ikki brúkast
McCartney-umboð
arbeiðir fyri Lenu
Lena Andersen fær nú eina hjálpandi hond frá einum kendum
bretskum umboðsmanni