Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. desember 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 2. desember 2004 9 Lítil áhugi fyri læknastjórastarvinum Starvið sum lækna- stjóri hevur verið leyst at søkja í eina tíð. Freistin er farin, men av tí, at áhugin fyri at søkja starvið var ov lítil, verður starvið nú lýst leyst enn einaferð. Tað sær út til, at lítil og eingin áhugi er fyri at vera læknastjóri í Havn LÆKNASTJÓRIN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Eingin settur læknastjóri hevur verið á Landssjúkra- húsinum síðani Anne Grethe Mikkelsen varð loyst úr starvinum fyri ein- um ári síðani, 1 desember 2003, orsakað av sam- starvstrupulleikum. Ein bráðfeingis avloysari hevur røkt starvið síðani Anne Grethe Mikkelsen fór. Grundgevingin fyri, at starvið hevur staðið ómannað so leingi, er, at kannað hevur verið, um grundarlag er fyri at hava trýpartastýrið og tí onkrar broytingar skuldu fremjast, áðrenn starvið varð lýst leyst aftur. Broytingar framdar Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður í Heilsu- og Almannamálum, sigur, at starvið hevur verið fyribils mannað í eitt ár, tí greiði skuldi fáast á, hvørt skip- anin skuldi broytast ella ikki. Sum er, verður sjúkra- húsið stýrt av einum trý- partastýrið. Sjúkrahússtjór- anum, læknastjóranum og sjúkrasystrastjóranum. – Hetta er ein stýrisháttur, ið krevur óalmindiliga nógv av fólkunum, sum skulu samstarva. Anne Grethe Mikkelsen varð loyst úr starvi fyri einum ári síðani, tí tað samstarvið fungeraði ikki. Tað eru ikki øll fólk, ið fáa arbeitt saman, og tað riggaði heilt einfalt ikki tá. Tí máttu vir umhugsa, um hetta veruliga var besti stýri- hátturin, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður. Hann greiðir frá, at teir ikki vildu søkja eftir og síð- ani seta ein nýggjan lækna- stjóra, einans sum eina roynd. Tí varð Petur Ellef- sen settur fyribils. – Petur segði tá sjálvur, at hann bert vildi sita fyribils, inntil vit høvdu fingið greiði á tí, sum var ógreitt viðvíkjandi starvinum. Hann hevur nú sitið í eitt ár, og samstarvið teirra millum hevur gingið heilt fantast- iska væl, greiðir Hans Pauli frá. Tað var altso staðfest, at trýpartaleiðslan kann vera ein framúr góður stýrishátt- ur, og tí er avgerð tikin um, at leiðslubygnaðurin verður tann sami framyvir eisini. – Tað er givið, at tá trý fólk skulu samstarva so tætt um eitt so týdningarmikið og stórt økið, so krevur tað, at tey trý fólkini fáa sam- starvið at fungera. Tað hava tey trý, sum hava sitið sein- asta árið megna framúr væl, og tí hava vit gjørt av at søkja eftir læknastjóra, fyri tey næstu fimm árini, nú, greiðir Hans Pauli Støm frá. Hann sigur, at tað tó eru nakrar broytingar framdar í samráð við tey, sum seinasta árið hava mannað sjúkrahússtýrið. – Tá er torført at seta og býta arbeiðsuppgávur og krøv til eitt slíkt trýparta- stýrið, áðrenn nakrar ar- beiðsroyndir eru gjørdar. Nú hava vit royndirnar, og hava í samstarvi við stýrið broytt nakrar av uppgáv- unum, mannagongdunum og annað. So nú skuldi tað verið lættari at fingið ar- beiðið at glíða, sigur lands- stýrsmaðurin. Hans Pauli sigur, at tað serliga er innan samskiftið á sjúkrahúsinum, at broyt- ingar eru framdar. – Nú skuldi tað verið lætt- ari at samskift í sjúkra- húsverkinum. Bæði upp– og niðureftir og tvørturum. So tað skuldi lætt um arbeiðið, staðfestir Hans Pauli Strøm. Lítil áhugi Tað ljóðar alt samalt sera gott, og tað var eisini við góðum treysti at søkt varð eftir nýggjum læknastjóra. Freistin at søkja varð sett at vera 11. november 2004. Søkt varð í Føroyum, Dan- mark og Svøríki. Men tá avtornaði, vóru bert tveir umsøkjarar. Í Almanna- og Heilsu- málaráðnum siga tey, at báðir umsøkjararnir eru skikkaðir til starvið, men at tey ynskja ein breiðari um- søkjaraskara at velja út frá. Tí varð valt at lýsa eftir læknastjóra enn einaferð. Nú er freistin sett til 14 des- ember. Hans Pauli Strøm sigur seg ikki vita, hví áhugin er so lítil fyri einum, at síggja til, so spennandi arbeiði. – Eg dugi ikki at svara, hví eingin hevur hug til hatta arbeiðið. Tað er spell, tí hatta er absolutt ein sera góð skipan, við trimum pørtum. Nú hava vit eisini broytt skipanina, soleiðis, at hon er liðiligari og mannagongdirnar eru greiðari. Men tað vísir seg, at áhugin er ikki so stórur, staðfestir Hans Pauli Strøm at enda. Freistin at søkja starvið sum læknastjóri í Havn var úti 11. november. Men lítil og eingin áhugi var fyri starvinum, so nú søkir almanna– og heilsumálaráðið enn einaferð eftir nýggjum læknastjóra. Hesuferð er freistin sett 14. desember Mynd: Jens Kristian Vang Fyri stuttari tíð síð- ani lat eitt nýtt ferða- ráð upp í Keyp- mannahavn. Felagið eitur »My Faroe«, og bjóðar skraddara- seymaðar ferðir til Føroya og Grønland. Fríggjadagin gevur felagið út ferðaskrá sína fyri 2005 Fríggjadagin 3. desember kemur nýggja ferðaskráin fyri Føroyar og Grønland fyri 2005 út. Talan er um eitt sonevnt inspirations- og rejsekatalog. Í skránni stendur millum annað, at My Faroe bjóðar skraddara- seymaðar ferðir til Føroya og Grønlands. Gjøgnum samrøður við kundan um ynski og krøv, verður skip- að fyri bæði bólkaferðum, arbeiðsferðum og privat- ferðum til oyggarnar, sum bjóða alt frá villari náttúru, søguligum minnum og til nútímans shopping. Tað eru persónligu upp- livingarnar hjá Therese Turidardóttir Kreutzmann, ið er stjóri á My Faroe, ið liggja til grund fyri nýggju ferðaskránni. Therese hevur búð í Føroyum meg- inpartin av lívinum. Í ferðaskránni ber millum annað til at lesa um lívið í tjúkkum mjørka, ódálkaða náttúru, 70.000 seyðir og fantastiska føroyska friðin, sum gevur bæði likami og sál nýggja orku. Hon greiðir frá um ser- ligar túrar og upplivingar, sum geva góðan íblástur til eina Føroyaferð. Í Tíðindaskrivi stendur soleiðis um Therese Tur- idardóttir og My Faroe.. »Tað merkist tíðiliga, at hon veruliga ber ein sterkan kærleika til landið... Tað er nógv, sum Føroya ekspert- urin vil býta við øllum øðr- um. My Faroe kann nú vísa øllum heiminum hvagani Therese kemur, og eisini víð- arigeva allar tær góðu søg- urnar og fantastisku uppliv- ingarnar« Jólahugni Í sambandi við, at nýggja ferðaskráin verður løgd fram 3. des. kl. 13 í Føroy- ingahúsinum á Vesterbro- gade 17 a, 1 hædd, bjóðar My Faroe øllum áhugaðum til jólahugna í Føroyinga- húsinum. Tey bjóða, gløgg og holukøkur saman við livandi ljósum. Guðrun Sólja fer at syngja løg av nýggju fløg- uni, sum verður útgivin í januar. Hon byrjar at syngja umleið kl 15.45 og fer at syngja í ein hálvan tíma. Eisini verður føroyskt design í hásæti. Dudas De- sign, sum vanligvís húsast í Vanløse, kemur 3. Des- ember at vera í Føroyinga- húsinum, har høvi verður at síggja nýggjasta trendin innan føroyskt design. Tey, ið hava hug at koma, skulu av praktiskum grundum melda seg til hjá therese@myfaroe.dk ella á tlf. 33313600 eys Skraddaraseymaðar Føroyaferðir